leygardagur 13. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2001
15
Føroyameistararnir
úr VÍF seta sjøtul á
landskappinga um
vikuskiftið, og ikki
minst tykist talan
gerast um ein
spennandi
kvinnudyst í Vági
UPPTAKT
Jákup Mørk
Í Vestmanna hava tey bíða
eina viku longri enn alla
aðra staðni, tá talan er um
fyrstudeildarhondbólt.
Sunnudagin fara tó bæði
kvinnur og menn í eldin, og
ivaleyst ætla bæði liðini at
verja FM-gullið, sum tey
vunnu so trygt í vár.
Alt tykist spennandi
Hjá kvinnunum tykis talan
hetta vikuskiftið at gerast
um tveir ógvuliga spenn-
andi dystir.
Á Hálsi í Havn verður
lokaluppgerð, tá Kyndil og
Neistin fara at takast. Eftir
at Kyndil eitt skifti í
90’unum vann sær eitt
yvirtak í hesum uppgerð-
um, hevur Neistin oftast
verið omaná tey bæði
seinnu árini.
Nú tykist Kyndil tó aftur
at vera styrknað nakað, og
tó at tær taptu fyrsta dystin
á árinum, so boðar tað
kortini frá góðum, at tær
eitt skifti vóru um at koppa
Stjørnuni á heimabeiti.
Neistin tykist hava á leið
somu styrki, sum tey
undanfarnu árini, so spenn-
andi sær tað í øllum førum
út.
Á Skála skuldu uppflyt-
ararnir tey bæði seinastu
árini av røttum dystast, men
hesin dystur er nú útsettur
til mikudagin, 31. oktober.
Orsøkin sigst vera, at høllin
á Skála ikki er tøk sunnu-
dagin, men einki er at ivast
í, at hetta fer at koma væl
við hjá skálafólki. Leygar-
dagin
kann
nevnliga
roknast við, at fótbóltsliðið
á vestara arminum fyri
fyrstu ferð fær sæti í bestu
deildini, og so er lítið at
ivast í, at talan verður um
opið hús.
Seinni dysturin verður
tann í Vági, og føroya-
meistararnir úr VÍF kundu
neyvan fingið eina harðari
byrjan upp á kappingarárið.
Seinnu árini hevur VB
støðugt nærkast føroysku
hondbóltstindunum,
og
eftir tvær taptar steypa-
finalur á rað, halda tey í
Vági helst, at nú er tíðin
komin, til at okkur stórt
skal henda. Í fjør varð liðið
í stóran mun skert av
skaðum, men nú allar eru
tøkar aftur tykist liðið hava
funnið røttu styrkina. VÍF
ætlar sær hinvegin uttan iva
at endurvinna gullmerkini,
og í so máta kann dysturin í
Vági helst geva eina sera
góða ábending um, hvussu
fer at gangast við hesum.
Fleiri styrkisroyndir
Hjá monnunum eru somu-
leiðis tveir dystir á skránni,
og her tykist talan í øllum
báðum førum at gerast um
eina styrkisroynd hjá nøkr-
um av liðunum, sum ætla
sær í oddin hetta kapping-
arárið. Tríði dysturin skuldi
verið ímillum StÍF og H71,
men eins og hjá kvinnunum
verður hesin dystur útsettur
til seinasta dagin í oktober.
Á Hálsi má Neistin
metast sum favorittur móti
Kyndli. Neisitn hevur í ár
styrkt sær nógv um hópin,
og millum annað er hetta
gjørt við fólki úr Kyndli,
sum hevur mist heitt fitt av
fólki. Tískil eru teir grønu
nú í ferð við at byggja eitt
nýtt lið upp, hetta átti
Neistin at kunna gjørt sær
dælt av, men hinvegin kann
einki takast fyri givið í eini
lokaluppgerð.
