mánadagur 27. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 79 - 27. apríl 2009 ]
Laudrup vil ikki tosa
um landslið
Eftir at Michael Laudrup fekk sekkin sum venjari í russiska
felagnum Spartak Moskva, hava danskir miðlar hug at
spyrja hann, um hann vil verða venjari hjá danska
landsliðnum eftir Morten Olsen, men tað vil Laudrup als
ikki tosa um. - Tað er ein óneyðugur spurningur í løtuni. Tað
er ópassandi at tosa um tað, nú tað gongur so væl hjá
landsliðnum, sigur Michael Laudrup, sum áður hevur verið
hjálparvenjari hjá Morten Olsen á danska landsliðnum.
Takklaði bóltin í mál
frá miðjuni
Sebastian Langkamp, sum spælir fyri týska felagið
Karlsruhe, skoraði eitt óvanligt mál um vikuskiftið. Hann
gjørdi eina glíðandi takkling á miðvøllinum, og
onkursvegna fleyg bólturin avstað ímóti málinum hjá
Leverkusen og endaði í netmeskunum. Hetta var einasta
málið, sum kom í dystinum, so tað var vorðið sum
sigursmál.
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð megnaði
07 Vestur at vinna í
landskappingini, tá
ið botnliðið higartil
gjørdi av við odda
liðið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
At bólturin framvegis er
rundur, og at einki er avgjørt
fyrrenn alt er avgjørt og
meiri av tí slagnum varð
rudduliga undirstrikað, tá ið
07 Vestur í gjár setti trý stig
inn á kontina, sum eftir trý
tey fyrstu umførini var
skralltóm. 07 Vestur er spild-
urnýtt í fremstu deildini, og
tí var hetta fyrsti sigurin
nakrantíð hjá nýggja vága-
liðnum í bestu deildini.
Sigurin var sjálvandi kær-
komin, og hann var eisini
eyðsýndur, tí hann varð
vunnin á B36, sum undan
4. umfari var einasta liðið
við fullari úrtøku. Hegga
Samuelsen hevði ábyrgdina
á 07 Vestur beinkinum.
Piotr Krakowski er í Pól-
landi, og tað vóru vorðin
sum tíðindi, hann hoyrdi
klokkan 5 ígjár!
Hesa ferð bar ikki til hjá
árstalsfelagnum, sum longu
í 1. hálvleiki noyddist at
skifta vongverjan í høgru,
Magnus Olsen, út, og sum
hevði skadda Jákup á Borg
á beinkinum, inntil tað rest-
aði eitt korter. Tá ið lands-
liðsspælarin varð settur á
vøllin, var støðan 2-2, og
tað kundi verið líkt til, at
Mikkjal Thomassen ætlaði
at vinna øll stigini. Soleiðis
tørnaði tað tó ikki út.
Heimaliðið hevði alla tíð-
ina verið væl upplagt og
ágrýtið, og tí var einki for-
gjørt í, at tað fall 07 Vesturi
til
fyrimunar.
Seinastu
tíggju minuttirnar skoraði
superveteranurin Jens Erik
Rasmussen tvey mál. Tað
fyrra við frísparki, sum úr
høgru sigldi millum nógvar
og framvið Tróndi Vatnham-
ar í B36 málinum, og tað
seinni við brotssparki, tá ið
vanliga leiktíðin var farin.
Ransin Djurhuus hevði
havt gula kortið sjey ferðir
á lofti, tá ið hann bríkslaði
fyri síðstu ferð, og rómurin
í 07 Vestur leguni var stórur.
Hugburðurin hevði verið
fínur, og tað hevði víst seg
at loysa seg at vinna nær-
dystirnar og vera fyrstur á
returbóltunum.
Høgri vongverjin, Ragnar
Niclasen, sá longu í 9.
minutti gult, og miðskeiðis
í 1. hálvleiki varð hann
útskiftur – ivaleyst tí venj-
arin kalkuleraði við møgu-
leikanum fyri einum gulum
korti afturat.
Heimaliðið slerdi tónan
ann beinanvegin. Tór-Ingar
Akselsen breyt ígjøgnum í
vinstru og legði innfyri, og
miðvallarin í høgru Hans
Arni Ellefsen stýrdi bóltin í
málið.
