mánadagur 27. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 27. apríl 2009
13
Í hesum døgum verður ljós
kastað á støðuna
viðvíkjandi vantandi
røktarheimsplássum serliga
í Tórshavnar komm unu, og
tað av góðum grund um, tí
akutti tørvurin sigst vera á
umleið hundrað nýggjum
plássum.
Síðani Lágargarður var
tikin í brúk í 1987, hevur
kommunan útvegað fleiri
pláss, mest í samband við
yvirtøkuna av
Marinustøðini og við
byggingini av heim inum
fyri minnisveik, men
ásannast má, at tað hevur
munað alt ov lítið higartil.
Gaman í hevur tann
ivingarsama støðan, sum
hevur valdað, tá ið talan
hevur verið um
ábyrgdarbýtið mill um land
og kommunur, verið
ørkymlandi, men nú er
støðan greið:
kommunurnar vita vita nú,
at tað eru tær, sum hava
ábyrgdina av at byggja
røktar heim. Frá landinum
fáa tær 800.000 kr. í
studningsláni fyri hvørt
búfólkið, og teir pengarnar
útvegar landið so hvørt,
hevur landsstýriskonan í
almannamálum veitt trygd
fyri. Raksturin ber landið
100 %. So tað er sostatt
bara at fara í gongd.
Men støðan í dag er heilt
serstaka akutt, og tí leitar
kommunan eftir onkrum
húsum, sum eru so mikið
stór, at tað verður ein
munandi hjálp í tí. Enn
hevur einki verið at hoyrt
um nakra loysn á málinum,
og tá ið hugsað verður um,
hvat ein slík neyðloysn við
neyðugum umbyggingum
fer at kosta, so verður
minni munurin á at byggja
nýtt. Og slíkar neyðloysnir
vita vit av royndum eru
nærum altíð ónøktandi
sum frá líður.
Røktarheimið Mørkin í
Streymnesi er tað seinasta,
ið bygt er, og tað hevur
roynst stak væl. Tað var
skjótt at byggja, og
prísurin var sámuligur.
Hugskot til Heðin
Mortensen
Hvat við at taka samráð
ingar upp við arkitektin og
Sunda kommunu um at
sleppa at brúka somu
tekningarnar til at byggja
eitt ella tvey slík
røktarheim í Havn. Tað
hevði spart bæði eitt og
tvey ár í fyrireikingum.
Farið kundi verið í gongd
beinan vegin, og heimið
kundi verið tikið í brúk
eftir minni enn tveimum
árum. Við at gagnnýta ein
so upplagdan møguleika
hevði Tórshavnar
kommuna fingið eina
dygdargóða og varandi
loysn á akuttu støðuni, sum
allir borgarar í kommununi
høvdu tikið undir við av
fullum huga, og
byggiprísurin hevði ligið
væl innan fyri tað, sum
kommunan er før fyri.
PS. Hevði kommunan lænt
Herluf Joensen eina
gravkúgv, so hevði hann
grivið eisini hetta (hesi)
grundstykkið út eftir fáum
vikum
Nýtt røktarheim í Havn
Eilif
SamuElSEn
Vesturheimurin
deildur?
‘Heili’ 23 lond av teimum 27 í ES standa saman um at
vera ein partur av Durban II, rasismuráðstevnuni hjá
ST, sum verður hildin hesar dagarnar. Men hesi 23
lond eru í fólkatali ein greiður minniluti í
Vesturheiminum!
Ja um vit bert taka vestureuropeisku londini við her,
so gerst hesin minnilutin enn minni.
Men hvat er Vesturheimurin ella hvørji eru
Vesturlond? Hendan ‘heim’ mynda Europa (serliga
Vestureuropa), USA, Kanada, Australia og Ný Sæland.
Ein kundi eisini tikið Japan við vegna teirra politisku
skipan, livifót o.t. Men hetta er eitt elligamalt asiatiskt
land við egnari mentan, øðrvísi religión osfr. Eitt nú
hevur tann virdi – hóast umstríddi – Samuel P.
Huntington lýst Japan sum eina serstaka sivilisasjón.
Ísrael kann eisini teljast uppí Vesturlond í flestum
førum.
USA, Kanada, Australia, Ný Sæland og Ísrael hava
øll boykottað Durban II og hesi lond hava uml. 370
milliónir íbúgvar. ES hevur uml. 490 mió.
Men ESlondini, Týskland, Pólland, Italia og
Holland hava – eins og Ísrael og øll tey ikki
europeisku Vesturlondini (!) – valt at boykotta hesa
rasismuráðstevnu. Hetta hevur við sær, at tey
Vesturlond sum boykotta hesa STráðstevnu umboða
einar 570 mió. vesturlendingar, sum er ein sera greiður
meiriluti. Tey 23 ESlondini sum luttaka umboða
knappar 300 mió. fólk.
