Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 198 - 13. oktober 2001 Sandoyingar siga seg ikki hava mist alla vón um, at tað kann bera til at fáa Skála aftur KVALIFIKATIÓN Jóannes Hansen Tað er lagt upp til eina minnisríka løtu á Skála seinnapartin í dag. Um besta fótbóltsliðið hjá skálamonnum ikki tapir við í minsta lagið trimum mál- um ímóti B71, so verður Skála 1. deildarlið komandi ár. Og so verður talan um fyrstu royndina nakrantíð í bestu deildini. – Vit hava bara vant tvær ferðir í hesi vikuni. Tað kemst av tí, at helmingurin av spælarunum eisini er upptikin av hondbólti. Tað ræður um hjá okkum at fáa tingini at passa saman. Tí hava vit vant færri ferðir, men so hava allir spælar- arnir verið til venjing, og hugburðurin tykist vera heilt góður. Hetta sigur Asbjørn Mikkelsen, sum tær síðstu vikurnar hevur verið ein av ábyrgdarmonnunum fyri fótbóltinum á Skála. Saman við Jústinusi Justinussen og Artur Jo- hansen vónar hann, at árið endar við uppflyting: – Men tað er greitt, at tað verða ikki vit, sum fara at hava ábyrgdina komandi ár. Hetta var ein neyðloysn, og eg rokni við, at felagið fer at finna eina nýggja venj- araloysn til komandi ár. Men áðrenn tað kemur so langt, so skal fáast upp á pláss, um tað verður í 1. ella í 2. deild. Vit hava eina góða útgangsstøðu, og vit vóna tað besta, sigur Asbjørn Mikkelsen. Liva í vónini Fótbóltslagið hevur av ymsum orsøkum ikki verið nakað serligt á Sandi í hesi vikuni. Men teir hava vant, hugburðurin er betri, enn hann hevur verið, og teir ætla at spæla fyri lítla møguleikanum: – Páll á Reynatúgvu stóð fyri venjingini týskvøldið, og so hevur Piotr Krakow- ski havt ábyrgdina í tvey kvøld. Hann verður við okkum á Skála, sigur Eli Hentze. Tá vit spyrja Eli, um hann heldur sítt lið hava nakran møguleika at vinna 4–1 tapið aftur, so ásannar hann, at tað sær ikki so gott út: – Men vit fara á vøllin fyri at royna. Um tað eydn- ast okkum at halda tætt, og um vit ikki innan alt ov langa tíð megna at skora eitt ella tvey mál, so kann tað gerast spennandi. Við allari virðing fyri skála- monnum, so rokni eg ikki við, at tað fera at bera til hjá okkum eina ferð afturat at vísa so vánaligt avrik, sum vit gjørdu síðsta sunnudag, heldur B71 liðformaðurin. Dysturin á Skála verður klokkan 14. Á heimalið- num er sama fólkið tókt, sum spældi sunnudagin. Hjá B71 er Jógvan Jón Petersen leikbannaður, og Kári Reynheim verður ikki við. Sunnudagin kom hann á vøllin í 2. hálvleiki. Veitsluhaldið Í ítróttarhøllini á Skála verður skipað fyri stórum tiltaki í dag. Teir nevna tað fyri dansitiltak við Skandi- navia. Fleiri hundrað fólk hava keypt atgongumerki: – Tað hevði verið huga- ligt, um okkara seinnapart- in í dag kundu fegnast um fyrstu uppflytingina nakrantíð í 1. deild. Men tiltakið í dag er ikki fyri- reikað í sambandi við møguliga uppflyting. Teir hava leingi arbeitt við tiltakinum, sum hevur til endamál at fáa pengar til felagið, sigur Asbjørn Mikkelsen. Men landsliðs- venjarin seinastu átta árini sigur seg hava fleiri aðrar møgu- leikar at velja ímillum LANDSLIÐSVENJARIN Jóannes Hansen Tað tykist vera upp til Allan Simonsen at gera av, um hann skal halda fram sum føroyskur landsliðsvenjari ella ikki. Fótbóltssamband- ið er áhugað í at venjarin heldur fram. Hetta er – sæð við før- oyskum eygum – tað mest áhugaverda, sum fæst burturúr tíðindunum um, at Allan Simonsen er áhug- aður í at gerast skotskur