leygardagur 13. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 198 - 13. oktober 2001
Nr. 198 - 13. oktober 2001
13
Servandir russiskir
hermenn og nógv
russisk herútgerð er
komin til Afghan-
istan, sigur russiskur
hernaðarserfrøðingur
Russiskir servandir her-
menn sita í russiskum
stríðsvognum og við russ-
iskar
kanónir
á
vígvøllinum nakrar fáar
kilometrar frá afghanska
høvuðsstaðnum
Kabul,
sigur
best
kendi
hernaðarserfrðingurin
í
Moskva, Pavel Felgen-
hauer. Hann sigur seg hava
tíðindini frá einum tjóðar-
tingslimi,
sum
herfyri
segði, at Russland longu er
komið upp í kríggið í Afgh-
anistan.
– Vit eru longu komin
upp í kríggið, tí vit hava
longu latið Norðursam-
gonguni nógva herútgerð,
og saman við útgerðini
hava vit latið teimum ser-
frøðingar, teknikarar og
ráðgevar, skal tjóðartings-
limurin Aleksej Arbatov
hava sagt.
Í Moskva er alment kent,
at júst Arbatov og Felgen-
hauer hava gott samband
við ovastu russisku her-
leiðsluna, og tíðindi frá
teimum báðum hava rætti-
liga ofta víst seg at vera
sonn.
Trýsta vígvøllin
suðureftir
Í einari grein í blaðnum
Moskovskie Novosti skriv-
ar Pavel Felgenhauer, at
russiska
herleiðslan
er
ósamd um avgerðina at
senda hermenn til Afghan-
istan. Roknað verður við, at
amerikanarar fara at senda
hermenn inn í syðra partin
av landinum. Tí er vænt-
andi, at Taliban-herdeild-
irnar fara at hopa undan
norður ímóti markinum til
Uzbekistan og Tadjikistan,
og at tær kanska eisini fara
um markið inn í tey bæði
londini. Hendir tað, kann
tað koma Russlandi sera
illa við, skrivar Pavel Fel-
genhauer í greinini.
Sambært Felgenhauer er
júst hetta orsøkin til, at
russiska herleiðslan valdi
at lata Norðursamgonguni
tunga herútgerð og russisk-
ar serfrøðingar, so teir
kunnu
trýsta
vígvøllin
longur suður.
Russisku hermenninir,
sum eru í Afghanistan, eru
ikki í russiskum hermanna-
búna, sum teir skulu ikki
verða avdúkaðir. Ein annar
spurningur er, hvat hendir,
um Taliban-hermenn taka
ein
russiskan
hermann
fanga. Tá noyðist Moskva
annaðhvørt at látast sum
einki ella at samráðast við
Taliban.
Russiskir hermenn
í Afghanistan
Myndakapping, sum
3arin skipar fyri,
endar leygardagin 20.
oktober. Tá verða
vinnararnir kosnir á
torginum í SMS.
Tann, ið vinnur, kann
tá kalla seg eigara av
ársins summarmynd
2001
MYNDAKAPPING
Ingrid Bjarnastein
Dómararnir, ið eru navn-
leysir, verða tríggir í tali,
skulu leygardagin 20. okt-
ober finna ársins summar-
mynd í myndakappingini
hjá 3aranum.
Dómararnir døma eftir,
um myndin yvirhøvur er
ein summarmynd, motiv,
hvussu tær eru tiknar og so
framvegis.
Nakrir trupulleikar hava
verið við myndum, av tí
summi fólk hava sent
myndir inn, sum bara eru
tiknar heima í stovuni, og
als ikki kunnu koma undir
heitið »summarmynd«. Tær
myndirnar vórðu so sendar
aftur til eigaran.
Svanna
Nørspang
er
tann, ið stendur fyri mynda-
kappingini.
– Seinastu vikuna hava
vit fingið ógvuliga nógvar
myndir sendandi. Talið á
innsendum myndum er nú
komið uppá umleið 350.
