leygardagur 13. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 198 - 13. oktober 2001
Nr. 198 - 13. oktober 2001
11
Fríggjadagin stevndu
flestu skúlarnir kring
landið út at renna.
Næmingar og summir
lærarar tuskaðu av-
stað frá morgun-
stundini henda dagin,
tá alt varð gloymt um
bøkur og skúlating.
Sosialurin fylgdi við,
tá børnini í Komm-
unuskúlanum í Havn
runnu
SKÚLARENNING
Heri á Rógvi
Henda eina dagin um árið
skulu næmingarnir ikki
taka bøkurnar fram og sita
og lurta eftir læraranum. Tí
henda eina dagin stendur
skúlarenningin á skránni.
Allir skúlarnir kring landið
plaga vanliga at renna, og
árið í ár var heldur einki
undantak.
Tað er sjálvandi ymiskt,
hvussu langt hvør næming-
ur rennur, men vanligastu
teinarnir eru 5 og 10 km.
Tey minnu renna kanska
færri kilometrar. Tey, sum
halda seg til renna kanska
fleiri enn 10 kilometar.
Vanliga liggur miðaltalið
fyri allar Føroyar um 8
kilometrar, og hetta er
rættiliga nógv.
Fríggjadagin runnu næm-
ingarnir í Kommunuskúl-
anum í Havn. Tey smæstu
børnini løgdu fyri kl. 8.30,
og tey eldstu fóru ikki av-
stað fyrr enn kl. 10.00. Allir
550 næmingarnir á skúlan-
um skuldu renna.
Fyrstu flokkarnir runnu
ikki so nógvar kilometrar
heldur, men tey vóru øll
røsk. Lærararnir vóru við
teimum, og tað sást á teim-
um, at tað ikki var hugurin,
ið bilaði nakað.
Við 10 minuttum ímill-
um, so løgdu teir ymsu
flokkarnir fyri frá Komm-
unuskúlanum. Leiðin, ið
runnin varð, er frá Komm-
unuskúlanum
niðan
til
Svimjihøllina,
framvið
Hoydølum,
niðan
eftir
Mannbrekku, eftir Vegnum
Langa. Tey, sum skuldi
renna 10 kilometar máttu
eisini allanvegin niðan móti
vatnverkinum í Villingar-
dali. Tey, sum ynsku at
renna ein eitt sindur styttri
tein noyddust ikki at fara
niðan í Villingardal, men
kundi heldur snarað oman-
aftur, tá tey komu til Berja-
brekku,
áðrenn
túrurin
gekk omanaftur í Komm-
unuskúlan.
Næmingar fingið frá-
merki skrivað á hondini,
soleiðis at tað kundu vátt-
að, at tey høvdu runnið so-
mikið langt. Tað var eisini
fleiri, sum vóru ógvuliga
troytt, tá tey loksins náddu
niðan í Villingadal, men tey
hildu tó á. Veðrið var eisini
eitt sindur skiftandi henda
fríggjadagin, so tað var
kanska einki serliga huga-
ligt at renna, men næming-
arnir góvu alt, sum tey áttu.
Fleiri kappaðust eisini, tá
tað ráddu um at verða fyrst-
ur á mál. Til tíðir var tað
Skúlarenningin 2001
eisini strævnari hja mynda-
manni og blaðmanni at
fylgja við.
Málið er eisini har tey
byrjaðu, í Komm-
unuskúlanum. Tá
næmingarnir komu
oman aftur í skúl-
an, so fingu teir
eisini hvør sítt pop top at
leska sær við, og tað sá út
sum um, at tað var tiltrongt.
Eisini fingu børnini eitt
heiðursbræv, har tað stóð
skrivað á, hvussu langt tann
einstaki næmingurin hevði
runnið. Tað var heldur frítt,
at tað dámdu næmingunum
at kunna erpa seg við
einum prógvi fyri at hava
runnið heilar 10 km.
»Eg steðgaði ongantíð«,
segði ein. »Tað gjørdi eg
heldur ikki«, segði ein ann-
ar, sum tó báðir vóru sjón-
liga fegnir yvir at verið
komnir á mál.
Tá dagurin var liðugur
høvdu hundraðtals næm-
ingar runnið bæði fimm og
tíggju kilometrar, og vit
høvdu koyrt 15,5.
Allir 550 næmingarnir í Kommunuskúlanum í
Havn hava, eins og restin av næmingunum í
Føroyum, luttikið í skúlarenningini í vikuni
Næmingarnir fáa
frámerki skrivað á
hondina, soleiðis at
teir kunnu fáa rætta
heiðursbrævið
Okkurt drekkandi kom væl
við, tá næmingarnir vóru
lidnir at renna.
Eisini fartelefon er
við, tá skúlarenn-
ingin stendur á
skránni
C
M
Y
K
11
10