Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 79 - 27. apríl 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Fríggjadagin 3. apríl 2009 fingu heilsuhjálparar hand­ að prógv á Heilsuskúla Før­ oya í Suðuroy. Aftara rað f.v.: Eyðhild Vilhelm, Vágur, Torgerð Pet­ ersen, Vágur, Katrin Han­ sen, Haldórsvík, Andrea G. Danielsen, Sumba, Helena R. Eliasen, Tórshavn, Magda S. Guttesen, Sørvágur, Marj­ un Olsen, Porkeri, og Elin Christiansen, Klaksvík. Fremst f.v.: Edith H. í Trøðini, Nes­ Vágur, Vivian Müller, Vágur, Birgith Fuglø, Klaksvík, Eiley H. Weihe, Sørvágur, og Erika Knudsen, Strendur. Próvtøka hjá heilsuhjálparum Andlát og jarðarferðir Lina Høgnesen, Klaks­ vík, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggja­ dagin, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mána­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja vilja minnast Linu kunnu lata Norðoya Ell­ is­ & Røktarheimi eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Emma Joensen, van­ liga nevnd Emma hjá Petur Hans, andaðist á Eldrasambýlinum í Vági fríggjadagin, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju týsdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Emmu kunnu lata Eldrasambýl­ inum í Vági eina gávu. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit vilja takka øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Sonni Olsen Eiði andaðist og var borin til jarðar. Takk, Emil prestur, fyri troystarrík orð, tøkk, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Eina stóra tøkk til Vitan, sum sang yvir børuni, og eina serstaka tøkk til Jóhannu fyri ervið á Hotell Eiði . Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvílistað. Fyri tey avvarðandi Katrin, Karstin, Heidi, Vilbjørg og Jóhannus Einar við fam. 35 ára føðingardagur Tann 3. mai verður Solina Jacobsen 35 ár. Dagurin verður hildin 2. mai kl. 19.00 í Samljóð í Skopun við einum drekkamunni. Dagurin 27. apríl. Ánanias, deyður ár 375. Kristin munkur, sum varð tikin av døgum í Persia. Summir halda, at her er talan um tann Ánanias, sum er umtalaður í Ápostlasøguni 9, 10­19. Fríðrikur Petersen próstur doyði hendan dagin í 1917. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjadagin 24. apríl varð fernisering í Stephanssons Húsi í Havn í sambandi við eina framsýning hjá Kari Roarsdóttir Nilsen Á framsýningini eru 29 vatnlitsmyndir. Framsýnin­ ingin hevur heitið “Djór, fólk, fantasiverur, stemning­ ur, náttúrulýsingar, tankar og dreymar”. Nakrar av myndunum eru í lesibókini »Hervør og Høgni í triðja«, sum Føroya Skúlabóka­ grunnur gav út í heyst, og onkrar eru í Míni Jólabók 2006, sum Bókadeild Før­ oya Lærarafelags gevur út. Kari Roarsdóttir Nilsen er norsk. Hon hevur búð í Før­ oyum í 20 ár og arbeiðir hjá býargartnaranum í Tórs­ havnar kommunu. Kari hevur altíð havt áhuga fyri at tekna og mála. Hon hevur verið við á fleiri framsýningum, bæði sum sjálvstøðug og saman við øðrum. Opið er gerandisdagar frá kl. 9­16. Framsýniningin verður opin til og við Dýra biðidag tann 8. mai. mg Vatnlitsmyndir í Stephanssons húsi Kari Roarsdóttir Nilsen hevur í hesum døgum listaframsýning í Stephanssons Húsi Mynd: Stephanssons Hús Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín Kjeld Holmstrup ættaður frá Hanstholm búsitandi í Ålborg andaðist 26. apríl, 54 ára gamal. Karin Simonsen