Hetta er ikki lovandi
Vesturheimurin, sum vanliga verður hildin at vera
myndaður av rættiliga eins londum, tá hugt verður at
grundleggjandi virðum og samfelagsskipanum: øll eru
t.d. liberal demokratiir og kristin (uttan Ísrael); hesin
heimur er altso rættiliga deildur í hesum virðispolitiska
spurningi, sum verður viðgjørdur á hesari
STráðstevnu.
Vesturheimurin kann, sær tað út til, ikki standa
saman um ein felags rasismupolitik, og heldur ikki
kunnu vit í Vesturlondum standa saman um at luttaka á
hesari STráðstevnu, sum jú er at vísa ólýdni ella
manglandi álit, trúgv uppá henda felagsskap av
heimsins tjóðum, sum jú serliga er eitt barn av
Vesturheiminum.
Leggjast kann afturat, at vit í Føroyum, sum partur av
Danmark, hoyra til tann omanfyrinevnda minnilutan í
Vesturheiminum.
Nú vil eg ikki koma nærri inn á, hví hesin meiriluti
av Vesturheiminum hevur valt at boykotta, men tað er
sjálvsagt, at um mann ikki luttekur, so kann mann
heldur ikki vera við í teimum endaligu orðingunum,
t.e. tí endaligu ‘felags’ STkósini í stríðnum móti
rasismu í heiminum.
Um mann metir orsøkirnar til fráveruna hjá hesum
boykottandi londum at vera í ordan, so má tó sigast, at
hetta lovar ikki serliga væl, hvat framtíðar
STsamstarvi viðvíkur.
Eitt er so tað, at mann ikki stendur saman í ST, sum
hóast alt í sjálvum sær ikki er tann stóra “breaking
news”, men sjálvur Vesturheimurin er, sum sagt, sera
deildur í hesum føri – eins og vit vóru í avgerðini um
innrásina í Irak – somuleiðis hesu meðin ár 2000.
Mann fær hug at spyrja:
Kenna Vesturlond seg ikki heilt heima í ST longur?
Ella er Vesturheimurin bara vorðin meiri ósamdur í
týðandi spurningum? Og hví er tann ikkieuropeiski
parturin av Vesturheiminum samdur um boykottið,
meðan londini, sum skulu eitast at standa saman í ES
ósamd?
Vit í Vesturheiminum og kanska serliga í Europa
kunnu sjálvandi verja okkum við, at vit hava tolsemi
og frælsi til at vera ósamd. Men er hetta ein haldbar
støða í framtíðini í sambandi við virðispolitiskum
grundarlagi og STsamstarvi?
Eg loyvi mær at ivast.
Gunnar
iSfEld
Hettar var niðurstøðan á
Løgtingi seinasta fríggja
dag, tá skerjingar av
ríkis veitingini enn eina
ferð vóru til viðgerðar.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum svaraði á
Løgtingi seinasta fríggja
dag skrivligum fyrispurn
ingi frá undirritaða, sum
hevði heitt á landsstýris
mannin um seta neyv tøl á
avleiðingarnar av seinastu
skerjingini í ríkisveitingini.
Í hesum sambandi vórðu
eisini tær fortreytir, fram
skrivingar og metingar,
sum vórðu lagdar til grund
fyri at skerja og fastfrysta
ríkisveitingina, eftirmettar.
Landskassin hevur mist
3,8 milliardir krónur
Fíggjarmálaráðið hevur
roknað seg fram til, at við
renturs rentu hevur skerj
ingin og fastfrystingina av
ríkisveitingini seinastu 6
árini samanlagt kostað
landskassanum 3,8 milli
ardir krónur. Hettar er
fyrstu ferð, at almennur
føroyskur myndugleiki
hevur sett neyv tøl á hesa
dáragerð, sum sonevnda
fullveldissamgongan
framdi av ideologiskum
ávum eina.
Landskassin missir í ár
579,5 milliónir krónur
Eisini hevur Fíggjarmála
ráðið roknað seg fram til,
at varð ríkisveitingin ikki
skerd og fastfryst frá 2002
at rokna, hevði veitingin og
harvið inntøkurnar hjá
landskassanum verið 579,5
milliónir hægri í 2009 og
tey komandi árini, enn tær
verða. Sostatt er hesin
árligi missur áleið á hædd
við væntaða hallið á
fíggjarlógini fyri inni
verandi ár.