landsliðsvenjari. Hetta síðsta er nakað, sum skotsk bløð hava fingið burtur úr Allani, nú tey royna at hjálpa til at finna onkran, sum vil taka á seg at hava ábyrgdina av skotska lands- liðnum í EM undankapp- ingini. Gamla søgan aftur nýggj Tá landsliðið fyri einari góðari viku síðani var á veg til Slovenia, vildi formað- urin í landsliðsnevndini, Jens Erik Magnussen, ikki siga nakað um orsøkina til, at spurningurin, um hvør skal vera landsliðsvenjari komandi árini, ikki varð avgreiddur undan síðsta HM undankappingardyst- inum. Formaðurin í landsliðs- nevndini vildi ikki siga, um tað er FSF, sum ivast í, um teir vilja hava Allan Sim- onsen at halda fram, ella um tað er Allan Simonsen, sum hevur drigið á at skriva undir nýggjan sáttmála. Men Jens Erik Magnussen hevur sagt, at spurningurin verður skjótt avgreiddur. Allan Simonsen hevur ikki viljað gjørt aðrar við- merkingar við føroyskar fjølmiðlar, enn at spurn- ingur verður skjótt av- greiddur. Nú hevur Allan Simon- sen sagt meiri við danskar fjølmiðlar. – Føroyar ynskja at leingja samstarvið, segði Allan Simonsen í fyrra- dagin við danskar fjølmiðl- ar. Samstundis legði hann afturat, at hann hevur fleiri onnur tilboð – bæði frá landsliðum og feløgum. Í blaðnum í gjár var tilboðið frá Luksemborg umrøtt, og at Allan Simonsen við týska sjónvarpsstøð hevði sagt, at hann ætlar at brúka fjúrtan dagar at hugsa seg um. Men skulu vit ganga út frá tí, sum venjarin sjálvur sigur, so er hann eftir átta ár sum føroyskur landsliðs- venjari mest sinnaður at royna størri avbjóðingar: – Føroyar eru eitt sera lítið land. Hetta avmarkar beinanvegin møguleikar- nar, tí har eru als ikki sama slagið av spælarum, sum tað eitt nú eru í Skotlandi, sigur Allan Simonsen. Viðmerkingin frá Allani kann illa skiljast øðrvísi enn, at hann hyggur seg um eftir aðrari venjaraavbjóð- ing. Um hann fær eitt starv, sum hann metir at vera ítróttarliga áhugaverdari enn starvið hjá FSF, so bendir nógv á, at hann fer at taka av. Men inntil tann spurningurin verður av- gjørdur, so ynskir venjarin at hava møguleika fyri framhaldandi samstarvi við FSF. Eftir ferðina til Luksem- borg og Russland í mars segði Ísak Mikladal, aðal- skrivari í FSF við Ítróttar- sosialin, at teir í Fótbólts- sambandinum vóru sinn- aðir at samráðast við Allan Simonsen um ein nýggjan sáttmála. Nú hevur Allan Simonsen í donskum fjøl- miðlum váttað, at Fótbólts- sambandið er áhugað fyri framhaldandi samstarvi. Eftir eitt sindur av óvissu síðstu vikurnar, so kunnu vit staðfesta, at tíðindini, sum vit bóru í mars, fram- vegis eru sonn. Spurning- urin er bara, hvat Allan Simonsen velur at gera. Nú skal Todi kapp- ast við níggju aðrar spælarar um tvey tey fremstu plássini á FCK liðnum FCK ÁLOPIÐ Jóannes Hansen Tað er ikki lukkuligt, sum teir í FCK brúka nógvar pengar uppá at keypa og løna álops- spælarar. Í fyrradagin varð kunngjørt, at nú hevur FCK keypt Peter Møller frá spanska botnliðnum Real Oviedo. Hans Backe, venjarin hjá FCK, sigur seg fegnast um keypið, tí honum líkar væl stóra og vinstrabeinta álopsspæl- aran. Men viðhaldsfólkini hjá FCK eru ikki samd við venjaran og ítróttar- stjóran, Niels Christian Holmstrøm, sum tey rokna at vera upprunan til keypið. Viðhaldsfólkini halda tað vera eina skandalu, at FCK hevur keypt ein spælara, sum í 1999 varð seldur úr Brøndby og til Spania, og sum áður hevur sagt, at hann í Danmark bara kundi ímynda sær at umboða