Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 79 - 27. apríl 2009 Møguleiki er at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk – Reykjavík – Tórshavn. Ætlanin er í juni mánaði at taka avgerð um veitan av stuðli. Býarstýrini Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hava sett pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Hetta umsóknarblað fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, telefon 302010. Umsókn merkt »Nuuk – Reykjavík – Tórshavn« eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 28. mai 2009. Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Nuuk – Reykjavík – Tórshavn Tórshavnar kommuna Skeyt bil í túninum Ein fullur maður í Miðvági var illur, tí onkur hevði par­ kerað ein bil í túninum hjá honum. Hann ringdi til løg­ regluna, men tá politistarnir onki gjørdu, tók hann byrs­ una og skeyt eitt hjól á bilin um Tú skalt ansað tær, um tú ætlar at parkera bilin í túninum hjá onkrum. Áðr­ enn tú veitst av, kann vera, at onkur hevur skotið bilin hjá tær sundur og saman. Tað var júst hetta, ið sam­ bært politinum hendi leyg­ ardagin. ­ Ein maður ringdi til okk um seinnapartin, og greiddi frá, at onkur hevði sett bilin í túninum hjá hon­ um, og at bilurin stóð til ampa. Maðurin var ávirk­ aður, og skuldi nokk ongan veg í bilinum, og tá politistar komu á staðið var maðurin ikki at tosa við. Tað næsta vit vistu, var at maðurin hevði skotið eitt hjól á bil­ inum við byrsu, greiðir vakthavandi frá. Og soleiðis tryggjaði mað urin sær, at bilurin á ongan hátt slapp úr túnin­ um. ­ Eg rokni heldur ikki við, at tað er serliga hugaligt at skifta dekk, tá bilurin er skotin, sigur vakthavandi. Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu Átta koyrdu ov skjótt Løgreglan í Eysturoy gjørdi ferðslukanningar um viku­ skiftið, og ikki færri enn átta fólk vóru tikin fyri at koyra ov skjótt. ­ Tað vísir seg, at næstan øll, sum koyra á landsvegunum, koyra ov skjótt, sigur vakthavandi. Hann greiðir somuleiðis frá, at fólk onki leggja í, um tey fáa eina lítla bót á nakrar fáar 100 krónur, men at klippini gera eitt sindur av muni, umframt, at broytingarnar, ið eru ávegis í ferðslulógini kunnu gera mun. Av teimum átta, ið vóru tikin um vikuskiftið, fingu 7 klipp og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Gjørdi óhapp uttan kort og plátur Nøkur ferðsluóhapp vóru um vikuskiftið, og ein maður var við í trimum av teimum. ­ Tað er ein maður, sum av heilsuligum ávum hevur mist koyrikortið, sigur vakthavandi. Leygardagin fór hann biltúr og megnaði at vera við í trim um ferðsluóhappum. Bilurin hevði ongar plátur og mað urin onki koyrikort. ­ Maðurin rendi á fleiri garðar, og tað er púra greitt, at hann ikki er førir fyri at hava koyrikort, sigur vakt hav­ andi. Nøkur onnur óhapp vóru eisini, men onki var álvar­ samt. 13 herverk um vikuskiftið Heili 13 herverk vóru um vikuskiftið. Tey flestu vóru í Havn, men eisini aðrastaðni í landinum vóru herverk. Tað ógvusligasta var bilurin, ið varð skotin, men 12 onnur vóru eisini. Líka frá skøvaðum bilum, til knústar rútar. ­ Tað er so øgiliga dýrt, tá bilar verða brotnir, tað loypir beinanvegin upp á fleiri 1000 krónur, og tað vísir seg, at tað upp á seg er øgiliga nógv herverk í Føroyum, sigur vakthavandi. Stóri trupulleikin við herverkinum er, at tað er ofta, at sera fáir møguleikar eru at finna gerningsfólkini. Aftur afturpart til løgregluna Aftur hetta vikuskiftið helt onkur, at løgreglan hevði uppiborið at síggja eina rumpu, tí tað var júst hetta, sum hendi niðri í miðbýnum. Tá løgreglan skuldi hava fatur á ávirkaða manninum byrjaði hann at renna. Í Grasagarði varð maðurin handtikin, og kann rokna við eini bót á einar 800 krónur. Hetta er nakað, sum javnan kemur fyri, og vísir seg at henda, tá fólk hava fingið eitt sindur ov nógv niðurum. Tað loysir seg ikki altíð at parkera í túninum hjá øðrum. Hetta upplivdi ein persónur í Miðvági leygardagin Politistar máttu renna úr miðbýnum í Grasagarð eftir einum manni, ið helt, at løgreglan skuldi síggja afturpartin hjá honum - Næstan øll koyra ov skjótt á landsvegunum, sigur vakthavandi