Hin dysturin sunnudagin
verður í Vestmanna, har
kollfirðingar
framvegis
eiga heimavøll. KÍF sýndi í
fjør, at teir hava fólkið til at
gera um seg í oddinum,
men úrslitini vóru tó ov
óstøðug, og ikki minst í
fyrru kappingarhálvu lá
heilt illa fyri hjá teimum. Í
Vestmanna gekk hinvegin
upp á stás, og liðið gjørdist
ein greiður føroyameistari,
og ivaleyst ætla teir eisini at
so skal verða í ár. Móti KÍF
fær liðið sína fyrstu styrkis-
roynd, og so er spurning-
urin, hvussu hetta fer at
tørna út.
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 Neistin
1
1 - 0 - 0
28
16
12
2
2 Stjørnan 1
1 - 0 - 0
32
27
5
2
3 VB
1
1 - 0 - 0
23
20
3
2
4 VÍF
0
0 - 0 - 0
0
0
0
0
5 Sóljan
1
0 - 0 - 1
20
23
-3
0
6 Kyndil
1
0 - 0 - 1
27
32
-5
0
7 StÍF
1
0 - 0 - 1
16
28
-12
0
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 Kyndil
1
1 - 0 - 0
24
21
3
2
2 H71
1
1 - 0 - 0
28
26
2
2
3 Neistin
1
1 - 0 - 0
25
24
1
2
4 VÍF
0
0 - 0 - 0
0
0
0
0
5 StÍF
1
0 - 0 - 1
24
25
-1
0
6 KÍF
1
0 - 0 - 1
26
28
-2
0
7 Tjaldur
1
0 - 0 - 1
21
24
-3
0
Meistararnir fara ígongd
Í fjør mest sum tryggjaði VÍF sær
gullið við sigrinum í Vági. Hesa ferð
verður talan um eina strævna
byrjan, tá tær í fyrsta umfarinum
vitjað fremsta sambiðilin til gullið
15
Kvinnurnar hjá TB
hava veruliga gjørt
seg til í ár, og liðið
eigur at roknast sum
ein hin fremsti FM-
kanditaturin
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbóltslandskappingin
fer í gongd um vikuskiftið,
og tað er ikki sørt, at stórur
spenningur longu nú er um,
hvønn veg gullmerkini
fara, tá avtornar.
TB riggar til
Hjá kvinnunum vóru tað í
fjør serliga Dráttur og
Mjølnir, sum gjørdu um
seg. Dráttur vann, tá saman
um kom føroyameistara-
heitið, men í steypafinaluni
máttu tær lúta fyri 2-3
Mjølni, eftir at tær annars
høvdu verið á odda 2-0.
Sjálvndi skulu hesi bæði
liðini eisini takast í álvara,
men í ár er líkt til, at
kappingin fer at verða hørð
frá fleiri av hinum liðunum.
Serstakliga er tað TB,
sum í ár hevur gjørt seg til.
TB hevur ígjøgnum fleiri ár
havt sera góð ungdómslið,
men tá fleiri av leikarunum
er farin antin til Havnar ella
til Danmarkar at lesa, hevur
gingist illa við at umseta
góða ungdómsarbeiðið til
úrslit í vaksnu deildunum.
Nú er tó líkt til, at hetta
bert er søga. TB hevur í ár
fingið útlendskan venjara,
og harafturat koma tvær
útlendskar kvinnur at spæla
við liðnum.
Venjarin er italienarin,
Leoni Emanuele og tær
báðir spælararnir eru sam-
búgvi
hansara,
Lily
Popescu úr Rumenia, hon
er 33 ár, og 20 ára gamla
Maja Popovic úr Bosnia-
Herzegovina.
Maja
er
annars
systur
leikandi
venjaran hja Drátti í fjør,
Maryna
Popovic,
sum
eisini gjørdist ársins leikari.
Hóast hon bara er 20 ár,
hevur hon longu roynt seg
sum professionella, hon var
eitt stutt skifti í Týsklandi,
har hon spældi í Leipzig.
Men tað dámdi henni onki
serligt, umhvørvið var kalt,
hon hevði onki samband
við nakran av hinum á lið-
num, kendi seg einsamalla
og longdist illa heim. Tì
gavst hon og fór heimaftur
eftir fáum vikum. Tey siga,
at henni dámar stak væl í
Føroyum, tey stórtrívast og
tvørafólk taka sær væl av
teimum útlendsku spælar-
unum og so hevur hon
eisini systrina nærhendis.
