Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 27. apríl 2009 29 viðmerkingar Vert at hugsa um… At tveita 100 tals milliónir (mió.) út til útjaðaran ymsa staðni í Føroyum hevur verið gjørt nú tey seinastu 25 árini - kanska eg fari at leita nøkur tøl fram í nærmastu framtíð. Nakrar íløgur eru til frama fyri alt landið, t.d. undirsjóvartunnilin til Vágoynna; aðrar eru til frama fyri ein stóran part av landinum, t.d. Smyril; og uppaftur aðrar eru fyri ein lítlan part av landinum - smábygdirnar: Ein illustrering Gamlarætt, nýggi vegurin til Gomlurætt, ferjulegan í Skopun og Teistin hevur samanlagt kosta uml. 500 mió. kr. Summi vilja vera við, at tað kostaði meira enn tað - nógv meira. Henda hálva milliard (mia.) er brúkt til Sandoynna og til frama fyri sandoyingar einans. Og nú vilja teir hava 800 mió. afturat - íalt uml. 1.3 mia. kr. (hugsið tykkum um 1,3 mia. kr. bleiv brúkt upp á eitt hvørt í Havnini tey næstu árini - tað hevði follið tungt fyri bróstið hjá mongum avbygdafólki). Gásadalstunnilin við tilhoyrandi vegagerð kostaði uml. 50 mió. kr. Tá búðu 6 fólk í Gásadali, og síðani er lítið, um nakað, hent viðvíkjandi fólkatali og aðrari menning. Tað er runt roknað 8,5 mió. kr. til hvønn persón í Gásadali - hesin tunnil er til frama fyri gásadalsfólk einans; hann hevur ongan týdning fyri restina av Føroyum ella føroyingum. Um vit skuldu sýnt Tórshavnar kommunu somu vælvild og samsýning, so hevði tað verið: 8,5 mió. kr. x 20.000 (fólk) = 170 mia. kr. - jep, 170 MILLIARDIR KRÓNUR - til Havnar. (Eg samanberi við Havnina, tí hon er fólkaríkast og tískil tann kommuna, ið lutfalsliga rindar mest til landskassan, hóast hetta fær hon lítið aftur. Hava handilsfólk, alment lønt og onnur sjálvstøðug vinnurekandi ikki rætt til at síggja sín landsskatt aftur í egnari kommunu, bara tí hon eitur Tórshavnar kommuna? - Álvaratos, hetta eru pengar, sum fólk sjálv hava arbeitt fyri). Tunnil-mania Hetta illustrerar, hvussu vitleysar nógvar íløgur í Føroyum hava verið - perspektiv, ein størri samanhangur, manglar. Onkur spyr óivað: Jamen skuldu gásadalsfólk so ikki havt vegasamband? Svarið átti tá at verið: Ikki fyri ein og hvønn prís, nei. Prísurin er nevniliga 50 mió. í fyrstu atløgu; síðani byrja øll hini at grenja um tunnil, sum eisini búgva eitt sindur avsíðis. Nú skal tunnil gerast norður um Fjall á Borðoynni, so nú hava tunnilsrópini ordiliga fingið flog: tunnil millum Kirkju og Hattarvík, tunnil til Gjáar; og so teir tunnlar, sum hava verið uppi og vent áður koma sjálvsagt sterkt aftur: tunnil til Fámjins, tunnil til Dals, tunnil til Vestmanna (eg havi óivað gloymt onkran tunnil), undirsjóvartunnil til Sandoynna og inn á Skálafjørðin - hesin síðstnevndi hevur tó OK grundgeving, men 1,2 mia. kr. - stakkals vit; og hetta letur eisini upp fyri eini 10 tunnlum afturat, ið hava líka vánaliga grundgeving fyri hví teir skulu gerast. Hetta er, leysliga mett, íalt íløgur fyri eini 4 - 8 mia. kr. - kemur ann upp á hvussu nógv verður góðtikið. Og hetta vilja tunnilsfólkini hava innan eini 15 ár - tað ber sjálvsagt ikki til, men um tað verður innan 20 ár, so verður tað óliviligt í Føroyum tey næstu 30 árini. Hetta má og skal havast í huga: Tunnlar eru tey suverent dýrastu prosjektini í Føroyum - tilhoyrandi vegarbeiði er sanniliga eisini dýrt, uml. 10 mió. kr. fyri hvønn km. Við hesum mongu øðiliga kostnaðarmiklu prosjektum eru eingir pengar til menning á øðrum málsøkjum. Er ynski hjá politikarunum og Føroya fólki, sum velur hesar politikarar, veruliga tað, at um 20 ár koyra vit eftir besta vegasambandi nakar oyggjabólkur hevur í heiminum, og við teimum árinum, at vit hava ringasta skúlaverk, heilsuverk og eldrarøkt í vesturheiminum; og tey ringastu tilboð til tey ungu - arbeiðsliga og frítíðarliga - og eitt Fróðskaparsetur, ið tá bert verður brúkt sum fyribilsloysn til at hýsa heimleysum drykkjumonnum? Er hetta fólksins vilji - at vera botnproppurin í framtíðar Pisa-kanningum, og øllum øðrum kanningum