mánadagur 27. apríl 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ]
Manchester United,
Liverpool, Chelsea og
Arsenal vunnu sínar
dystir um vikuskiftið
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Talan gjørdist um status
quo í toppinum í Premier
League. Manchester United,
Liverpool,
Chelsea
og
Arsenal vunnu øll sínar
dystir. Men tað einu løtuna
var líkt til, at Liverpool aft
ur fór at vera oddalið í
Premier League.
Tað sá annars einki út hjá
Manchester United í steðgi
num ímóti Tottenham á Old
Trafford
leikvøllinum
í
Manchester. Hóast væl av
málmøguleikum, so eydnað
ist tað ikki heimaliðnum at
koma á talvuna í fyrra hálv
leiki. Tottenham var effek
tivari, enn heimaliðið, og í
29. og 32. minutti skoraðu
Darren Bent og Modric til
10 og 20 til Tottenham, og
teir hvítu úr London sóu trý
stig fyri stavn, sum kunnu
tryggja teimum eitt sjeynda
pláss, sum fer at geva at
gongd til Europa League,
sum UEFA Cup kemur at
eita í framtíðini.
United trýsti aftur í øðr
um hálvleiki, men tað
skuldi eitt nakað ivasamt
brotsspark til, sum Howard
Webb dømdi, tá hann metti,
at Gomez í Tottenhammáli
num
feldi
fyrrverandi
Tottenhamspælaran,
Michael Carrick. Ronaldo
sett brotssparkið í netið, og
so koyrdi tokið hjá Man
chester United við fullari
ferð.
10 minuttir seinni javnaði
Rooney til 22, minuttin
aftaná legði Ronaldo United
á odda við einum stútara,
og løtu seinni økti Rooney
til 42. Síðani gekk ein lítil
løta, og tá staðfesti fyrr
verandi Tottenhamspælar
in, Dimitar Berbatov sigur
in, tá hann aftaná eitt mistak
í Tottenhamverjuni skoraði
til 52. Samlað hevði Man
chester United væl fleiri
royndir á málið, og var talan
um ein uppibornan sigur,
um enn fyrsta málið var iva
samt.
Cech bjargaði
brotssparki
Liverpool og Chelsea løgdu
trýst á Manchester United
við at vinna sínar útidystir í
Premier League fyr rum
dagin. Chelsea var á vitjan
hjá West Ham á Upton
Park, og eydnaðist tað
Chelsea at knógva heimalið
num við einum teprum 1
0.
Sigursmálið skeyt Salo
mon Kalou, tá 10 minuttir
vóru
farnir
av
øðrum
hálvleiki.
Petr
Cech
í
Chelseamálinum, sum ikki
hevur sæð ov gott út sein
astu dystirnar vísti aftur
gamlar dygdir, tá hann
bjargaði einum brotssparki
hjá Mark Noble. Mark
Noble skeyt eitt brotsspark,
sum sat væl og dygst, men
Cech var, sum ein køttur og
fekk bjargað Chelsea øll trý
stigini.
Chelseavenjarin, Guus
Hiddink hevði nógv lovorð
at bera Petr Cech aftaná
dystin. Liverpool togaði
seg fyribils uppá fremsta
plássið við einum 31 sigri
á útivølli ímóti Hull City.
Alonso skeyt fyrsta málið
hjá Liverpool, meðan Dirk
Kuyt skoraði hini bæði
málini hjá. Geovanni skor
aði málið hjá Hull.
Staðfesti fjórða
plássið
Arsenal tók ímóti Middles
brough á Emirates Leik
vøllinum í dag. Arsenal
vann dystin 20 við tveim
um málum hjá Cesc Fabre
gas. Støðan í hálvleikinum
var 10.
Tá 26 minuttir vóru farnir
fekk Arsenal enn eitt ótrú
liga vakurt mál. Talan var
um sera vakurt samanspæl
millum Cesc Fabregas, An
drey Arshavin og Nicklas
Bendtner. Úr vinstru síðu
beinir Arshavin bóltin inn
til
Fabregas,
sum
var
staddur
við
brotsteigar
markið. Fabregas langaði
bóltin í handara hornið til
10. Tá 67 minuttir vóru
farnir fekk Arsenal sigurs
málið. Emmanuel Eboue
gevur Fabregas eina góða
sending, sum rundar Brad
Jones í Middlesbrough
málinum og skorar til 20.
Rok hevur annars verið
um Fabregas í samband við
ein dyst ímóti Hull, har
hann skal hava spýtt eftir
fólki. Tí kom tað eyka væl
við hjá Fabregas at kunna
vísa seg frá sínari bestu
síðu.
Við sigrinum er Arsenal
10 stig frammanfyri Aston
Villa, sum liggur á fimta
plássi, og við fýra dystum
eftir at spæla skuldi Champ
ions League plássið hjá
Arsenal verið heima.
