leygardagur 13. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001
FYRI 25
ÁRUM SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
– Serliga eru tær størru
kommunurnar ofta kroyst-
ar, tá dagrøktarstovnar ikki
eru, ella eru í alt ov lítlum
tali. Men heilt sørt er ikki
gjørt á hesum øki, hóast
hesir stovnar bert finnast á
stórplássunum – í Klaks-
vík og í Havn.
Hetta skrivaði Sosialurin
mikudagin 13. oktober
1976. Og vit endurgeva
greinina:
»Í Klaksvík hevur
KFUM og K gjøgnum
mong ár rikið ein barna-
garð, sum í løtuni stendur
fyri víðkan. Í Havn er
Drotning Ingridar Barna-
garður, »meinheitsbarna-
garðurin« eisini kallaður.
Hesin barnagarður er
bygdur í fimmtiárunum.
Harafturat koma barna-
garðurin og vøggustovan
hjá Franciskanarasystrun-
um, nunnunum. Síðani er
vøggustova í Eysturbý-
num, á Lützenstrøð, barna-
garðurin við Hoyvíkstjørn,
á Íslandsvegnum, umframt
vøggustovan og barnagarð-
urin, sum kommunan hev-
ur stovnað úti á Velbastað-
vegnum. Allir hesir stovnar
verða riknir við stuðuli frá
tí almenna.
Fyri nøkrum árum síðani
varð gjørd ein týðandi lóg-
arbroyting fyri at koma tí
økta tørvinum at fáa børn í
dagpleygu í á møti, sum
bæði kann vera eitt lið í
arbeiðinum hjá vøggustovu
og barnagarði, tá hesir
stovnar ikki síggja seg før-
ar fyri at taka ímóti tí
tørvi, sum er. Í hesum
sambandi kann fáast í lag
skipað dagrøkt hjá privat-
um, somuleiðis sum ein
serlig dagrøkt fyri børn hjá
privatum kann fáast. Men
tað er bara Tórshavnar
kommuna, sum hevur gjørt
nýtslu av hesi skipan og
hevur stovnað eina dag-
røkt.
Útreiðslurnar til allar
hesar stovnar verða gold-
nar soleiðis, at staturin ber
40%, kommuan 30% með-
an foreldrini gjalda 30%
av útreiðslunum. Er talan
um ognarútreiðslur, ber
staturin 4/7 og kommunan
3/7 av útreiðslunum.
Tað er ofta tjak frammi
um tað neyðuga í at hava
barnagarðar, vøggustovur
og eisini skipaða dagrøkt í
privatum heimum. Men vit
koma neyvan nakran veg
til loysn við at siga, at best
er at foreldrini hava børn
síni heima, og at mamman
er heima.
Í fyrsta lagi tí, at tað ikki
er gjørligt hjá øllum. Í øðr-
um lagi tí, at samfelagið
hevur ikki ráð til at hava
mammurnar heima, og í
triðja lagi er tað í alra-
flestu førum av stórum
týdningi, at børnini sleppa
í barnagarð saman við øðr-
um børnum.
Møguleikarnir at fáa í
lag dagrøktarstovnar eru til
staðar, og spurningurin er
heldur í hvørjum einstøk-
um føri, um kommunur
sum heild hava áhuga fyri
at seta hesar stovnar í verk.
Frammanundan vóru tað,
sum vit eisini hava víst á,
bert katólska kirkjan og
fólkakirkjan (KFUM og
K) sum sóu tørvin og
týdningin av barnagørðum,
og síðani eru aðrir barna-
garðar komnir afturat.«
(endurgeving endað)
Soleiðis varð sagt fyri
25 árum síðani, og soleiðis
kunnu vit framvegis
spyrja, um kommunupoli-
tikarar í veruleikanum
vilja nøkta barnaansingar-
tørvin.
Í øllum førum er hetta
ikki víst í verki í Tórs-
havnar kommunu seinastu
fjórðingsøldina…
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Tá eg vaks upp í Føroyum
í 60’unum og 70’unum
uttan sjónvarp - bert við
knasandi, spruttandi og
ýlandi ljóðinum frá
»danskarnum« og »norð-
manninum« í útvarpinum
- kendist umheimurin
rættiliga fjarur. Friðarliga
Havnin var heimsins nalvi
og her var øll verðin - ja,
her var alt mær tørvaði,
hvørki meir ella minni.
