Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 79 - 27. apríl 2009 Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Soleiðis. Akkurát soleiðis skal tað vera. Endiliga var elskaða føroyska diva’in aft­ ur at hoyra. Hesa ferð sprutt­ andi við orku, og hevði hon trivið aftur í gamla rokkham­ in, vit Eivør fjepparar ofta seta í samband við Click­ haze. Bara átta ár seinni, og sum ein nógvar ferðir betri sangari. Leygarkvøldið vísti Eivør hví hon er Føroya best umtókta songkvinna. Henn­ ara evni til at endurnýggja seg sjálva, vísa seg at vera ein botnleys kelda av íblástri. Síðan vit hoyrdu Eivør sein­ ast, hevur hon verið úti og ferðast, og savnað sær nýggj­ an íblástur, og var hann týði­ ligur í indiska tónleikinum, sum koyrdi meðan fólk funnu sítt pláss inni í stóra salinum í Norðurlandahúsin­ um. Dramatisku pallsetingini hevur hon hildið fast við. Við eitt varð alt myrkt inni í sal­ inum, og bert ein lítil ljós­ strála lýsti á Eivør leikandi á eitt fremmant ljóðføri, at líkna við eina harpu. Spaku­ liga komu restin av mann­ ingini til sjóndar á pallinum, og konsertin kundi byrja. Nýggja Eivør Konsertskráin hjá Eivør varð leygarkvøldið sett sam­ an av nýggjum og eldri tón­ leiki. Nýggju løgini vóru tikin úr rokkutu skuffunum, og gomlu løgini høvdu fing­ ið eina endavending. Hon hevði líka sum rokkað tey eitt sindur til, og riggaði hetta fantastiska væl. Vakra lagið hjá Bill Bourne, Only a Friend of Mine, hevði hon eisini við á konsertini, og hesum hevði hon givið ein meir reggae kendan stíl. Hendan broytingin í tón­ leikinum vísti seg at vera gjøgnumgangandi fyri nýggju Eivør. Hon hevði broytt sína frisuru, og fingið sær ein tjúkkan frunt, sum innrammaði andlitið so vak­ urt. Nýggjur kjóli, nýggir lit­ ir, nýggjur tónleikur og nýggj­ ur trummari. Við trummurnar sat finski Abdissa “Mamba” Assefa, ið er partur av nýggja bólkinum hjá Eivør. Harafturat hevði hon makan, Benjamin Petersen á gittar, og Mikael Blak á bass. Sjálv spældi Eivør gittar, trummu og moog, sum er ein gamaldags synthezisar. Eingin ivi er um, at Eivør er eitt listafólk, ið tekur tón­ leikin í álvara, hon fær nógv at skafti, og gongur upp í tónleikin við lív og sál. Men leygarkvøldið hevði hon líka sum fingið kraft av nýggjum. Eitt stórt spark í afturpartin. Frá vakra og trygga tónleikinum á Manna­ barn, hevur hon førkað seg nærri rokkinum, ið klæðir henni so væl. Hon var djørv, frek og heilt fantastiska kul. Fitt par Skráin var væl sett saman við fleiri rokkutum løgum, síðan nøkrum friðarligum løgum í slag, og so aftur yvir í rokkin. Persónliga kundi eg væl sitið og lurtað eftir eini heilari konsert bert við rokktónleiki frá Eivør. Tað tykist, sum at hon í rokkinum veruliga er í sínum rætta elementi. Kann nevna lagið Mín móðir, við eini rúgvu av munn­ og andingarteknikk­ um, sum altíð er hugtakandi at hoyra hana framføra. Og so vísir hon eina ótrúliga pre­ sisión í hesum lagi. Eitt frem­ mant lag hevði kortini fingið pláss á skránni. Tað var vakra lagið Suzanne hjá Leonard Cohen, sum Eivør og Benja­ min í felag sungu. Eivør end­ aði konsertina við Nú brennir tú í mær, har hon gav alt hon átti. Áhoyrarnir vóru sjálv­ sagt ikki nøgdir við tað, og klappaðu hana inn aftur. Hon hevði goymt tvey eykaløg til hetta, og vóru tað Elinborg og Elisabeth Maria og Mussi­ Eivør í sínum rætta ele Grønlendskir sjúklingar til Íslands Í Grønlandi mælir4 flokkurin Inuit Ataqatigiit til at skipa eina sokallaða loftbrúgv, sum skal flyta sjúklingar úr Grønlandi til viðgerðar í Íslandi. Endamálið er at fáa bilbukt við teir longu bíðilistarnar í grønlendska sjúkrahúsverkinum. IA vísir á, at í løtuni bíða meiri enn 250 sjúklingar eftir knæ­ ella lendaskurðviðgerð, og at fleiri teirra eru óarbeiðsfør í bíðitíðini. Hetta hevur grønlendski arbeiðsmarknaðurin ikki ráð til, sigur IA. Olga P. Berthelsen, sum er umboðar IA í Landstinginum, sigur við KNR, at teir grønlendsku sjúklingarnir kunnu fáa viðgerð í tí almenna sjúkrahúsverkinum ella á privatum sjúkrahúsum í Íslandi. Onga lønarhækking í ár Nú er greitt, at rættiliga nógvir danir fáa onga lønarhækk­ ing í ár, og tað er serliga galdandi fyri tey, sum kunnu sam­ ráðast lokalt við arbeiðsgevaran um lønina. Felagið Dansk Industri sigur, at í flestu førum enda samráðingarnar við einum stórum nulli, og sambært felagnum hava fjórðingur­ in av teimum tímaløntu og meiri enn helmingurin av teim­ um fastløntu í ídnaðinum góðtikið, at eingin lønarhækking verður í ár. Harafturat eru eitt prosent av limunum gingin við til at fáa minni løn í ár. Orsøkin til lønarsteðgin og skerdu lønina er fíggjarkreppan, sigur DR. Endiliga var elskaða diva’in Eivør aftur. Hesa ferð hevur hon trivið aftur í klæðiliga rokkstílin, vit fjepparar minnast frá Clickhaze tíðini. Leygarkvøldið undirhelt hon ein góðan tíma við nýggjum og eldri løgum, væl uppløgd og osandi av orku