Freistin at senda myndir
inn er ikki úti fyrr enn
leygardagin, so eg vænti, at
fáa umleið 400 myndir við í
kappingina, sigur Svanna
Nørspang.
Allar myndirnar verða
margfaldaðar í litum og
vaksið verður eisini um tær,
so mátini verða 20x30 cm.
Síðani verða tær límaðar á
eina stóra plátu. Uppruna-
myndirnar verða beinan-
vegin sendar aftur til eigar-
an.
Pláturnar skulu so setast
upp á torginum í SMS, har
høvi verður at síggja allar
innsendu
myndirnar.
Myndirnar verða at síggja
frá mánadegnum 15. okt-
ober til leygardagin 20.
Høvuðsvinningurin
í
kappingini er ein vikuskift-
isferð fyri tvey til Keyp-
mannahavnar á fýrastjørn-
aðum hotelli. Næstbestu og
triðbestu myndirnar fáa eitt
digitalt myndatól frá Min-
olta. Av tí at undirtøkan
hevur verið so góð fáa
myndirnar frá nummar fýra
til 10 eisini ein vinning.
– Hetta er ikki rættiliga
sett uppá pláss enn, men
tað verður helst ein gávu-
pakki av einum slag, sigur
Svanna at enda.
Ársins summarmynd
Svanna Nørspang skipar fyri myndakappingini hjá 3aranum
Mynd: Jens Kr. Vang
TÍÐINDASKRIV
Føroya Sanglærarafelag
Fríggjadagin 26. oktober
fáa uml. 350 børn úr land-
sins skúlum møguleikan at
hittast til stóra sangtiltakið
"Barnakórstevnan 2001".
Stevnan
byrjaði
fyri
tveimum árum síðani, við
fyrstu stevnunu í Havn, har
uml. 200 skúlabørn luttóku.
Í fjør varð so boðið til
barnakórstevnu á Kambs-
dali, har heili 500 børn úr 3.
til 7. flokki luttóku.
Tað er Føroya Sanglær-
arafelag, sum skipar fyri
hesi stevnuni. Í september
verða tekstir og nótar send-
ir skúlum, sum hava meld-
að seg til. Umframt fáa øll
eina fløgu við løgunum, so
lættari er at venja sangirnar,
sum í fleiri førum eru
ókendir hjá nógvum. Eitt av
endamálunum við sang-
stevnuni er at geva børnum
nýggjar/ókendar sangir at
syngja.
Hóast vit kalla tað eina
barnakórstevnu, eru tað
ikki bara barnakór, sum
luttaka. Stórur partur av
luttakarunum eru skúla-
flokkar, sum hava ein
ágrýtnan sanglærara, ið
syngur nógv við børnunum.
Endamálið við barna-
kórstevnuni er
• at menna sangin í fólka-
skúlanum
• at geva børnunum eina
uppliving við at syngja
saman við nógvum øðr-
um
• at fáa sett barnakór á
stovn í skúlum kring
landið.
Barnakórstevnan endar
við einari konsert í Fríð-
rikskirkjuni kl. 15.30, har
foreldur og onnur eru væl-
komin at koma at hoyra,
hvat ið komið er burtur úr
henda dagin.
Føroya Sanglærarafelag
fór í gongd við hetta til-
takið, ásannandi at tón-
leikur í fólkaskúlanum við
nýggju skúlalógini hevði
fingið nógv verri sømdir. Í
nýggju skúlalógini er fakið
lagt
undir
fakbólkin
Handaverk og list, og
verður hervið skorið niður í
tímatali frá 8 tímum í niður
í 5 tímar tey 7 skúlaárini.
Sambært fólkaskúlalóg-
ini, kunnu skúlar bjóða
næmingum undirvísing í
frítíðini. Ofta er tað tón-
leikur, teimum stendur í
boði (gittarspæl, orkestur,
blokkfloyta kór o.s.fr.) Allir
skúlar fáa tillutað ávíst
tímatal í mun til næminga-
talið til hetta endamál.
