mánadagur 27. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 79 - 27. apríl 2009
Flaggdagin hátíðar
helt Norðljómur,
musikskúlin í Norð
ur eysturoy og Norð
ur streymoy, 20 ára
dag. Hetta varð mill
um annað gjørt við
at framføra nýggja
verkið »Sól«, sum
Sunn leif Rasmussen
hevur skrivað til høvið
HátíðarHald
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Myndir: Sofus D. Johannesen
Tað var lagt upp til stórt
hátíðarhald á Eiði leygar
dagin, tá Norðljómur helt
20 ára føðingardag. Heilt
nógvir næmingar eru við í
musikskúlanum, sum Odd
ur Hentze er á odda fyri.
Tey flestu av hesum spældu
áðrenn hæddarpunktið, sum
var, tá nýggja verkið »Sól«
hjá Sunnleifi Rasmussen
varð frumframført.
– Tá eg varð biðin um at
skriva eitt verk til hetta,
segði eg beinanvegin ja, tí
musikskúlin og tónleikur er
ein
sera
týdningarmikil
part ur av lívinum, segði
Sunn leif Rasmussen, somu
leiðis greiddi hann frá, at
hann hevði valt sólina, tí
hon røkkur sálini.
– Eg havi skrivað verkið
soleiðis, at næmingarnir
tónleikaliga sleppa at gera
nakað, tey vanliga ikki
sleppa. Tey sleppa nevniliga
at lata vera við at spæla júst
tað sama, sum øll hini gera,
greiddi hann frá.
Men hann hevði eisini
yvirskot at rósa næm ing
unum í musikskúlanum.
– Eg rokni eisini við, at
næstu ferð tit hava hátíð ar
hald, so verður tað ein
lokalur maður, sum skrivar
verkið. Ólavur Larsen er
nevniliga eitt tað størsta
talentið at skriva tónleik, eg
havi sæð í Føroyum í longri
tíð, segði hann um unga
oyrarmannin, sum spælir
klarinett og klaver, umframt
at skriva tónleik.
Verkið
hevur
fingið
íblást ur úr yrkingum hjá
Christian Matras og Hans
Andreas Djurhuus, og tá
tað varð framført var ongin
ivi um, at Sunnleif Rasmus
sen hevur skrivað.
Undir framførsluni vóru
brot eisini lisin úr yrkingum
hjá Christian Matras og
Hans Andreas Djurhuus.
Hetta gjørdi Rebekka Joen
sen frá Norðskála, og tað
sýntist sum, at Sunnleif Ras
mussen var sera væl nøgd ur
við tað, hann hoyrdi.
20 ára gamal
Norðljómur varð settur á
stovn í 1988, og tað var
Hans Erland í Brekkunum,
sum var fyrsti formaðurin í
felagnum.
Hann
hevur,
síðan hann kom til Eiðis,
verið sera virkin við tónleiki
í bygdini, og tað skilst, at
hann sjálvur fann upp á
navnið til skúlan.
Seinastu 20 árini hava
skiftandi fólk verið formenn
í skúlanum, Súsanna Hamm
er hevur seinastu árini verið
leiðari, men hon takkaði fyri
seg seinasta dagin í 2008.
Nú er Oddur Hentze, sum
eisini er musik skúlalærari,
leiðari í Norðljómi.
Næmingarnir koma fyrst
og fremst úr Norðureysturoy
og Norðurstreymoy, men
tað eru eisini næmingar úr
øðrum bygdum.
Eldri tónleikari
Jógvan K. Mørkøre, ment
anarleiðari á Eiði, varð
fyrstur á skránni, har hann
millum annað fekk 84 ára
gamla Petur M. Ejdesgaard,
ið spældi tónleik á Eiði 1.
mai í 1937.
Petur
M.
Ejdesgaard
greiddi millum annað frá,
at teir spældu 1. mai, tí tá
spældi mann ikki flagg
dagin, tí tá var ongin tílík
ur.
Sjálvur spældi Petur M.
Ejdesgaard piccolo.
– Eg spældi piccolo. Og
so í parantes, en meget lille
fløjte, greiddi hann frá, stóð
á eskjuni.
Tiltakið í høllini á Eiði
hevur verið fyrireikað í eina
tíð, og fekk víst, at Norð
ljómur hevur nógv at siga
fyri tónleik í økinum.
Sól á Eiði
Fundast um veðurlagið
Í dag hittast umboð fyri fleiri lond til fundar í Washington, har
tey fara at umrøða ymsar spurningar í sambandi við umhvørvið
og veðurlagsbroytingar. Tað er Barrack Obama, sum hevur sent
fundarboð, og endamálið er at samskipa ymsar áskoðanir fyri
at gera tað møguligt at fáa eina endaliga semju á
veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn í
desember. Millum luttakararnar á fundinum í Washington eru
USA, Bretland, Týskland, Russland, Kina, Japan og umboð fyri
ST og ES. Danmark er eisini umboðað, tí landið er vertur fyri
altjóða ráðstevnuni seinni í ár.
Fiskivinnuhavnin í søguna
Tað bvar tann tíð, tá Esbjerg var tann stóri fiskivinnubýurin í
Esbjerg. Men so minkaðu kvoturnar, og tað gjørdi, at skipini
fækkaðu, og í dag eru bara nøkur fá fiskiskip eftir í býnum.
Hendan gongdin sæst eisini á tí stóra havnarlagnum, tí nú er´tað
ikki fiskur, men oljuútbúnaður og annar farmur, sum fyllir
havnina. Í hesum døgum fer fiskivinnuhavnin so í søguna, tí nú
hevur býráðið samtykt at fylla hana við sandi og betong. Arbeiðið
verður ætlandi liðugt um eitt ár, og tá skal økið brúkast sum
vinnuøki. Talan verður um 40.000 fermetrar, og sambært
býráðnum hava fleiri fyritøkur biðið um at sleppa at leiga burtur
av økinum.
Rebekka Joensen frá Norðskála las brot
úr yrkingum hjá Hans Andreas Djurhuus
og Christian Matras, sum Sunnleif
Rasmussen hevði tikið við í verkið Sól
Ólavur Larsen
og Marita á
Høgaryggi
hugnaði sær
óført, hóast
tey gjørdu
nøkur mistøk
Jógvan K. Mørkøre
og Petur Martin
Ejdesgaard greiddu
frá tónleiki á Eiði í
1937
Niels Midjord úr Fuglafirði er annar av undir vísar unum
hjá ungu dreingjunum í gittarspæli í musikskúlanum
Oddur Hentze er nýggjur leiðari
í Norðljómi. Hann undirvísir
eisini sjálvur á skúlanum, og her
stjórnar hann verkinum Sól hjá
Sunnleifi Rasmussen