Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ] Raúl gjørdi hattrick Raúl helt spenningin við líka áðrenn stórdystin í sponskum fótbólti næsta vikuskiftið. Real Madrid vann í gjárkvøldið 4-2 á Sevilla, og Raúl gjørdi trý av málunum. Nú eru fýra stig á muni millum Barcelona og Real Madrid í toppinum í sponsku kappingini, og næsta vikuskiftið hittast tey bæði liðini til oddabrak. Tá kann Real Madrid veruliga toga seg inn á Barca við einum sigri. Barca er ein maskina Venjarin hjá Barcelona heldur, at hansra lið er sum ein maskina. Barcelona skal spæla hálvfinalu í Champions League í vikuni og næsta vikuskiftið er oddadystur ímóti Real Madrid.- Fyrst hugsa vit um Chelsea, og síðani taka vit Real Madrid. Hetta er okkara týdningarmesta vika í kappingini, men spælararnir eru ikki troyttir. Vit eru sum ein maskina, sigur José Gardiola við Sporting Life. Sigurin skal njótast Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, var sjálvsagt feg- in um fyrstu stigini í hesum kappingarárin- um. - Nú skulu vit njóta og gleðast um sigurin, áðrenn komandi upp- gávuna, staðfestir klaks- víkingurin. Venjarin ger greitt, at talan fyrst og fremst var um ein arbeiðssigur í Fuglafirði í gjár. - Vit vildu og skuldu vinna. Vit góvu alt, vit áttu, og tað var nóg mik- ið. Í dag eydnaðst tað okkum at fáa fyrsta mál- ið, og samanborið við hinar dystirnar, so er tað nú mótstøðuliðið sum noyðast fram á vøllin. Og tað gav okk- um gott pláss, sigur Jón Simonsen, ÍF-venjari. -uni B68 við gott mót Venjarin hjá B68 var harmur um, at tað ikki eydnaðist toftamonnum at fáa stig. - Teir fáa mál tíðliga í seinna hálvleiki, og vit royna at trýsta. Men uttan úrslit. Vit spæla væl í dag, tað er ikki trupulleikin, sigur Bill Mc. Jacobsen, sum harmast um stóru broyt- ingarnar í uppstilling- ini. - Nenad Stankovic er úti í dag, og noyðast vit aftur at gera broytingar. Og tá profilnar ikki sláa til í sama mun sum í fjør, verður tað trupult. Men vit hava sýnt posi- tivt spæl og eru vit gott mót, sigur B68-venjari. -uni Fuglfirðingar vunnu sær fyrstu stigini í gjár, tá B68 vitjaði. Við tveimum flottum málum í seinna hálv­ leiki vendi heimaliðið dystinum, og so høvdu toftamenn lítið at siga FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað hevur verið drúgt í Fuglafirði seinastu vikur- nar. Liðið, sum fólk høvdu góðar vónir til, hevði fram- vegis einki stig, og Jón Simonsen, venjari, var trýstur. Men í gjár eydnaðist tað at venda skútuni. ÍF vann sær í gjár fyrstu stigini í Vodafonedeildini, tá B68 vitjaði. Og hóast spælið ikki allatíð var sann- førandi, var sigurin uppi- borin. Skiftandi spæl ÍF var sera lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Í ein góðan hálvan tíma kundi tað teljast á einari hond, hvussu ofta heimaliðið hevði fleiri enn tríggjar sendingar sína millum. Hugflogið var lítið, og sum framherji riggaði illa hjá Høgna Zachariasen. Loysnin hjá honum var oftast at halda bóltinum sjálvur, og tá vóru Jóhan Dávur Højgaard og Ndende Adama Gueye skjótir á honum. Tað var tí heldur ikki løg- ið, at uppspælið til leiðslu- málið hjá fuglfirðingum var einkult. Heimaliðið fekk fríspark á miðjari hálvu hjá gestunum, og í feltinum var Høgni Zach- ariasen fyrstur á og stútaði ÍF á odda. B68 spældi væl í fyrra hálvleiki. Nógv ferð var á bóltinum, og teir høvdu ong- ar trupulleikar við at bróta spælið hjá fuglfirðingum. Teir javnaðu løtu seinni, tá Jóan Símun Edmundsson stýrdi hornasparkið frá André Olsen í netið. Toftamenn høvdu yvirvág undan hvíldini, men eftir steðgin var øðrvísið. ÍF legði bragdligari fyri, og skjótt fingu teir tvey mál. Fyrst smekkaði Frank Poul- sen upp í málhornið, og tríggjar minuttir seinni økti Andy Olsen, tá hann úr vinstru sendi framvið Vlada Filipovic. Broytti ikki stórvegis Hóast leiðsluna á tvey mál broyttist leikgongdin ikki stórvegis. Bill Mc. Jacobsen royndi sjálvsagt at flyta sínar leikarar eitt vet fram á vøllin, men lítið bit var í spælinum. Jón Simonsen skifti miðskeiðis í seinna hálvleiki Hilmar Petersen inn fyri Dánjal á Lakjuni, sum var høgri miðvallari. Við nógvari orku trýsti hann væl Øssur Hansen, sum ikki kom til fleiri av sínum vanligu vandamiklu innleggum úr vinstri. ÍF fekk eisini munandi betri pláss á hálvuni hjá B68 í seinna hálvleiki. Mill- um annað var Andy Olsen tvær ferðir leysur móti mál- verjanum, men misnýtti, og innskifti Hanus Eliasen sendi í tvørtræið í tíðini, sum dómarin hevði lagt aft- urat. Hóast toftamenn fingu minkað um leiðsluna hjá heimaliðnum í seinastu løtu, tá Keita skoraði eftir skjótálop, var eingin ivi um, at stigini ikki fóru nakr- an veg úr Fuglafirði. Sigur- in var væl uppiborin, og sum Jón Simonsen staðfestir aðrastaðni á síðuni, er umráðandi, at fuglfirðingar “nú njóta og gleðast um sig- urin, áðrenn komandi upp- gávuna”. ÍF-B68 3-2 (1-1): ÍF vendi skútuni Høgni Zachariassen var hesa ferð við frá byrjan, og hann vísti góða styrki í loftspælinum, tá hann stútaði fyrsta málið hjá ÍF Mynd: Álvur Haraldsen B68 ÍF