Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ] AB vann sín næsta sigur á rað, og so eru klaksvíkingar einsamallir í botninum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast visjónin um at standa sum fremsta liðið í Føroyum í júst 2009 er endurskoða, hava klasvíkingar sjálvir fingið eina nýggja visjón, har málið er at leggja lunnar undir eitt lið, sum í fram­ tíðini kann lyfta KÍ upp aftur har, sum klaksvíkingar sjálvir meta, at liðið hoyrir heima. Við javnleikum móti NSÍ og Víkingi umframt teprum tapi í Havn hevði unga og mest sum spildurnýggja KÍ­liðið eisini staðið fyrstu royndirnar so hampuliga væl, men talan varð um dumpikarakter, tá teir í gjár tóku ímóti AB. Meira enn nakað, so var hetta ein dystur, sum skuldi vinnast, um klaksvíkingar skuldu fáa arbeiðsfrið, men hetta eydnaðist ikki. Als ikki. Gestirnir av Argjum hildu nevnliga á fram at vísa tær taktir, sum teir hava gjørt so væl í fyrstu dystunum, og aðru ferðina upp í slag gav hetta eisini trý stig. AB helt útgangsstøðinum Á vøllinum mundu vertirnir tó halda seg hava meira uppiborið. Fyrra hálvleik var ikki tað heilt stóra at skriva heim um. KÍ var liðið, sum hevði bóltin meira, men fyrst og fremst tóktist hvørgin part­ urin vilja ofra ov nógv fram­ eftir. Heimaliðið hevði tó einstakar ágangandi roynd­ ir, og Tórður Lervig hevði eina fína roynd, men bólt­ urin varð skotin ov uttarliga, og so spurdist ikki meira enn málspark burturúr. Eftir steðgin var talan á leið um somu gongd. Argja­ menn dúvaðu framvegis upp á kontramøguleikan, og tað var eisini hetta, sum at enda gav úrslit. Tummas Hans Rubeksen varð sendir avstað í vinstru, og tá hann fann Nikolaj Eriksen, kundi hesin spæla tvørtur um til Rasmus Nielsen, sum annan dystin á rað kundi leggja AB á odda 1­0. KÍ hevði undan hesum havt eitt gott trýst, men tað tóktist fullkomuliga fána, tá gestirnir høvdu lagt seg á odda. Og kanska forskrekti tað eisini heimaliðið, at AB bæði undan og eftir máli hevði risa­møguleika at skora. Fortreytirnar hjá AB batnaðu sjálvandi eisini enn meira, soleiðis at teir nú fyrst og fremst royndu at binda um heilan fingur, og tann uppgávan gjørdist sjáldan truplari enn neyð­ ugt. Væl ávegis Sigurin ber við sær, at AB longu nú tykist vera komið so hampuliga væl áleiðis í sínum setningi, sum er halda sessinum í Vodafone­ deildini. Og í øllum førum er ein 50% úrtøka so væl og virðiliga nóg mikið, um teir megna at halda fast um tað støðið. Næstu ferð spæla Argja­ menn á heimavølli móti 07 Vestur. Á tí so væl kenda pappírinum líkist tað einum dysti, sum helst skal geva trý stig. Og ger hann tað, so munnu tey flestu á Argjum longu nú sova nakað nógv róligari, enn tey gjørdu størsta partin av 2007, tá AB fyri higar til einastu ferð var partur av fremstu føroysku fótbóltsrøðini. Kreppan lúrir Fýra umfør er ikki tað stóra, tá hesi hóast alt eru 27 í tali. Men tað er eingin ivi um, at krepputosið nú so spakuliga fer at ljóða í Klaksvík. Tí eitt er at hava tol. Annað er, at skal liðið fáa neyðuga arbeiðsfriðin, so er neyðugt at fáa fulla úr­ tøku, tá spælt verður á heimavølli móti liðum, sum