Tá ið góður hálvur tími
var farin, tóktist tað skula
vera sum vanligt, tí eftir
lítlari løtu skoraði B36 tvær
ferðir: Í fyrra førinum var
Sam Malson púra leysur, tá
ið hann skoraði eftir frí-
spæling frá Brima Koroma,
og í seinna førinum átti
Brima Koroma aftur sín
stóra leiklut. Trygvi Ask-
ham hálvbjargaði skotroynd
frá honum, og innskifti
Johan
Ellingsgaard
var
fyrstur á returbóltinum.
Undan steðginum javnaði
07 Vestur, og tað var ógvu-
liga týdningarmikið. Mál-
skjútti var Milan Pejcic,
sum við nærra stólpa stútaði
í málið eftir hornasparks-
innlegg úr høgru.
Í 2. hálvleiki var tað Tór-
Ingar Akselsen, ið var mill-
um mest eyðsýndu heima-
menninar, sum vann frí-
sparkið, sum bar leiðslu-
málið við sær, og tá ið B36
hevði spent bogan í roynd
at koma aftur í aftur, og 07
Vestur vann brotsspark, var
tað, eftir at Hendrik Rubek-
sen varð feldur.
Eftir lúsingin í Gøtu fót-
aði 07 Vestur sær, og í árs-
talsfelagnum í høvuðsstað-
num fingu teir enn eina
ferð staðfest, at Sørvágur er
torførur skansi at vinna á.
07 Vestur-B36 4-2 (2-2)
Skrivaðu søgu
í Sørvági
So glapp hjá 07 Vestur, sum sunnudagin fekk sín fyrsta í Vodafone-deildini. Og tað gjørdi ikki
dagin verri, at mótstøðuliðið var higartil ósigraða B36
Tað er
hugaligt
har vesturi
0 stig vestur hevur tað
seinastu vikurnar fleiri
ferðir verið tikið til. Nú er
henda vendingin søga, og
sjálvandi fegnast teir har
vesturi um, at teir ímóti
B36 prógvaðu fyri sær
sjálvum og øllum øðrum,
at tað ber til:
- Hugburðurin var fín-
ur, og tað kennist huga-
ligt, at vit nú eru komnir
á talvuna, staðfesti Jens
Erik Rasmussen, sum
síðstu løtuna skoraði tvey
mál.
Hann rósti sínum lið-
feløgum fyri avrikið:
- Vit eiga fleiri ungar
spælarar, ið vístu, at tað er
dugur í teimum. Tað var
serliga týdningarmikið, tí
longu
í
1.
hálvleiki
noyddist ein av teimum
eldru, Rúni Nolsøe, skadd-
ur av vøllinum. Hann er
ætlaður at vera ein av
teimum, sum stuðlar teim-
um yngru, men hesir vístu,
at teir vóru førir fyri at
stríðast og spæla fyri
sigrinum, og tað gevur
góðar vónir, nú vit skulu
spæla á Argjum. Tað verð-
ur ein ógvuliga spennandi
avbjóðing.
-jh
Mugu vera
eyðmjúkir
Mikkjal Thomassen var
sjálvandi ikki nøgdur,
eftir at hann fyri fyrstu
ferð sum B36 venjari
hevði verið eygnavitni til,
at liðið hjá honum hevði
tapt
ein
landskapp-
ingardyst.
Men hjá venjaranum
kendist tað ikki sum um,
at fótbóltsheimurin var
farin um koll orsaka av
tapinum:
- Vit eru ovurfegnir um
stigini, sum vit hava
vunnið. Felagið hevur
valt at byggja upp á ungar
spælarar, og tað stuðli eg
leiðsluni í. Vit hava mist
fleiri
landsliðsspælarar,
og í staðin hava vit fingið
ungar spælarar á liðið.
Tað fer ivaleyst at síggjast
aftur
í
misjøvnum
avrikum, og tað mugu vit
læra av. B36 hevur áður
havt
trupulleikar
í
Sørvági, og nú mugu vit
vísa eyðmýkt fyri næstu
uppgávuni. Eisini hon
verður ivaleysa stór, tí nú
skulu vit spæla ímóti
HB!
-jh
B36
07 Vestur