Fullveldissamgongan
sveik síni egnu lyftir
Tá fullveldissamgongan
gjørdi av at skerja og
fastfrysta ríkisveitingina,
var tað ein avgjørd fortreyt,
at tað skuldi rekast ein
skynsamur fíggjar poli
tikkur, soleiðis at rakstrar
útreiðslur landskassans
ikki hækkaðu meira, enn
vøksturin í búskapinum
sum heild.
Staðfest varð í Løgting
inum fríggjadagin, at
fullveldissamgongan als
ikki tók stig til at tillaga
fíggjarligu viðurkskifti
landskassans samsvarandi
niðurskurðinum í ríkisveit
ingini. Tvørtur ímóti, so
loyvdi fullveldissamgongan
rakstrarútreiðslum lands
kassans at hækka munandi,
árini eftir at ríkisveitingin
varð skerd. Mett hevur
verið, at rakstarútreiðslur
landskassans hækkaðu
uml. 1 milliard krónur, tey
árini fullveldissamgongan
sat við valdið.
Av tí at føroyski búskap
urin hevði viðrák árini eftir
skerjingina, merktu vit tó
ikki so nógv til niðurskurð
in og fastfrystingina fyrstu
tíðini. Tað er tó givið, at
skerjingin og stóru
útreiðslu hækkingarnar,
saman við afturvendandi
skattalættum, eru orsøk til,
at tað er munnandi verri at
fáa avlop á fíggjarlógini,
nú tíðirnar eru versnaðar.
Frá spádómum og
ynskidreymum til
veruleika
Táverandi løgmaður,
Anfinn Kallsberg, greiddi
6. apríl 2001 Løgtinginum
frá, at hann væntaði
munandi vøkstur í føroyska
búskapinum orsakað av
oljuleitingarvirksemi, eins
og Anfinn Kallsberg tá
metti inntøkurnar frá olju
leitingarvirkseminum
nærum púra vissar.
Fíggjarmálaráðið hevur
roknað út, at inntøkurnar
frá oljuleitingarvirksemi
seinastu 8 árini hava verið
góðar 90 mió. kr. Frá hes
ari upphædd skulu so
dragast tær útreiðslur,
almennu Føroyar hava havt
av m.a. kolvetnisumsiting,
oljumálaráð og útbjóð ing
um av boriloyvum. Hesar
útreiðslur eru uttan iva
hægri enn inntøkurnar av
oljuleitingarvirkseminum.
Sostatt kann staðfestast,
at nærum púra vissu
oljuinntøkurnar, sum
táverandi løgmaður spáddi,
eru vorðnar til faktiskar
meirútreiðslur.
Ábyrgdarloysi og
politiskt bluff
Ein inntøkumissur uppá
samanlagt 3,8 milliardir
krónur eftir bert 6 árum,
umframt ein árligur inn
tøkumissur uppá 579,5
milliónir krónur komandi
nógvu árini, framdur av
idiologiskum ávum eina,
samstundis sum rakstrar
útreiðslur landskassan
vórðu øktar munandi, kann
ikki sigast vera annað enn
ábyrgdarloysi út um alt
mark.
At fullveldissamgongan
við táverandi løgmanni á
odda, samstundis royndi at
billa føroyingum inn, at
inntøkur frá oljuleitingar
virksemi fóru at skapa
búskaparvøkstur, og at
hesar inntøkur vóru nærum
púra vissar, var púra
ábyrgdarleyst og ikki
annað enn politiskt bluff.
Ábyrgdarloysið má
steðga
Ein kann so spyrja, hví tað
er neyðugt, framhaldandi
at viðgera niðurskurðin og
fastfrystingina av ríkis
veitningini. Til hettar er at
siga, at tað eins og í øllum
lívsins viðurskiftum, eisini
í politikki, er neyðugt at
eftirmeta avleiðingarnar av
tiknum avgerðum, soleiðis
eisini avgerðina um at
skerja og fastfrysta ríkis
veitngina. Ein slík eftir
met ing hevur sjálvsagt til
endamáls, at vit taka við
læru av gjørdum mistøk
um.
Sjálvsstýrisflokkurin
hevur í seinastuni lagt upp
skot fram á Løgtingi um at
skerja ríkisveitingina enn
meira. Í hesari vikuni
viðgerð Løgtingið harum
framt uppskot frá Tjóðveldi
um m.a. at avtaka
sjómanna frádráttin og
áleggja fiskivinnuni
tilfeingis gjald, samstundis
sum ríkisveitingin verður
skerd enn meira.
Lat okkum vóna, at
løgtingsmeirilutin hevur
lært av seinastu skerjingini
í ríkisveitingini, soleiðis at
ábyrgdarleysa ideologiska
bluffið frá loysingar
vonginum í føroyskum
politikki ikki eydnast enn
einaferð.
Ábyrgdarloysi og ideologiskt bluff
løgtingsmaður
JaSpur
VanG