Tónleikaundirvísingin í
hesum høpi hevur alstóran
týdning fyri tónleikaundir-
vísingina í fólkaskúlanum
og fyri fólkaskúlan sum
heild. Her fáa áhugaðir
næmingar høvi til at menna
seg tónleikaliga, og fær
hetta eisini positiva ávirkan
á kravdu tónleikatímarnar
og aðra undirvísing yvir-
høvur.
Tað er ógvuliga misjavnt,
hvussu skúlarnir velja at
brúka
hesar
tímar.
Á
nógvum skúlum eru hesir
tímar fyri langt síðani tiknir
til annað endamál - kanska
tí tímarnir til vanliga und-
irvísing eru ov fáir.
Í summar (juli) komu
boð úr Mentamálastýrinum
til allar skúlar, at í hesum
skúlaárinum fram til 1.
januar 2002 skuldi tímar til
undirvísing í frítíðini ikki
brúkast til hetta endamál.
Undir hesum umstøðum,
sær ikki út til, at vit kunnu
roknað við, at nógv barna-
kór verða sett á stovn í
skúlunum kring landið.
Áhugin er stórur, men um-
støðurnar ikki nøktandi.
Barnakórstevna í Fríðrikskirkjuni
Bæði kvinnur og
menn seta í dag sjøtil
á meistaradeildina.
Hjá kvinnunum verð-
ur ein sera áhuga-
verdur dystur í
Klaksvík í dag millum
Mjølnir og TB. Hjá
monnunum skulu
meistararnir ÍF til
Sørvágs, og tað
verður neyvan so lætt,
sum ein kundi trúð.
Aftur í ár eru fleiri
nýggir útlendskir
leikarar komnir til
landið
Hetta er vikuskiftið, tá
flogbólturin av álvara fer í
gongd aftur. Og bæði hjá
kvinnum og monnum sær
tað rættiliga spennandi út í
meistaradeildini. Fleiri lið
hava brúkt hesar seinastu
mánaðirnar til at styrkja seg
við útlendskum leikarum.
Tað ber sjálvandi illa til at
siga longu nú, hvussu hesir
fara at roynast, men í øllum
førum fara tey útlendsku
flogbóltsfólkini aftur í ár at
seta sín serstaka dám á
flogbóltskappingina.
TB spennir bogan
Eitt av liðunum, sum sein-
astu árini hevur verið við til
at mynda kvinnukapping-
ina, er TB. Í fjør vunnu
suðuroyarkvinnur nar
bronsu, men tær vóru
ongantíð nær við tey hægru
plássini, og kappingin bleiv
skjótt ein kapping millum
Drátt og Mjølnir. Men í ár
kundi okkurt bent á. at TB
veruliga ætlar at vera, har
tað er stuttligast at kappast.
Tveir útlendskir leikarar úr
ávikavist
Rumenia
og
Jugoslavia eru komnir til
Tvøroyrar, og um hesar
báðar gerast ein góður
fongur hjá TB, er væl
hugsandi, at Suðuroyggin
veruliga fer at gera seg
galdandi í vetur. Og TB-
kvinnurnar fáa beinanvegin
møguleika fyri at vísa, hvat
tær ætla í ár, tí tær byrja
kappingina í dag á útivølli
móti Mjølni. Ein hørð
byrjan, tí á heimabeiti
plagar Mjølnir ikki at vera
til at spæla við. Tann dyst-
urin er settur at byrja
klokkan 13.00, og so verð-
ur áhuavert at síggja TB-
liðið
royna
seg
móti
Mjølni, sum altíð er at
rokna millum FM-favoritt-
arnar.
Føroyameistararnir
úr
Drátti leggja út við heima-
dysti á Giljanesi móti ÍF.
