mánadagur 27. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 79 - 27. apríl 2009
ementi
sjúk. Aftur her var saman
spælið millum parið ómeta
liga stuttligt at síggja og hoy
ra, har hann við gittaranum
hermdi eftir hennara ljóði.
Eivør og eygað
Fyrr um dagin var ferniser
ing í Norðurlandahúsinum.
Tað vóru málningar hjá Eivør
sjálvari,
ið
prýddu
dansistovuna í Norðurlanda
húsinum. Flestu av málning
unum eru málaðir í ár og í
fjør, men teir eru eisini úrslit
av fríløtum á gistingarhús
rúmum, tá hon hevur verið á
konsertferð. Fyri nøkrum
árum síðan hevði hon sína
fyrstu og einastu listafram
sýning, og tá seldi hon hvønn
tann einasta málning. Hesa
ferð vóru 10 málningar við,
týðiliga við íblástri úr til døm
is India. Á onkrum av máln
ingum er stílurin at líkna við
stílin á gomlu málningunum,
og hava teir eitthvørt andaligt
yvir sær. Framsýningin hevði
fingið heitið, Eygu Hugans,
og gekk hetta eygað aftur í
fleiri av málningum, umframt
í einum listaverki, ið stendur
miðskeiðis í rúminum.
Tað vísir seg ikki at vera
tað tingið, Eivør ikki kann
ella dugir. Aftur hesa ferð
bergtók hon, og verður sakn
ur í henni í summar, tá hon
verður burturstødd meðan
festivalarnir eru. Næstu ferð
hon verður at hoyra, verður
saman við ORKA tá Stuðuls
konsertin verður í Norður
landahúsinum 7. mai.
Færri velja eftirskúla
Tað gongur illa hjá teimum donsku eftirskúlunum at fáa
nóg nógvar næmingar, og orsøkin er efrtir øllum at døma,
at fólk hava ikki so nógvar pengar um hendi orsakað av
fíggjarkreppuni og hava tí ikki ráð at lata børnini fara á
eftirskúla. Eitt eftirskúlaár kostar umleið 40.000 krónur. Í
einari kanning í februar søgdu 76 eftirskúlar, at eftirspurn
ingurin eftir plássi var minni enn í fjør, og nú siga 90 av
teimum 263 eftirskúlunum, at teir hava pláss fyri fleiri
næmingum. Ein talsmaður fyri eftirskúlkafelagið sigur við
Ritzau, at fleiri foreldur hava boðað frá, at tey noyðast at
raðfesta pengarnar til okkurt annað enn eftirskúla.
Skeivt hjarta
IngeLise Jensen, sum býr í Kolding í Danmark, fekk
einki minni enn ein hvøkk, tá hon fyri stuttum fekk eitt
bræv við úrslitinum av einari hjartakanning. Brævið var
frá sjúkrahúsinum í Frederikssund, men tað vísti seg, at
tað var ikki IngeLise Jensen í Kolding, sum skuldi hava
tað, men ein maður í Frederikssund á Sælandi. Mistakið
komst av, at IngeLise og tann rætti bræveigarin búgva í
Lundbjergvej 28, men hon í Kolding og hann í Frederiks
sund. Postverkið hevur biðið um umbering fyri mistakið,
skrivar JydskeVestkysten.
Konsertin hjá Eivør varð stuðlað við
egnari listaframsýning undir heitinum,
Eygu Hugans. Á framsýningini eru níggju
málningar, hon hevur málað seinasta árið
Myndir: Álvur Haraldsen