Brøndby. Selja burturav Peter Møller hevur spælt millum lítið og einki, síðani hann í 1999 kom til Spania. Hann hevur eina ferð áður spælt í FCK. Tað var í 1993/ 1994, men tá var talan um ikki serliga frukta- gott samstarv. Uppruna- liga kom Peter Møller úr AaB, og umframt tey trý donsku og núverandi spanska felagið, hevur hann eisini umboðað FC Zürich og PSV Eind- hoven. Peter Møller, sum skal venja við liðfeløgunum fyri fyrstu ferð komandi mánadag, hevur spælt seytjan landsdystir, og hann hevur skorað trý mál. Tað ber illa til at ímynda sær, at FCK leingi fer at hava tíggju álopsspælarar á lønar- listanum. Tí má roknast við, at teir skjótt fara at selja onkrar spælarar. Hesa seinastu tíðina hava Todi Jónsson, Patrick Simpson og Heine Fernandez verið skaddir, og Zuma hevur als ikki staðið seg so væl, sum hann gjørdi undan summarfrítíðini. FCK hevur keypt ein álopsspælara afturat Venjararnir siga farvæl FSF bíðar eftir Allani Simonsen C M Y K 16 Nr. 198 • leygardagur • 13. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Síðsti arbeiðarin í Havn Í 25 ár hevur Karl Johansen verið formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag. Lesið á síðu 3 Býurin við ísfjøllunum Lesið ferðafrásøgn úr Grønlandi eftir Edvard Joensen Fremmandur fuglur í Oynni Í løtuni sýnir Astri Luihn fram myndir í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Myndevnini eru í stóran mun fuglar, berg og landslag. Lesið á síðu 4 og 5 Lesið ummæli á síðu 7 BARNABØKUR Ingrid Bjarnastein Eftir tølunum hjá barna- bókadeildini á býarbóka- savninum í Havn at døma, er best umtókta føroyska barnabókin í løtuni er als ikki ein søgubók, men ein myndabók. Bókin “Bók- stavirnir” hjá Sigurð Joen- sen er føroyska barnabók- in, ið er mest útlænt á barnabókadeildini fyri tíð- ina. Tað vísir seg, at umsett- ar útlendskar bøkur, sum »Kennir tú Pippi Lang- sokk?« og bøkurnar um Álv eru nógv betur um- tóktar enn barnabøkur, sum hava føroyskan rithøv- und. Á listanum yvir 10 tær best umtóktu føroysku barnabøkurnar eru ógvu- liga fáar nýggjar barnabøk- ur við. Tað er rættiliga týðiligt, at gamlar bøkur, sum »Hanna og Hóri«, »Stina, Tina og Tummas« og »Trøllalív«, sum allar eru 15 – 20 ára gamlar, eru betur umtóktar millum før- oysk børn enn, til dømis bert eitt ára gamla barna- bókin » r«. Tey siga av barnabókasavninum, at ofta er bíðilisti eftir nýggj- um bókum, men tað er al- tíð ymiskt, hvussu nógv ein bók verður útlænt. Sum dømi hava bøkurnar um »Harry Potter« verið ógvu- liga nógv eftirspurdar. Hvussu tað ber til, at út- lendskar barnabøkur eru so nógv betur umtóktar enn føroyskar, er ilt at vita. Ein grund kann tó vera, at tað koma ógvuliga fáar før- oyskar barnabøkur út, og tí taka útlendsku barnabøk- urnar yvir. Vert at nevna er, uttan iva, at klassikarin um Pippi Langsokk er nógv best umtókta barnabókin yvir- høvur í Føroyum í løtuni – eftir útlánunum hjá barna- bókasavninum at døma. Á einum lista yvir tríggjar tær mest læntu barnabøk- urnar eigur Pippi bæði fyrsta og triðja plássið. Sterka gentan úr Svøríki er langt fremst. Harry Potter og Pippi yvirhála Honnu og Hóra Útlendskar barnabøkur eru betur umtóktar enn føroyskar barnabøkur. So mikið siga lánaratølini á barnabókadeildini á býarbókasavninum í Havn Gamlar bøkur, sum »Hanna og Hóri«, »Stina, Tina og Tummas« og »Trøllalív« eru betur umtóktar millum føroysk børn enn nýggjari bøkur Mynd: Jens Kristian Vang 17