Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ] Eftir eina sanna mál veitslu, har NSÍ størsta partin av dysti num lá greitt oman á, er liðið nú fremst í bestu deild­ ini. Vespan við hvassasta broddinum, Karoly Potemkin, stakk heilar tríggjar ferð ir og Einar Han­ sen skeyt eitt gott mál. So tað munaði lítið, at EB/Streymur fekk trý mál Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast EB/Streymur er eitt lið, sum má liva við favorit­ leik lutinum allar dystirnar við Margáir, so ætlaðu vespur nar hjá Paula Poulsen ikki, at gevast uttan stríð. Næstan allan dystin var bólk urin úr Runavík omaná, tá teir alla tíðina løgdu press á verjuna hjá heima­ lið num. Hetta hevði við sær, at EB/Streymur hevði nógv bólttap á miðjuni, með an verjuleikararnir týði liga kendu seg illa, tá Bogi Løkin, Hjalgrím Eltør og Karoly Potemkin alla tíð ina royndu at prika bóltin frá EB/Streymi, og tað rigg­ aði eisini væl. Hetta hevði fyri tað mesta við sær, at verjuleikararnir royn du at gyppa bóltin fram efti r, og tí fekk EB/Streym ur fá góð álop. Tó so, EB/Streymur spæl di seg fram til nakrar møgu leikar, men tað var púra greitt, at NSÍ alla tíð­ ina var eina vespulongd framman fyri. Potemkin í hopla Skal ein leikari á vøllinum nevnast, so má tað vera Karoly Potemkin, sum takk aði fyri tíðina hann van di við Margáir, við at skjóta trý mál. Nú er hann kom in fram á fimm mál fyri tveir dystir, og tað er nakað síðan, at nakar leikari hev ur gjørt tað. Tvey av málunum fekk ungarski áloyparin við høvdi num eftir vánaligt verju spæl, og tað sást eisini væl, at Gunnar á Steig, sum vardi málið fyri EB/Streym, ikki er líka sterkur í luft­ spælinum, sum nógvir aðrir málmenn. Seinasta málið fekk ungar in eftir eitt sera gott gjøgn umbrot hjá Hjalgrími Elttør, sum serveraði bóltin fyri føturnar hjá Potemkin, sum takkaði fyri og skeyt sigursmálið í dystinum. Ferð á seinna hálvleiki Í fyrra hálvleiki, sá dysturin út, sum flest aðrir. Nakað av spæli var, men tað takt­ iska hevði munin og tað fan tast iska var ikki at sígg­ ja. Men ímóti endanum á dysti num broyttist hendan mynd in. Heili 4 mál vórðu skotin seinastu 20 minuttir­ nar, og verulig ferð var á. NSÍ vísti besta spælið, með an EB/Streymur megn­ aði nøkur fantastiskt ting upp á deyðbóltar. Har mill­ um annað Bárður Olsen skeyt eitt fríspark úr einum 35­40 metrum. Tað sá út sum, at Meinhard Joensen, í málinum hjá NSÍ hevði stýr á støðuni, men áðrenn mann visti av, sang bólturin í netinum aftan fyri hann. Mál maðurin sá eitt sindur nip in út, men helst hevur bólturin broytt kós beint fram manfyri Meinhardi Joen sen. Hetta kundi verið ein kandi datur til ársins mál. Men tað eru ikki bara EB/Streymur, sum dugir at skjóta fríspørk. Einar Han­ sen hjá NSÍ fekk somuleiðis møguleikan. Hann var einar 25 metrar frá málinum, tá hann smekkaði eitt rættiliga flatt skot framvið múrinum. Gunnar á Steig rakk ikki út til bóltin, og so hevði Einar Hansen skorað. Brotsspark Einar 10 minuttir fyri leik­ lok fekk NSÍ brotspark. Eftir gott pressspæl frá vesp unum var Egil á Bø far in av sínum plássi, og royn di at spæla ein bólt fram eftir. Hendan bóltin fang aðu runavíkingar skjótt, og Bogi Løkin varð spæld ur leysur. Hann setti mál mannin av, men innan­ fyri Gunnar á Steig stóð Marni Djurhuus. Bogi