Ikki fyrr enn eg sum 10
ára gomul búsettist eitt ár
í Spanialandi saman við
foreldrum mínum, byrjaði
eg so smátt at skilja, at
verðin veruliga var annað
enn Havnin og Sandavág-
ur og Klaksvík, har eg fór
at ferðast um sumrarnar.
Hetta var í 68-69, at vit
fóru til Spania. Árini, har
studentarnir gjørdu upp-
reistur. Vit ferðaðust
gjøgnum París, har vit
steðgaðu 14 dagar í stu-
dentabýnum beint um tað
mundið, tá harðast leikaði
á í 68, men kortini merktu
vit ikki stórt til hesa
heimshending, sum seinni
bleiv gjørt so nógv burt-
urúr í søgubókunum.
Í Spania var fasistiskt
dikatur. Fransisco Franco
stýrdi landinum við harð-
ari hond. Eg hugsaði ikki
stórt um, at vit so ofta sóu
vápnaða løgreglu á gøtun-
um, og at vit í skúlanum
skuldu hava uniform og
marsjera sum hermenn.
Hvønn morgun, tá vit
møttu, skuldu vit standa
rætt í longum rekkjum,
gera honnør til flaggið og
syngja tjóðsangin. Mynd-
in av álvarsama Franco í
militerbúnað og stjørnum
og ordanum hekk uppiyv-
ir talvuni í skúlastovuni
og helt eyga við minstu
rørslum okkara. Og vit
skuldu nikka virðisliga til
myndina, tá vit komu inn
og stillaðu okkum við
pláss okkara, áðrenn vit
settu okkum niður allar
ísenn eftir boðum frá lær-
arinnuni. (Vit vóru bert
gentur, tí gentur og
dreingir gingu ikki í somu
flokkum).
Soleiðis var tað so øðr-
vísi enn tað, eg kendi til
frammanundan. Og øll
undraðust, tá eg kom
heimaftur og kundi for-
telja um tað. Men hóast
eg persónliga hevði upp-
livað eitt sindur av verðini
uttanfyri Føroyar, kom
verðin ikki serliga nógv
nærri at Føroyum. Føroy-
ingar lurtaðu eftir tíðind-
um í útvarpinum og ristu
bara við høvdinum at øll-
um tí undarliga, sum fyri-
fórst uttanfyri klettarnar.
Men tað rakti teir ikki
nakað serligt. Lívið gekk
víðari sum vant.
Bert fáar ferðir í mínari
livitíð, hevur verðin bank-
að hart uppá dyrnar hjá
okkum í Føroyum. T.d. tá
oljukreppan kom mitt í
70’unum. Knappliga
skuldu vit í Føroyum eis-
ini spara og ikki koyra bil
sunnudagar. Vit føldu
knappliga eitt band til
onnur har úti í verðini, tí
vit livdu somu lagnu sum
tey.
Og nú aftur tá tann
ræðuliga atsóknin var
framd í New York tann
11. september. Eitt satt
»wake up call«, sum am-
erikumenn taka til, sum
noyðir okkum øll í vestur-
heiminum - eisini í Føroy-
um - at hugsa um, hvat
tað er fyri ein verð, vit øll
liva í. Hvørji felags virði,
vit byggja okkara tilveru
á, og hvussu vit skulu
verja hesi virði, tí ongan-
tíð fyrr - kanska ikki ein
gang undir kalda krígnum
- hava vit merkt ein triðja
veraldarbardaga anda
okkum so ísandi kalt í
nakkan. Ongantíð hava vit
kent okkum so hótt av
einum so óndum ósjónlig-
um fígginda, ið ongan
sparir - skuldarleys ella ei
- og sum kann raka hvar
sum helst. Kanska eisini
føroyingar. Hetta er ræð-
andi.
Nú ræður um ikki at
lata ræðsluna mála ov
nógvar ræðumyndir, sum
seta meira split millum
menniskju í heiminum
enn grundarlag er fyri.
