Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ] Ronaldo dugir enn Ronaldo – altso brasiliumaðurin, sum tríggjar ferðir er kosin heimsins besti fótbóltsspælari – dugir framvegis at finna vegin til meskarnar. Eftir at hava verið úti við skaða í drúgva tíð, spælir 32 ára gamli Ronaldo nú aftur í Corinthians í Brasiliga, og um vikuskiftið skoraði hann tvey av málinum, tá felagið vann 3-1 á Santos í fyrra finaludystinum millum liðini. Ronaldo hevur nú spælt níggju dystir, síðani hann kom aftur á vøllin, og hevur hann skotið átta mál í hesum dystunum. Vil undir 9,5 Usain Bolt hevur í løtuni heimsmetið á 100 metra-teininum við 9,69 sekundum, men hetta er ikki nóg gott. – Eg eri vísur í, at at eg kann renna enn skjótari. Málið er at fáa tíðina undir 9,50, men kanska kann eg eisini koma niður á 9,40, sigur Jamaica-búgvin, sum á OL í Beijing í fjør vann gull á bæði 100- og 200 metrum. Kvinnulandsliðið í flogbólti, sum er úttikið til Oyggjaleikirnar á Álandi, er mannað við ungum og góðum spælarum, sum í nógvar mátar boða frá nýggjum tíðum, meðan manslandsliðið er mannað við góðum og royndum spælarum FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Oyggjaleikirnir vóru á Rhodos í 2007, fingu bæði kvinnu- og manslandsliðið silvur. Hjá kvinnunum var talan um afturstig, tí tær høvdu vunnið gull tær nógv- ar síðstu ferðirnar, men hjá monnunum var silvurið eitt framstig, tí undanfarnu leik- irnar í Hetlandi vunnu teir bronsu. Í báðum førum var talan um finalur ímóti Saare- maa, har kvinnurnar taptu 1-3 og menninir 2-3. Nú leikirnir á Álandi standa fyri framman, er mál- ið hjá bæði kvinnum og monnum at koma ovast á sigurspallin, og nú er enda- liga greitt, hvørji skulu manna tey bæði føroysku flogbóltslandsliðini. – Lítið man vera at ivast í, at Saaremaa síðstu leikir- nar hevur havt klárt bestu liðini, men upp á onkran máta hevur eydnast kvinnu- num at vunnið á teimum, men á Rhodos gekk tað so ikki. Helst er Saaremaa aft- ur hesa ferð sterkt hjá bæði kvinnum og monnum, men eg haldi, at vit hava tvey lið, ið saktans kunnu bjóða av, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbólts- sambandinum. – Fyritreytirnar eru tó rættiliga ymiskar hjá kvinn- um og monnum, tí breiddin hjá kvinnunum er nógv størri. Har er ein rúgva av spælarum, sum bjóða seg fram, og til síðstu venjingina undan úttøkuni vóru 19 spælarar, harav 12 skuldu takast út, og tað var ikki ein løtt uppgáva hjá venjar- unum, tí talan er um javn- góðar spælarar. Skulu spæla skjótt Talan er um eitt nokk so nýtt kvinnulandslið hesa ferð, so onkursvegna líkist tað einum ættarliðsskifti. Ikki er sørt heldur, at stamm- an á liðnum er tann sama sum á U19-landsliðnum, sum í september 2007 vann bronsu í norðurlandameista rakappingini. – Hjá kvinnunum er onk- ur við, sum eisini var við á Rhodos, men hinvegin er eisini nógv nýtt og spenn- andi fólk við, so eg haldi, at kvinnulandsliðið hevur eitt gott útgangsstøði. Vit hava onga orsøk til at halda annað, enn at Saaremaa hev- ur somu styrki sum síðst, men hesa ferð er liðið betur fyrireikað upp á tað, sigur Magnus Tausen. Hann vísir