mánadagur 27. apríl 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 79 - 27. apríl 2009
Miðbýurin
skal verða eitt
savningarstað
Bogi Andreasen, vara
borgar stjóri sigur, at
miðbýurin skal endur
nýggj ast, og tiltøk setast
í verk við tí fyri eyga,
at gera miðbýin til eitt
savn ing arstað fyri allar
før oyi ngar
Í samrøðu við Rás2
sigur Bogi Andreasen,
varaborgarstjóri í Tórs
havn ar Kommunu, at
kommun an hevur eina
lang tíð ar ætlan, um
hvussu miðbýurin skal
mennast til aftur at verða
eitt savningarstað fyri
allar føroyingar.
Tað er eingin loyna,
at miðbýurin er vorðin
heldur óáhugaverdur at
ferð ast í, og tískil mugu
broyt ingar til, soleiðis at
hann aftur kann verða tað
savn ing arstaðið, ið ein
mið býu r skal verða, sigur
Bogi Andreasen.
Hetta hevur kommun
an eitt boð uppá. Mill um
annað skal býar bóka savn
ið í miðbýnum flytast til
gonguhædd, og uttanfyri
skal verða eitt spælistað,
soleiðis at um hvørvið
eisini gerst barna vina
ligur.
Fyrsta liðið í tilgongdini
er ein kafé, ið fyri fyrstu
ferð lat dyrnar upp
fríggja dagin.
Kafein er í miðbýnum
í Havn, og hevur hon
mill um annað ein stórt
uttan duraøki, har til ber
at njóta eitt hvørt í hugna
ligum umhvørvi og undir
hitalampum.
Petur Pólson:
Mín sál er troytt
Petur Pólson hevur í dag avdúkað enn eitt nýtt lag, sum
verður at hoyra á nýggju fløguni ”Tokyó”, ið kemur út
seinni í ár. Lagið nevnist ”Mín sál er troytt”.
Lagið bleiv fyri fyrstu ferð spælt á Rás2 fyri løtu síðani,
og verður partur av nýggju fløguni hjá Peturi Tokyó, ið
kemur á gøtuna seinni í árinum.
Lagið ber heitið “Mín sál er troytt”, og sjálvur sigur
Petur soleiðis um lagið.
Eg kalli tað eitt bluesnoiseelectroshoegaze
postrockchambergospel lag. Teksturin er ein blúsutur
grenjitekstur, skrivaður og sungin við lungabruna, sigur
Petur Pólson.
Nýggjastu løgini hjá Peturi kunnu hoyrast á heimasíðum
hansara
http://www.myspace.com/peturpolson
http://www.peturpolson.com
Rokkarin úr bólkinum The
Dreams, Hans Edward
Andreasen, bleiv 31. mars
pápi at Klæmint McLeod
Andreasen.
Vit kenna hann eina mest
frá pallinum, har hann,
saman við manningini
í The Dreams, hevur
bergtikið Føroyar, Danmark
og nú Frankaríki. Teir
flyta seg alsamt longri
inn á altjóða rokkpallin,
og framtíðarvónirnar eru
stórar fyri hesum ungu
føroyingum.
Men 31. mars í ár broyttist
lívið hjá Hans Edward,
tá ið hann gjørdist pápi í
sjúkrahúsinum í Hvidovre,
og var tað ein lítil drongur,
ið bleiv borin í heim henda
síðsta dagin í mars.
Navnið á soninum hjá
rokkaranum er Klæmint
McLeod Andreasen, og
vigaði hann 3472 og var 55
cm langur.
Planet ynskir Hans Edward
og maka hansara hjartaliga
tillukku við soninum.
Rokkarin sum
bleiv pápi