Verðin er ikki knappliga
bara vorðin svørt-hvít,
bara tí nakrir fáir vitleysir
valdsgerðarmenn hava
vent alt á høvdið. Hesir
skulu fyri alt í verðini
finnast og revsast, men vit
skulu ikki eisini revsa
milliónir av skuldarleys-
um fólkum, sum tilvildar-
liga hoyra til somu religi-
ón sum teir, tí so eru vit
ikki stórt betri enn valds-
gerðarmenninir, vit berj-
ast móti.
Kjak um dagrøktarstovnar:
Nyttar einki at koyra
mammuna heim
Tá verðin bankar
hart á dyrnar
Spurningurin um barnagarðar og um tørvin á slíkum stovnum hevur
ikki verið sørt frammi nú, og vil óivað verða havdur frammi hesa tíðina,
ikki minst av tí, at kommunuval stendur fyri durum, skrivaði Sosialurin
13. oktober 1976
– Tað er ofta tjak frammi um tað neyðuga í at hava barnagarðar, vøggustovur og eisini skipaða dagrøkt í privatum
heimum. Men vit koma neyvan nakran veg til loysn við at siga, at best er at foeldrini hava børn síni heima, og at
mamman er heima, skrivaði Sosialurin 13. oktober í 1976. Myndin er tikin í tí tá nýggja Barnagarðinum við
Velbastaðvegin
Elin Heinesen skrivar
Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001
3
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Nógv kenna hann. Kanska
so frætt sum heilt nógv
kenna hann. Hann eitur
Karl Johansen. Nógv
kenna kanska sum bilfør-
ara, onnur sum fakfelags-
mann, nøkur sum bæði
fakfelagsmann og bilfør-
ara, og uppaftur onnur
kenna hann kanska sum
mannin, sum plagar at
halda røðu 1. mai.
Hann er so heilt vist
nakað fyri seg. Hann er
bæði havnamaðir og arb-
eiðsmaðir, og hevur hann á
sín sermerkta hátt sett sín
heldur serstaka brodd á
fakfelagsvirksemi her á
landi. Hann hevur nú í
mong ár verið mótparturin
hjá arbeisgevarunum í
stríðnum um betri løn.
Millum ár og dag hevur
hann eisini fingið rættiliga
nógv omanyvir seg av
málsligum ábreiðslum,
men enn situr hann tryggur
á ovastu rók innan arbeiðs-
mannafelagið í høvuðs-
staðnum.
Broytingarnar
Eftir at hava baksast eitt
sindur í telefonini, so sita
vit henda dagin yvirav
Karl Johansen í stovuni hjá
honum í Vørðsluni í Havn.
Formansvillain er kjallarin
av einum sethúsum, sum
eru undir umbyggjan.
Meðan vit sita og práta
verður rokast óført á ovaru
hæddini, men hetta er eftir
øllum at døma nakað, Karl
er vanur við. Vit sessast,
og prátið byrjar.
Komandi ár verður Karl
67 ár, so tað eru umleið
nakað tað sama av árum
síðani hann varð føddur.
- Eg gjørdist limur í
Havnar Arbeiðsmannafelag
umleið 1949. Síðani tá
havi eg verið vekk av og á,
men eg havi so at siga ver-
ið limur líka síðani 1949,
sigur Karl.
Heimurin var heldur ikki
heilt tann sami, tá núver-
andi fakfelagsleiðarin byrj-
aði sína yrkisleið innan
fakfelagið, ið hann seinni
skuldi vísa seg at gerast
ímyndin av.
Karl minnist, at eitt nú
arbeiðsmenn á kaiini í
Havn høvdu tað sera
strævið.
- Teir skuldu draga ein
tungan vogn við jarnhjól-
um, bara tveir mans, sigur
Karl.
Hann sigur eisini, at tað
er rættiliga stórar og um-
fatandi broytingar, sum eru
farnar fram á júst hesum
økinum. Hann vísir á, at
tað í dag er tørvur á einum
brotparti av monnunum,
sum var tørvur á fyrr, og
arbeiðið verður eisini gjørt
nógv skjótari.