At TB skal takast í álvara
var sjónligt í Fleyr-kapp-
ingini seinasta vikuskiftið.
Her vann TB kappingina,
og ikki nóg mikið við tí.
Tær vunnu allar dystirnar
3-0, og vóru bæði Mjølnir
og Dráttur ímillum mót-
støðuliðini. Tað skal tó
nevnast, at hópurin hjá TB í
ár tykist sera tunnur, og
skal tískil ikki so nógv til,
fyrr enn liðið av álvara
viknar.
Sum nevnt, so verða tað
serliga Mjølnir og Dráttur,
sum fara at geva TB
kapping í oddinum. Dráttur
hevur eins og í fjør
útlendskan styrk á liðnum,
og so er spurningurin, um
tað framhaldandi er nóg
mikið við heimligu leikar-
unum hjá Mjølni.
Hini trý liðini í deildini,
Fleyr, ÍF og Fossánes skulu
sjálvandi ikki forsmáast í
øllum hesum, men lítið er
at ivast í, at tey koma at
kappast um plássini uttan
fyri heiðursmerkjarøðina.
SÍ er spennandi
Hjá
monnunum
stóð
kappingin í fjør ímillum
fyrst og fremst Mjølnir og
ÍF, men eisini Fram og
Fleyr vóru til tíðir væl við,
og tað vóru eisini úrslitini
ímóti hesum feløgum, sum
avgjørdu meistaraheitið.
Tá var tað bert SÍ, sum at
kalla datt uttan fyri fína
selskapið, men nú eru
sørvingar
so
dyggiliga
troyttir av hesum. Borko
Ilic hjá Mjølni er fingin til
felagið, og harafturat hava
sørvingar fingið hendur á
enn einum jugoslava, so
líkt er til, at talan verður um
eitt sera sterkt lið hetta
kappingarárið. Hetta varð
eisini staðfest í Fleyr kapp-
ingini, har SÍ ikki gjørdi
mætari enn at finna finalu-
dystin, sum var ímóti Fram.
Eisini Fleyr hevur riggað
seg eitt sindur til, soleiðis at
teir nú aftur hava ein
útlendskan
venjara,
og
spurningurin er so, um
hetta er nóg mikið til at
skapa tann stabilitetin í
spælinum, sum í alt ov
stóran mun restaði í hjá
teimum í fjør.
Sum nevnt eru hini liðini
í deildini eisini sterk, og
helst fæst ein ábending um,
í hvussu stórum álvara
hóttanin frá SÍ skal takast,
tá teir í fyrsta umfarinum
taka ímóti greipuvinnar-
unum frá í fjør, ÍF.
Nr. 198 • leygardagur • 13. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir hetta
vikuskiftið:
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagur
kl.
dystur
dómarar
14.10
14.30 Kyndil-Neistin
Poli/Jústines
14.10
14.30 VB-VÍF
Hannis/Uni
1. deild menn
14.10
16.00 Kyndil-Neistin
Poli/Jústines
14.10
16.00 KÍF-VÍF
Kári/Trúgvi
Flogbóltur
1. deild kvinnur
13.10
10.30 ÍF-Dráttur
Fossánes
13.10
13.00 Mjølnir-TB
Fossánes
14.10
15.00 Fossánes-Fleyr
ÍF
1. deild menn
13.10
14.00 SÍ-ÍF
Fleyr
13.10
15.00 Mjølnir-Fram
Fleyr
TB skal takast
í fullum álvara
Italienski venjarin hjá TB, Leoni Emanuele, sambúgvi hansara, 33 ára gamla Lily Popescu úr Rumenia, sum skal spæla við,
Anna Nolsøe, formaður í TBF og 20 ára gamla Maja Popovic úr Bosnia-Herzegovina, sum eisini skal spæla við
C
M
Y
K
14