Her verða Marina Popovic
og hinar í Drátti favorittar,
og tað er so nakað, tær
mugu venja seg við. Sum
føroyameistari finnur ein
skjótt útav, at trýstið er
størri enn annars, ikki
minst tí hini liðini gera sítt
ítarsta og kanska eitt sindur
afturat, tá tað eru sjálvir
meistararnir sum standa
hinumegin netið.
Í morgin hittast Fossánes
og Fleyr. Tað gekk sera illa
í hond hjá Fossánesi í fjør,
men Fleyr var so tað liðið,
tær stóðu seg best ímóti
seinasta kappingarár. Sum
heild verður roknað við, at
hesi bæði liðini fara at
stríðast í niðaru helvt av
stigatalvuni í vetur, men
annað av liðunum fer so at
byrja kappingina við einum
sigri, og tað er jú altíð gott.
Kvinnuflogbólturin
er
spjaddur út um alt landið.
Suðuroyggin,
Vágarnar,
Eysturoyggin, Norðoyggjar
og Havnin hava øll umboð í
meistaradeildini, og tað er
hugaligt. Hinvegin merkir
tað so, at tað ikki er land-
fast millum tey flestu liðini.
Men Mjølnir og Fossánes
eru grannar, og tí ber til hjá
teimum at spæla næstan
nær tað skal vera. Og tann
fyrsta av teimum granna-
uppgerðunum verður miku-
kvøldið. Men fyrst og
fremst hava leikararnir
eyguni vend móti uppgáv-
unum, sum standa fyri
framman í dag og í morgin.
Føroyameistarar til
Sørvágs
Í kappingini hjá monnun-
um hevur nógv verið tosað
um SÍ hesa seinastu vikuna.
Tað eru fleiri onnur feløg í
meistaradeildini, sum hava
stoltari traditiónir enn SÍ,
men farna vikuskifti gjørdu
sørvingar bart og tryggjaðu
sær pláss í steypafinaluni,
sum verður komandi vár.
Borko Ilic er vorðin venj-
ari í Sørvági, og ein annar
útlendskur leikari er við á
SÍ-liðnum. Og í landskapp-
ingini leggja teir hart út, tí í
dag koma føroyameistar-
arnir úr ÍF vestur at vitja. ÍF
telist aftur í ár millum
favorittarnar, og hetta verð-
ur ein verulig styrkiroynd
hjá SÍ, sum í fjør endaði
langt aftast, men sum í ár
sær út til at ætla sær longri
upp.
Tá vit leita eftir einum
avbjóðara til meistaraheitið
hjá ÍF, sær Fram næstan út
til at vera frægasta boðið.
Romica Pascu og hansara
menn skulu til Klaksvíkar
at leika móti Mjølni, og
hesin dysturin kann geva
eina góða ábending um,
hvar liðini bæði flóta í ár.
Mjølnir byrjaði sera væl í
fjør og var á odda í grund-
spælinum.
Men
aftaná
nýggjár fóru teir at tapa, og
so dragnaðu teir skjótt.
Spurningurin er so, um
tann gongdin skal halda
fram nú hálvt ár seinni, ella
um Mjølnir kemur aftur á
vinnarakós.
Fimm lið eru í meistara-
deildini
hjá
monnum.
Fimta liðið, sum er Fleyr,
spælir ikki hetta viku-
skiftið. Eins og áður verður
borið so í bandi, at tað
felagið, sum ikki spælir eitt
vikuskifti, í staðin fær
dómarauppgávur at røkja,
og tað hevur Fleyr so hetta
vikuskiftið.
Dystir hetta
vikuskifti:
Meistaradeild kvinnur
13/10 Mjølnir-TB
13.00
13/10 Dráttur-ÍF
14.00
14/10 Fossánes-Fleyr15.00
Meistaradeild menn
13/10 SÍ-ÍF
14.00
13/10 Mjølnir-Fram 15.00
Útlendingar seta dám á flogbóltin
C
M
Y
K
13
12