Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ] Nani vil stríðast Portugisiski spælarin Nani hevur ikki fingið so nógva spælitíð í Manchester United í ár. Bert seks ferðir hevur Nani spælt frá byrjan, og nú verður tosað um, at Nani skal skifta felag. Men spælarin sjálvur hevur ikki hug at geva upp. - Tað er trupult at spæla í Manchester United, tí her eru so nógvir góðir spælarar. Men eg eri glaður fyri at spæla her, og eg vil halda fram her, sigur Nani. Everton uttan verju­ general Everton má spæla FA Cup finalu uttan verjuovastan Phil Jagielka. Hann varð skaddur í dystinum ímóti Manchester City um vikuskiftið, og hann verður ikki førur fyri at spæla størsta dystin hjá Everton í hesum kappingarárinum. Jagielka fekk snudd í knæið, og hann skaðin var so ringur, at hann kann ikki spæla aftur í hesum kappingarárinum. HB vann ein uppibornan sigur á Víkingi, sum ikki veruliga spruttaði fyrr enn seinasta lítla korterið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan gjørdist ongan tíð um væntaða brakið í Gundadali sunnudagin. Talan var um tvey av liðunum, sum ætl- andi skulu gera um seg í oddinum í ár, og mett eftir internu uppgerðunum í fjør, so kundi væl verið, at Vík- ingarnir aftur skuldu herja á Gundadal. Men fyri tað nógva vóru gestirnir alt ov tamir, til at talan veruliga skuldi gerast um nakað brak í Gundadali. Mest av øllum tóktust teir hjá Víkingi ivast í, um teir bara skuldu bíða og dúva upp á kontraálop, ella um teir skuldu niðan at trýsta HB. Heimaliðið royndi hinveg- in at fáa gongd á sítt vanliga pasningsspæl, og tá Víking- ur støðugt ivaðir, hvør teirra leiklutur í dystinum skuldi verða, vóru teir støðugt fangaðir á skeiva beininum, og komu tí støðugt at renna aftan á HB. Talan varð tí fyri tað nógva um einvegis ferðslu, og hóast talan sjáldan gjørd- ist um teir opnu møguleikar- nar, so lá eitt mál til heima- liðið alla tíðina í luftini. Og tað gjørdist eisini veruleiki, tá ein aktobatisk saksaspars- roynd endaði hjá einum leysum Fróða Benjaminsen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at pota í netið. Tað gav eitt sindur meira bit í álopsspælið hjá Vík- ingi, at Finnur Justinussen og Andreas Lava býttu um pláss, men sjáldan gjørdist talan um veruligar møgu- leikar. Tann einasta av slag- num fyri steðgin fingu teir á hálva tímanum, men tað boðar frá effektiviteti, at mál spurdist burturúr. Ov lítið ov seint Eftir steðgin var myndin fyri tað nógva tann sama. Hesa ferð kom HB heilt skjótt á odda, tá ein aftur sera sjónligur Milan Kuljic gjørdi sær dælt av skógar- útferð hjá Geza Turi, og eftir hetta hevði HB fyri tað nógva tamarhald á. Seinasta góða korterið av dystinum stóð tó hampuliga nógv á hjá vertunum. Part- víst tóktist ein trífald útskift- ing hjá Víkingi at seta meira lív í liðið, og partvíst órógv- aði tað HB meira enn gott er, at bæði Fróði Benjamin- sen og Andrew av Fløtum noyddust skaddir av vøll- inum. Og tá Lava-maðurin hjá Víkingi samstundis byrjaði at øsa seg – og brúka sinna- lagið rætt – gav tað fleiri vandastøður niðan móti HB-málinum. Nærmast var Súni Olsen, tá hann hevði skotroynd á stólpan, meðan Áslakur R. Petersen sendi gott skot dygst framvið. Í aðrar mátar kláraði HB við ikki altíð líka lógligum midlum at steðga gjøgnum- brotsroyndirnar hjá Lava, og so gjørdist tað at kalla ov lítið og ov seint hjá Vík- ingi. Týðandi stig Eitt tap í Gundadali er kanska eingin vanlukka hjá Víkingi, men soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg á degnum, er einki at ivast í, at iðranin um mistu stigini gjørdist eyka stór hjá Vík- ingunum. Og hóast uppgáv- an á útivølli móti HB altíð er ein stórur biti, so gerst iðranin neyvan minni av, at bláu eysturoyingarnir mest av øllum mugu ásanna, at teir ikki av álvara spældu fyri sínum møguleika í Gundadali. Hjá HB hepnaðist dagurin hinvegin heilt væl. Fyrst og fremst ræður sjálvandi um at hugsa um tey stig, sum tú sjálvur kanst vinna. Men stigamissurin hjá B36 kom sum so væl við hjá HB, sum nú bert er eitt stig aftan fyri oddaliðið úr Runavík. HB-Víkingur 2-1 (1-1): Spakir víkingar Lága leikferðin var gjøgnumgangandi gjøgnum dystin, og tí gjørdist talan ofta um harðar nærdystir og nógvan orðadrátt Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Loyva teim­ um innaftur Fróði Benjaminsen, lið- formaður hjá HB, var sjálv- andi nøgdur um sigurin, sum bar við sær, at HB nú aftur er við heilt frammi í oddinum. - Eg haldi at vit byrjaðu øgiliga væl, og vit koma eisini á odda. Men vit loyva teimum tíverri inn aftur í dystin, tá teir fáa eitt heldur keðiligt mál. Og við støð- uni 1-1 kann alt enda. Men vit fáa so eitt mál afturat eftir steðgin, og tað vísir seg at vera nóg mikið. – Tú noyddist sjálvur av vøllinum við skaða. Hvussu álvarsamur er hesin? - Tað er trupult at siga, men vit spæla so longu aftur mikukvøldið. Og Andrew fór eisini út við skaða, so tað var eitt sindur keðilig. Men tann dysturin er so aftur móti Víkingi, og tapa vit tá, so eru vit úti úr steypakappingini, so vit fara sjálvandi aftur inn fyri at vinna tá, segði Fróði Benjaminsen. -mørk Eingin van­ lukka - Vit høvdu sjálvandi ætlað okkum sigurin, men eitt stig høvdu vit eisini verið nøgdir um, so dagurin var ikki tann besti hjá okkum, var liðskiparin hjá Víkingi, Niclas Niclasen, skjótur at staðfesti eftir dystin í Gundadali sunnudagin. – Hví gekk tað ikki, sum tit høvdu ætlað? - Fyrst og fremst eru vit ikki nóg konsentreraðir við málini, sum teir fáa. Og vit gjalda nokk prísin fyri tað. – Tit tóktust øgiliga varn­ ir fyrstu longu løtuna. Vóru tit ov varnir? - Nei. Tað er einki lið, sum kemur til Havnar fyri at dominera dystin, so vit byrjaðu varisliga. Vit komu eisini betur við, sum dysturin leið, og tað koma vit eisini, men tað var so ikki nóg mikið. – Tit verða roknaðir millum liðini, sum veruliga skulu gera um seg í oddinum. Er ein slíkur stigamissur ov dýrur tá? - Tað haldi eg ikki. Vit fáa altíð truplar dystir, og á útivølli móti HB er ein av hesum. So tað nýtist ikki vera nøkur vanlukka fyri okkum, at vit einki fingu burtur úr dystinum í dag, sigur Niclas Niclassen. -mørk Víkingur HB