mugu roknast millum tey veikaru í deildini. Tapið leggur longu nú eitt hampuliga stórt trýst á liðið, og so er spurningurin, um ungi miðalaldurin er nóg mikið til at bera hetta trýstið. KÍ-AB 0-1 (0-1): KÍ í botni AB KÍ Skora ikki Jákup Mikkelsen, sum er annar av venjarunum hjá KÍ, var ikki bein­ leiðis ónøgdur við spælið hjá sínum monn­ um sunnudagin. Men hann staðfesti, at effek­ tiviteturin má verða nógv størri, um KÍ skal ota seg uppeftir. ­ Vit hava bóltin nógv. Fyri steðgin skapa vit kanska ikki so nógv, men í seinna hálvleiki hava vit onkrar stórar møguleikar, men vit fáa ikki mál, og tað er tann stóri trupulleikin, sigur Jákup Mikkelsen. Einasti veteranurin hjá KÍ – umframt Jákup sjálvan – var Arnold Joensen, sum spældi størsta partin av dyst­ inum. Jákup vildi ikki siga, at liðið hjá sær er ov ungt, men nakað av royndum høvdu ikki gjørt tað verri. ­ Tað besta er sjálvandi, um talan er um blanding av ungum og eldri spælarum. Men royndu menninir hjá okkum hava verið eitt sindur óhepnir. Jan Andreasen er úti við leikbanni og Heðin á Lakjuni er skaddur, so teir fingu vit ikki brúkt í dag. Tapið ber við sær, at KÍ nú er aftast. Komandi uppgávan er í Fugla­ firði, og hóast tað verð­ ur trupult, so bera Ják­ up og hansara menn framvegis høvdið høgt. ­ Úrtøkan higar til er ikki nóg góð. Og ein slíkan dyst sum í dag, eiga vit at vinna. Men vit arbeiða framvegis hart, og vit hava avgjørt vónir um at fáa nakað við okkum av vøllinum í Fuglafirði komandi sunnudag, sigur Jákup Mikkelsen. -mørk Allan Mørkøre, sum sam­ an við John Petersen stend­ ur á odda fyri AB, var sjálvandi væl nøgdur, eftir at hansara menn kundi taka trý stig við sær úr Klaks­ vík sunnudagin. ­ Uppskriftin var tann, sum vit altíð mugu leggja fyri dagin. Tað er at hava ein øgiliga góðan vilja, og so eru vit eisini eitt sindur skarpari enn teir. ­ Eftir málið fór luftin úr teimum, og tá høvdu vit fult tamarhald á tí mesta. Næstu ferð spæla tit á heimavølli móti 07 Vestur. Er tað ein dystur, sum skal geva úrtøku. ­ Ja, tað skal tað. Higar til hava vit eisini vunnið, tá vit hava spælt á heimavølli, so hví ikki eisini komandi ferðina, segði Allan Mørkøre við 3. hálvleik hjá Rás2 í gjár. -mørk Bymar skoraði tvey mál Jacob Bymar, sum í fjør spældi fyri B68, skoraði tvey mál fyri Varde um vikuskiftið. Varde spælir í 2. deild vestur, og liðið hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá OB. OB vann 3­2, og Bymar skoraði bæði málini hjá Varde. Seinasta vikuskiftið skoraði Bymer eitt mál, so hann hevur mál í gaggunum í hesum døgum. Blackpool fekk javnleik Blackpool spældi næstseinasta dystin í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Nottingham Forest vitjaði í Blackpool, og dysturin endaði við javnleiki 1­1. Bæði málini vórðu skotin í fyrra hálvleiki. Claus Bech Jørgensen sat á beinkinum, men kom á vøllin í yvirtíðini. Blackpool er nummar 18 av 24 liðum við 53 stigum. Hart arbeiði Við knallhørðum arbeiði vann AB sær enn einaferð trý stig á kontina, sum longu nú byrjar at líkjast nøkrum, sum kann tryggja yvirliving í Vodafone-deildini Mynd: Álvur Haraldsen