mánadagur 27. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ]
Ein venjara um vikuna
Fyri triðju ferð í tríggjar vikur skal fótbóltslandsliði hjá
Iran hava nýggjan venjara. Ali Daei fekk sekkin, tá
landsliðið tapti týðandi dyst í HM-undankappingini
herfyri, og eftirmaður hansara, Mohammed Maylikohan,
segði sjálvur upp eftir bara eina viku – og ongan dyst –
sum venjari. Nú er Afshin Ghotbi settur sum
landsliðsvenjari, og so er spurningurin, hvussu leingi
hann sleppur at sita í sessinum.
Tómt stadion til 100.000
Vandin fyri svínakrími hevur av álvara rakt mexicanskan
fótbólti. Um vikuskiftið spældu America og Tecos á risastóra
Aztec-stadion, sum millum annað hevur hýst tveimum HM-
finalum. Men smittu-vandin bar við sær, at myndugleikarnir
bannaðu áskoðarum at koma til dystin, sum Tecos vann 2-1.
100.000 áskoðarar rúmast annars á Aztec-stadion.
Bjørk Herup
Olsen úr Bragdið
setti nýtt rutumet
á teininum til
Flaggdagsrenningina!
Renning
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Aftaná hugnaligu løtuna
við røðu og horntónleiki á
Vaglinum í Havn var spenn-
ingurin øgiligur uttanfyri
gamla Apoteki undan start-
inum til 23´tjúgundu flagg-
dagsrenningina, fleiri enn
700 luttakarar høvdu melda
seg til á www.renn.fo, og er
tað met, og fyrireikararnir
siga at umleið 600 gjøgn-
umførdu renningina.
Fleiri profilar við
Fleiri av stóru profilunum í
heimligu rennikappingun-
um vóru sjálvsagt tilmeld-
aðir, og stóðu teir og tripp-
aðu á málinum til starturin
sum
var
stundisliga
kl.16:00, har veteranurin
Óli Olsen sum vant saman
við luttakarunum og áskoð-
arum stýrdi niðurteljingini
frá 10 - 0.
Teir fyrstu løgdu øgulig-
ani út, og at hjá monnunum
vóru tað serligani Andrias
Hansen og Sam Vang úr
Bragdið, Guttorm Sørensen
úr Treysti, og Gudmund
Joensen úr Triathlon felag-
num sum vildu nakað meira
enn tey flestu, teir fygldust,
og skiftust at verða fremstir,
teir fyrstu kilometrarnar.
Bjørk gjørdi bart!
Hjá kvinnunum eru tað ser-
ligani tær báðar Bragda-
kvinnurnar Bjørk Herup
Olsen og Súsanna S. Søren-
sen, sum tey flestu mundu
verða spent uppá hvussu
tað mundi fara at ganga hjá,
og skjótt sást at Bjørk vildi
tað sum ongin onnur kvinna
hevur megna, ikki enn í øll-
um førum, og nær er ilt at
siga, men hon baði vann og
setti nýtt rutumet, eitt satt
bragd av ungu Bragdakvinn-
uni.
Úrslitini nøkulunda
sum væntað
Hjá monnunum endurtók
Guttorm Sørensen bragdið
frá í fjør at vinna, og var
tíðin umleið 35 sekund
skjótari enn í fjør, og var
tað við Sam Vang úr Bragd-
ið, sum í byrjanini var plág-
aður av livurhøgg, sum kom
sum nr.2 og Gudmundur
Joensen sum nr.3 á mál.
Andrias Hansen kom sum
nr. 4 á mál, og virkaði hann
eisini sjónliga troyttur aft-
aná at hava runni í Paris
Marathon fyri bara umleið
14 døgum síðani við tíðini
2t42 minuttir, sum eisini er
3 ella 4 besta føoyska mar-
athontíð nakrantíð, eitt satt
bragd av unga Andriasi,
meira um hetta seinni!
Tað var av besta veðri
meðan sjálv renningin var,
og hevur tað allarhelst eisini
ávirkan á góðu luttøkuna,
men bert ein tíma undan
startinum oysregnaði, men
tað gekk alt uppá stás, og
komu allir luttakararnir á
mál meir og minni troyttir.
Nýtt met
frá Bjørk
Bjørk Herup Olsen stóð fremst við startin, og ikki óvæntað helt hon sær í oddinum allan vegin
Bara níggju ára
gamli Ari Hansen av
Toftum ger um seg í
gocart-kappingum
niðri, har hann í
løtuni er við í kapp-
ingini um sælendska
meistaraheitið. Vænt-
andi fer hann eisini
at kappast um danska
meistaraheitið
KAPPKOYRing
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast sín unga aldur, hevur
níggju ára gamli Ari Hansen
av Toftum longu gjørt vart
við seg sum gocart-kapp-
koyrari. Teir kønu siga, at
hann hevur sera góð evni,
og hóast kappingarneytarnir
venja fleiri ferðir um vikuna
og kenna breytirnar út og
inn, gevur hann teimum ein
skarpan gang.
Um vikuskiftið var Ari við
í fyrsta av fimm umførum í
kappingini um sælendska
meistaraheitið, og har gjørd-
ist hann nummar fýra av
teimum seks, ið kappaðust.
Og var tað ikki, tí hann var
óheppin í einum av innleið-
andi umførunum henda dag-
in, so bilurin fór at snúra
runt, var hann í minsta lagi
endaður millum tríggjar teir
fremstu.
– Tað vóru bara tvær yvir-
hálingar í kappingini hesa
ferð, og Ari átti tær báðar.
Ari var annars nummar trý,
tá hann fór at snúra runt, so
høvdu vit brúkt meira tíð upp
á gocartin, so vektjavnvágin
var betri, hevði tað neyvan
hent. Men í venjingunum var
størri dentur lagdur á start og
sovorðið, so hinum mugu vit
hyggja at til næstu ferð, greið-
ir pápi hansara, Eyðbjørn
Hansen frá.
Av tí at Ari býr í Føroyum,
má pápin fara við honum til
Danmarkar, hvørja ferð ein
kapping er á skránni, og tí
er dreymurin um eina kom-
andi yrkisleið sum kapp-
koyrari tengd at, um fíggjar-
ligur stuðul fæst til ferðing,
útgerð og annað, sum kostar
pengar.
– Tíbetur hava vit góðar
avtalur við Trygd og Atlants-
flog, men vit vildu ynskt, at
onkur annar eisini hjálpti
til. Vit hava sett okkum í
samband við yvir 80 virki
og fyritøkur, men bara
fingið svar frá tveimum.
Møguliga er tað, tí tey ikki
kenna til hetta slagið av
ítrótti, sigur Eyðbjørn.
– Hevði tað borið til at
fingið eina venjingarlegu
niðri, so hann fekk fleiri
dagar á rað í gocartinum,
kundi tað givið honum góða
venjing, sum hann ikki
kann fáa, sum nú er, og tað
hevði munað væl.
Sum er, kappast Ari um
sælendska meistaraheitið,
sum er nokk so høgligt, tí tá
eru allar kappingarnar á Sæ-
landi. Men tá kappast verð-
ur um danska meistaraheiti,
er talan um trý umfør, sum
eru bæði á Sælandi, Jútlandi
og Fjóni. Har ætlar Ari sær
eisini at vera við, so helst
hava vit ikki hoyrt tað síðsta
frá honum enn…
Ari Hansen avmyndaður saman við hollendska Formel 1-
koyraranum, Jos Verstappen, sum sjálvur byrjaði við at koyra
gocart, tá hann var átta ára gamal
Gocart-snillingurin av Toftum