um dugnaskap og førleika? Tann afturúrsigldi og retarderaði ættleiddi lítlibeiggin hjá Danmark í útnorði? Rossagøta 3, Hósvík DáviD isfelD Í tíðini 2002-2007 eru lands kassans útreiðslur til heilsuverkið og almanna- verkið øktar við umleið 30%, og í sama tíðarskeiði eru útreiðslurnar til Ríkis- hospitalið øktar við umleið 39 milliónum. Hesi tøl eru sjálvandi vaksin í 2008 og 2009. Útreiðslurnar til bæði verkini verða býttar millum landskassan og ríkiskassan. Tó eigur landskassin einki at rinda fyri serviðgerðir á Ríkishospitalinum, har er ríkiskassin einsamallur um útreiðslurnar, tað er lógar- fest. 1. januar 1988 kom hetta og nógv annað, ið ríkiskassin eigur at rinda, í blokkin. Nógvar – ikki allar – ríkiskassans skyldur eru síðani 1988 og 1993 samlaðar í blokkskipanini. Frá fyrsta degi av varð blokkurin dýrtíðarvið- gjørdur eina ferð um árið, men í 2001 viðtók lands- stýrið, at dýrtíðarviðgerðin av ríkiskassans parti av útreiðslunum til almanna- verkið og heilsuverkið og Ríkishospitalið skuldi halda uppat. Sostatt hevur tann føroyski skattaborg- arin síðani 2002 goldið tann partin av dýrtíðar- hækk ingunum, sum ríkiskassin sambært lógum og viðtøkum átti at goldið. Hetta hevur higartil kostað landskassanum (skatta- borgaranum) 100-tals milliónir, og støðið er máað undan landskassans fíggjarorku. Avleiðingin er, at landsstýrið nú má útvega landskassanum lán uppá eina hálva milliard ”til konsum,” sum Kristian Djurhuus, sáli, so álvars- liga plagdi at málbera seg og ávara ímóti. Men nú leikar á! Føroya fólk hevur sjálv- sagt krav uppá at vita, hví blokkurin til fígging av ríkiskassans lógarbundna parti av útreiðslum til almannaverkið, heilsu- verkið og Ríkishospitalið hevur verið skerdur síðani 1. januar 2002. Hetta hevur kostað tí føroyska skatta- borgaranum millióna upp- hæddir, sum hann av røttum ikki eigur at gjalda. Fyri at fáa hetta at vita er neyðugt at seta landsstýris- liminum við lógarmálum ella kanska formanninum í løgtingsins fíggjarnevnd, sum var løgmaður í 2001, fylgjandi spurningar: *Nær og hvussu viðtók løgtingið, at stuðulin úr ríkiskassanum (blokk- urin) ikki skuldi dýr- tíðarviðgerast í 5 ár frá 1. januar 2002 at rokna? * Nær og hvussu hevur løgtingið viðtikið at stuðulin úr ríkiskass- anum (blokkurin) ikki skuldi dýrtíðarviðgerast í 2007, 2008 og 2009? * Í 2002-2007 hevur landskassin goldið Ríkissjúkrahúsinum umleið 140 dýrtíðar- milliónir, sum blokkurin av røttum átti at fíggjað, um hann ikki varð niðurfrystur 1.1.02. Við hvørjari lógar- heimild hevur lands- kassin síðani 2002 fíggjað ein part av rakstrarútreiðslunum hjá Ríkishospitalinum? Tað er annars lógarfest, at serviðgerðir á donsk- um sjúkrahúsum (Ríkishospitalið o.ø.) verða goldnar av statinum. Tað er eisini lógarfest, hvussu útreiðslurnar til heilsu- verkið og almannaverkið (minus almenna forsorg) skulu býtast millum ríkiskassan og lands- kassan. Eins og við Ríkishospitalinum er statskassin eisini einsa- mallur um at gjalda fyri serforsorgina (í blokk- inum). Samanlagt tosa vit um inntøkuøki til vælferðina, sum ikki hava verið dýrtíðar- viðgjørdar eftir boðum frá landsstýrinum til ríkisstjórnina – nú á áttanda ári. Endamálið við hesum spurningum er at vita, um landsstýrið hevur framt ágang móti lógbundnari fígging til landskassan – og hervið eisini skattaborgaranum – við álvarsligum avleiðingum fyri tað føroyska fólkið; serstakliga fyri gomul, sjúk, avlamin og brekað fólk. Ein uppískoytisspurn- ingur: * Nær vórðu málini: niðurskurður av blokk- inum við 366 milliónum og niður frysting av blokk inum nú á áttanda ári viðgjørd sum tingmál í løgtingin um? Eftir er so at vita, um relevantir politikarar fara at svara upp á spurn- ingarnar við tí ikki ókenda arroganta svarinum: ikki at svara? Slík tøgn kann vera sálarliga lemjandi og loysir ikki vandamál í samfelagnum – tvørtur- ímóti! Løgtingslimir eru í sein- astuni alment farnir at skriva um misskilda nationalismu í Føroyum uttan tó at greiða nærri frá hesum