Løkin skeyt bóltin móti máli num, og onkursvegna rakti bólturin Marna Djur­ huus á armin. Páll Augustinussen, sum annars dømdi ein góðan dyst, dømdi brotspark, hó ast tað er torført at síggja, hvussu stóra skuld Marni Djur huus hevði av, at bólt­ urin kom á armin. Sum eitt plástur á sárið gav dómarin ikki reytt kort. Tað kann hugsast, at Nem us Djurhuus, dómara­ eyg leiðari, hevði onkra heil s an til Páll Aug ust in us­ sen um hendingina. NSÍ fremstir Sum úrslitini lagaðu seg í gjár, endaði tað við, at Pauli Poulsen, Karoly Potemkin og restin av vespunum ligg­ ja á odda við 10 stigum, og eru samstundis einasta ósigr aða liðið. EB/Streymur sær hin­ vegin ikki út til at vera ført fyri at liva upp til tað, ið tey flestu væntaðu frá meistar­ unum, ið tey flestu mettu hava eitt sterkari lið í ár, enn í fjør. EB/Streymur-NSÍ 3-4 (0-1): Potemkin stungið vespurnar á odda Hugsa ikki um plássið NSÍ liggja í verandi løtu á odda í Vodafone Deildini, men tað er ikki nakað, Pauli Poulsen hugsar so nógv um. ­ Vit hugsa ikki so nógv um, hvar vit liggja, vit royna bara at vinna okkara dystir, segði hann, og ljóðaði ikki sørt sum Óli Hansen, liðskipari, sum gjøgnum alt 2007 tosaði um ein dyst á gangin. Pauli Poulsen metir somuleiðis, at NSÍ vóru betra liðið tað mesta av dystinum og fegnast, at liðið megnaði at spæla so væl. Karoly Potemkin hevur higartil fingið fimm mál í ár, og hetta fegnast venjarin um. ­ Hann hevur havt nakrar góðar dystir, og kemur helst at hava nakrar afturat, segði Pauli Poulsen. Vóru ov dovnir Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/ Streymi, er ikki nøgdur við spælið hjá EB/ Streymi um vikuskiftið. ­ Vit vóru alt ov leysir í markeringunum, og vildu ikki nóg nógv, greiddi hann frá eftir dystin. Hinvegin vil hann ikki veruliga gera viðmerkingar til vantandi stigini. ­ Tað ber altíð til at spyrja, um tað er nøktandi, at vit bara hava helvtina av stigunum, men tað fyrsta vit mugu gera, er at fáa skil uppá hugburðin og spælið, segði Sigfríður Clementsen, sum ikki var nakað serliga væl nøgdur í gjár. NSÍ EB/Streymur Stórsigur hjá AB Talan gjørdist um eina vældeydnaða útferð hjá AB, sum í gjár vann 5­1 á útivølli móti Skive. Hálvleiksstøðan var 1­0 til AB. David Boysen var tann stóra hetjan hjá AB í dag, hann skeyt hattrick í dag. Hini málini hjá AB skutu Klaus Lykke og Simon Bræmer. Christian Høgni Jacobsen, sum er sáttmálabundin við AB, var ikki á vøllinum í dystinum. Southampton misti 10 stig Fríggjadagin gjørdist tað greitt, at Southampton, sum í mong ár var í bestu ensku fótbóltsdeildini, má flyta niður í triðbestu deildina, sum nevnist League One. Holdingfelagið aftanfyri Southampton hevur seinastu tíðina verið undir umsiting. Sjálvt um felagið hevur roynt at greitt enska fótbóltssambandinum frá, at felagið og holdingfelagið eru tvey ymisk ting, so eru tey í enska fótbóltssambandinum ikki samd við hesum. Tey meta, at Southampton og holdingfelagið eru partur av einum og sama fíggjarroknskapi. Enska fótbóltssambandið hevur givið Southampton eina revsing, sum ger at teir missa 10 stig. Southampton hevur eina skuld, sum liggur omanfyri 20 miljónir bretsk pund. EB/Streymsleikararnir stóðu bara og hugdu at, meðan Einar Hansen og restin av vespunum vunnu dystin við Margáir Mynd: Sofus D. Johannesen