á, at spælar- arnir hjá Saaremaa eru stórir og vælvaksnir, og at venjararnir hjá føroysku kvinnunum, Kristian Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum, tí hava lagt upp til broyttan spælistíl, har størri dentur verður lagdur á at spælið skal ganga skjótt. – Tempo hevur alt at siga, tí tað ræður um at sleppa undan blokkinum hjá mót- støðuliðnum, og eydnast tað at fáa spælið at ganga skjótt, ber betur til at hálað blokkin hjá hinum sundur, so lættari er at fáa bóltin yvir um netið, sigur Magnus. Rutina og Rúni Sum sagt, so er talan ikki um líka stóra breidd í mans- flogbóltinum, men kortini hevur venjarin, Fridolin Bic, burtur úr verandi til- feingi fingið sett saman eina manning, ið telur nógv- ar sera dugnaligar og part- víst royndar spælarar. – Teir hava verið raskir og óførir undir venjingunum, sum hava verið, og málið er at fáa gagnnýtt rutinuna til fulnar, samstundis sum onkr- ir lutfalsliga nýggir spælarar eisini eru í hópinum, sum vónandi kunnu geva liðnum nakað av tí, sum kanska ikki var har síðst, sigur Magnus Tausen. – Eingin ivi er um, at nokk so nógv avhongur av, hvussu Rúni Weihe er fyri, men sum vit hava sæð hann í vetur, kann hann verða lyklaspælarin, tí hann hevur verið kanska betri enn nakr- antíð. Kemur hann heilur ígjøgnum tað, hava vit heilt greitt eitt sterkt og gott manslandslið hesa ferð. Venjari hjá monnunum, Fridolin Bic, er kanska eitt ókent navn fyri fleiri, men hann hevur síðstu tveir vetr- arnar vant mansliðið hjá Fleyr, og sum skilst, ætlar Flogbóltssambandið at knýta hann tættari at sær, so hann kemur at samskipa alla ungdómsvenjingina. Fridolin er av rumenskari ætt, men hevur tað mesta av lívi sínum búð í Svøríki, har hann hevur spælt flog- bólt á hægsta stigi, umframt at hann eisini hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur føroyska konu og býr í Føroyum, so Flogbólts- sambandið vónar, at hann kann geva føroyskum flog- bólti góðan íblástur við tí stóra og breiða kunnleika, hann hevur. Kvinnulandsliðið Helen á Lakjuni ÍF Angilie Joensen KÍF Birita Joensen KÍF Hjørdis Johannesen Fleyr Anja Danielsen Fleyr Guðrið Syderbø Fleyr Katrin Petersen TB Karin Mikkelsen SÍ Birgit Guttesen SÍ Annika á Stongum SÍ Helga Guttesen SÍ Sólvá Dimon Svedala Venjari: Fridolin Bic Manslandsliðið Hans Fróði Jensen Fleyr Thorvald Danielsen Mjølnir Jóhan Nielsen ÍF Føroyar Sune Juul Pedersen Fleyr Jón Falkvard SÍ Brian Poulsen ÍF Hjalmar Joensen Fleyr Rúni Weihe ÍF Andras Jógvansson Fleyr Høgni Viderø Fleyr Jón Joensen SÍ Ragnar í Haraldsstovu SÍ Venjari: Kristian Mikkelsen Hjálparvenjari: Jóhan Petur á Stongum Úrslitini á Rhodos í 2007 Kvinnur Innleiðandi: Føroyar-Rhodos 3-2 Føroyar-Hitra 3-0 Fjórðingsfinala: Føroyar-Orknoyggjar 3-0 Hálvfinala: Føroyar-Bermuda 3-0 Finala: Føroyar-Saaremaa 2-3 Menn Innleiðandi: Føroyar-Jersey 3-0 Føroyar-Áland 3-0 Fjórðingsfinala: Føroyar-Caymanoyggjar 3-0 Hálvfinala: Føroyar-Rhodos 3-1 Finala: Føroyar-Saaremaa 1-3 Flogbóltslandsliðið bæði góð og ymisk Eingin ivi er um, at stórur partur av vónunum hjá manslandsliðnum eru tengdar at, hvussu Rúni Weihe er fyri í Álandi