fyribrigdi. Í góðveðri fyri nøkrum tíggjuárum síðani varð á Havnar Skansa proklamer- að ein nationalistisk tesa: Heldur føroying, ið dømir skeivt, enn dana, sum dømir beint. Slíkir tónar og slík hugsan sampakkar ikki við demokrati og forna før- oyska mentan. Í seinastu øld broyttust tjóðskaparkenslur við gorr og reyp til hástóra, eirinda- leysa nationalismu í Europa (Týskland/Italia) og Asia (Japan), hvar moralur líðandi broyttist til amoral, kaos, manna- jakstran og loksins ragnarok í 1939-1945. Her kann av sonnum sigast, at demokratiini í vesturheiminum misskiltu nationalismuna. Og er tað ikki sami vesturheimurin – USA og EU og NATO – sum í dag roynir at ansa eftir, at slíkar ræðuligar misskilj- ingar ikki endurtaka seg? Hjá okkum hevur enda- leyst barnsligt møsn um viðurskiftini millum Føroy ar og Danmark skatt og avskeplað sannar føroyskar tjóðskapar kensl- ur og hetta av fólki, sum heldur seg vera privileger- að við hesum somu kenslum og sigur seg at vera mentað. Men størsti ítøkiligi ørskapurin er tó niður- brótingin av lands kassa- fíggingini, sum varð framd 1. januar 2002 við næstan óbøtiligum avleiðingum. Paradoksalt, tvørt at siga: Hóast tað er løg- tingið, les: landsstýrið, sum er upprunin til ørskapin, so má løgtingið eisini gevast við niður- brótingini. Ørskapurin má steðgast. Niðurfrystingin av statsins lógarbundnu fígging av almanna- verkinum, heilsuverkinum og Ríkishospitalinum má halda uppat, uttan drál, tí nú leikar á. Tvinnir eru kostirnir: Við lóg skal land byggjast, ella Dante: Her er vón útihýst. Vælferðarsamfelagið loysnar í límingini Heri MoHr Husmann Michel Hansen fra Kvivig (1741-1834) – min tipp-tippoldefar Michel Hansen hadde 5 sønner; Hans f. 1781, Joen f. 1782, Poul, f. 1786-87, Anthonius f. 1789 og Ole Jacob f. 1792. Poul dro til Norge og ble opphav til min slekt. Hans, den eldste, hadde mange etterkommere i Kvivig, men jeg kjenner bare til etterkommere etter sønnen Joen (1816-1845) frem til 1900. Den yngste av disse, jeg kjenner til er Birgitte Joensen f. 1901 i Kvivig. Joen, sønn nummer 2 har etterkommere i Torshavn, Vestmanna og Frodebø. Anthonius har etterkommere i Sørvag og Torshavn. De yngste jeg kjenner til er etterkommere etter Holger Simonsen fra Sørvåg (1922- 1981). Han var min 5-menning. Jeg har navn på hans søsken og noen av etterkommerne. Ole Jacobs etterkommere er fra Kvivig, Kollefjord og Midvåg. Den yngste jeg har kjennskap til er Marie Susanne Thomasen f. 1900 i Midvåg. Jeg er 1/16-del fæøying, så det var jo på tide jeg tok en tur hit! Min oldefar Michael Julius Michaelsen f. i Trondhjem 1821, korresponderte med en dame, Anna Elisabeth Joenssen, muligens fra Torshavn. Han skriver i 1862 følgende til henne: "Mine 4 Smaa Børn lever og er Gud skje lov alle stærke og friske. De har for det mæste alle været hjemme hos mig indtil ganske nylig da jeg ble nødsaget til at ophøre med mit Hushold af mangel paa et skikkeligt Fruentimmer til at bestyre det og opdrage mine Smaa. Den første jeg havde dertil var en Datter af Klokker Olsen i Wadsø der nu forlod mig for at gifte sig. Jeg maatte derfor sætte mine 3 smaapiger bort paa hver sin Kant til riktignok brave Folk, men det gjør mig dog alligevel ondt at jeg ikke kan skaffe dem et Hjem. Min lille Gut Julius har jeg med mig ombord". Michael Julius hadde 4 år tidligere mistet sin kone, men han giftet seg igjen 3 år senere. Jeg lurer på hvem han skrev til. Anna Elisabeth Joenssen kan kanskje ha vært datter av Michaels fetter, Michel Joensen. Hun var i så fall født 1836 i Torshavn og gift 1863 med Hans Jacob Matras f 1832 i Klaksvig. Jeg ønsker kontakt med noen som kan hjelpe meg med å finne slektninger som har kjennskap til disse personene og etterkommere etter disse. Jeg kan treffes på karilarsen@tele2. no, +47 97684891 eller på adresse Kari Larsen, Kirkebyenga 14, 1488 Hakadal, Norge. I perioden 27.-29. april bor vi på Hotel Hafnia, Torshavn. Kari Larsen, Noreg Jeg søker slektninger fra Færøyene