Tætt í botninum
Middlesbrough liggur fram
vegis undir niðurflytingar
strikuni, og byrjar tað at
síggja svart út hjá norður
enska liðnum.
Nógv lið stríðast fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Blackburn vann ein sera
týdningarmiklan sigur, tá
teir ígjár vunnu 20 á Wig
an, sum hevur mest sum
lívbjargað sær tilveruni í
deildini. Benny Macarthy
og Nelson syrgdu fyri máli
num hjá Blackburn.
Bolton fekk eitt sera
týdningarmikið stig á heima
vølli ímóti Aston Villa við
einum 11 javnleiki. West
Bromwich spæla fyri sínum
møguleika, og vann Bir
minghamliðið 30 á
Sunderland, sum nú er av
álvara hótt av niðurflytingar
vandanum.
Í kvøld tekur Newcastle
ímóti Portsmouth, og vinnur
Newcastle ikki dystin, so er
niðurflytingin
ógvuliga
sannlík. Fulham togaði seg
uppá sjeynda plássið, sum
gevur atgongd til Europa
við einum 10 heimasigri á
Stoke.
Nógvur spenningur verð
ur seinastu fýra umførini
um meistaraheiti, europeisk
pláss og niðurflyting.
Toppliðini
fingu øll fult
Eina løtu var Tottenham á sigurskós, men eitt heldur ivasamt
brotsspark gav Manchester United møguleikan at venda
dystinum. Og við fimm málum í seinna hálvleiki tóku teir so
ruddiliga av
Mynd: Polfoto/AP
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Man Utd
33
24
-
5
-
4
61
23
38
77
2 Liverpool
34
21
-
11
-
2
66
26
40
74
3 Chelsea
34
21
-
8
-
5
56
20
36
71
4 Arsenal
34
18
-
11
-
5
60
32
28
65
5 Aston Villa
34
15
-
10
-
9
50
44
6
55
6 Everton
34
14
-
11
-
9
48
36
12
53
7 Fulham
34
12
-
11
-
11
34
28
6
47
8 West Ham
34
12
-
9
-
13
38
38
0
45
9 Man City
34
13
-
5
-
16
53
45
8
44
10 Tottenham
34
12
-
8
-
14
41
41
0
44
11 Wigan
33
11
-
8
-
14
31
38
-7
41
12 Stoke
34
10
-
9
-
15
33
49
-16
39
13 Bolton
34
11
-
5
-
18
40
51
-11
38
14 Portsmouth
33
9
-
10
-
14
35
50
-15
37
15 Blackburn
34
9
-
10
-
15
37
55
-18
37
16 Sunderland
34
9
-
8
-
17
31
46
-15
35
17 Hull
34
8
-
10
-
16
37
59
-22
34
18 Middlesbr.
34
7
-
10
-
17
25
49
-24
31
19 Newcastle
33
6
-
12
-
15
37
53
-16
30
20 WBA
34
7
-
7
-
20
33
63
-30
28
Giggs er bestur
Ryan Giggs hevur í 18 ár verið mettur millum teir bestu í fremstu
ensku fótbóltsrøðini. Og nú hevur hann enntá fingið pappír upp á
heiðurin. Ryan Giggs endaði nevnliga fremstur, tá atkvøðurnar frá
við og mótspælarum vórðu taldar upp, tá ársins spælari í enskum
fótbólti skuldi kjósast. Hóast aldurin er farin at merkjast, so hevur
Giggs enn einaferð verið ein sera týðandi spælari hjá Manchester
United, sum stendur á gáttuni til at vinna sítt 18. meistaraheitið.
Vinna reyðu devlarnir gullið aftur í ár, verður hetta samstundis 11
Premier Leaguegullið hjá Giggs, sum bert vantar ein dyst, áðrenn
hann rundar teir 800 dystirnar fyri Manchester United.
Nygaard skaddur
Hálvi tvøramaðurin, Marc Nygaard, sum er toppskjútti í
donsku superliguni, skoraði enn einaferð, tá Randers um
vikuskiftið vann á AaB. Í Randers fegnaðust tey sjálvandi
um sigurin, men samstundis bera tey nú ótta fyri, at
toppskjúttin ikki verður við, tá Randers komandi vikuskiftið
skal spæla móti Esbjerg. Nygaard noyddist nevnliga av
vøllinum í øðrum hálvleiki við skaða í lærinum, men enn
er ikki greitt, hvussu álvarsamur hesin er.
Premier League úrslit
Leygardagin
Bolton-Aston Villa
1-1
Everton-Manchester City
1-2
Fulham-Stoke
1-0
Hull-Liverpool
1-3
WBA-Sunderland
3-0
West Ham-Chelsea
0-1
Manchester Utd-Tottenham
5-2
Sunnudagin
Blackburn-Wigan
2-0
Arsenal-Middlesbrough
2-0
Mánadagin
Newcastle-Portsmouth