- Tá í tíðini vóru allir at
kalla arbeiðsmenn, men
soleiðis er ikki longur. Nú
er alt spesialarbeiði. Hetta
merkir eisini, at eitt nú
Havnar Arbeiðsmannafelag
hevur nógv færri limir í
dag enn fyri 50 árum síð-
ani, kanska helvtina so
nógvar. Effektiviteturin
hevur minkað um arbeiðs-
fólkið, sigur Karl.
Hálvtrýssini eru eitt tað
rokmiklasta tíðarskeiðið í
Føroya søgu. Karl minnist
eisini drúgva verkfallið í
1951. - Tíðin beint eftir
verkfallið var ikki nøkur
glasilig tíð. Hungur og hall
vóru at merkja um alt
landið. Tað var ikki fyrr
enn at føroyingar fingu
møguleikan at leita sær til
Íslands, til fiskiskap.
So við og við gjørdist
støðan betri, og arbeiðsum-
støðurnar fyri verkamenn-
inar gjørdust eisini alsamt
betri.
Formaður
Tá hetta árið er runnið,
hevur Karl verið formaður
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag í 25 ár. Tað var heldur
ikki uttan eitt sindur av
roki, at Karl fyrst fekk
pláss í nevndini og síðani
sæti á ovastu rók innan
Havnar Arbeiðsmanna-
felag.
Fimmogtjúgu ár er eisini
rættiliga long tíð. Hesi ár-
ini hava tað eisini verið
nakrir, ið hava roynt at
troðkað Karl av ovastu rók,
men hetta hevur ikki eydn-
ast higartil.
Tann tíðin, Karl hevur
verið formaður, er sjálv-
andi eisini nógvar og um-
fatandi broytingar farnar
fram. Tað sokallaða væl-
ferðarsamfelagið er eisini
útbygt í rættiligan stóran
mun, og verkamaðurin er
heldur ikki hin sami í dag
sum tá.
Henda dagin vit hitta
Karl, er hann eisini eitt
sindur errin yvir at hava
sitið hesi góðu mongu ár
sum formaður.
- Tað er ikki lætt at vera
formaður. Beinanvegin tá
okkurt gongur galið, so er
tað tú sum hevur skyldina,
veit Karl Johansen at siga.
Tað var eisini longu í
1976, at teir byrjaðu at
tosa um at gera eina pen-
sjónsskipan. Hetta var í
veruleikanum nakað heilt
nýtt. Frá byrjan var eisini
Føroya Arbeiðarafelag við
í ætlanunum, men endin
gjørdist, at Havnar Ar-
beiðsmannafelag og Karl
settu á stovn egnan eftir-
lønargrunn.
Tað var Marius Thoma-
sen, fyrrverandi stjóri á
Tryggingarsambandinum,
sum hjálpti Arbeiðsmanna-
felagnum við at gera ein
eftirlønargrunn. Hann fær
eisini rós frá Karli fyri at
hava gjørt eitt sera dygdar-
gott arbeiði.
- Tá var heldur eingin
lóggáva á økinum tá
grunnurin byrjaði at virka í
1981. Tað var Pauli Ellef-
sen, sum í sínari tíð góð-
kendi skipanina, sigur
Karl.
Tað er annars ikki tað
nógva, sum Karl veit at
siga okkum um síni mongu
ár á trónini í Havnar Arb-
eiðsmannafelag. Sáttmála-
samráðingar og stríð hava
eyðkent hansara tíð sum
formaður.
Sjálvur hevur hann
starvast 38 ár hjá Balslev,
og hetta er eitt tekin um, at
honum dámar at vera har
uppi.
- Nú taki eg ein dag í
senn, og eg veit ikki,
hvussu leingi eg fari at
arbeiða ella hvussu leingi
eg fari at vera formaður,
sigur Karl Johansen at
enda.
Síðsti arbeiðarin í Havn
Í 25 ár hevur Karl Johansen verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann hevur verið limur í felagnum omanfyri
fimti ár, og hann hevur arbeitt alt sítt lív. Hann ásannar, at øgiligar broytingar eru farnar fram í hansara tíð. Nú tekur
hann ein dag í senn
- Fyrr vóru allir at kalla arbeiðsmenn, men soleiðis er ikki longur. Nú er alt spesialarbeiði. Effektiviteturin hevur minkað um arbeiðsfólkið, sigur Karl Johansen.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18