Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001 5 4 Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001 Fiskurin hongur uppi ymsastaðni í býnum og tornar. Svartkalvi, sum skorin er í álir. Riklingur ella flak. Og rundan um hesi stativini ella opna- hjallarnar ganga so hund- arnir tjóðraðir. Men teir eru eisini savn- aðir í størri »koloniir« ella »hundalond«, sum onkur nevnir tað, og har kann gerast ein rættilig konsert, tá allur riðilin samstundis fer at ýla. Tað hanga nøkur kópa- skinn á einum snóri. Ein- hvør, sum hevur skotið sær nakrar kópar og fingið skinnini til høldar. Nú eru tey reinsað og vaskað og síðan hongd út á snórin. Spent út og hongd tvørtur um snórin á miðuni. Síðan ein rúgva av vanligum klemmum, so tey ikki fara nakran veg. Men her, eins og heima hjá okkum, er flugan ein plága hjá tí, sum heingir sær eina lykkju ella ein fisk út. Og kópaskinnini skulu helst ikki farið í maðk heldur, so okkurt má gerast. Tað hava tey loyst sera hegnisliga og einfalt. Ein kláran plastikkposa við vatni heingja tey millum greipurnar, og so er tann trupulleikin loystur. Men hvat tað er, sum ger, at flugan ræðist hend- an plastikkposan, dugdu tey ikki at siga. Vistu bara, at líkt var til, at tær hildu seg burtur, og so løgdu tey fyri so vítt ikki so nógv í orsøkina. Kanska áttu føroyingar at roynt hendan háttin, nú hjallarnir fara at fyllast í næstum. Kendir menn Ilulissat hevur fostrað kendar menn. Nevnast kunnu til dømis pólgransk- arin Jørgen Brønlund og presturin Mathias Storch. Báðir sera kendir í Grøn- landi og hava eisini fingið hvør sín skúla uppkallaðan eftir sær í heimbýnum. Men tann kendasti av øllum er uttan samanber- ing kendi pólgranskarin Knud Rasmussen, sum varð føddur í Ilulissat 7. juni 1879 og doyði 54 ára gamal tann 21. december 1933. Tað stendur eitt sórt, reytt hús inni í einum garði nakað niðan frá kirkjuni. Har er ein eftirgerð av ein- um gomlum grønlendskum húsum, gjørd av gróti og flagi uttan fyri. Ein stand- mynd stendur í túninum og dyrnar standa opnar. Hetta er húsið, har Knud Rasmussen varð føddur, sum í dag er savn, honum til minnis. Tann fryntligi ungi mað- urin, sum tekur ímóti, vil fegin vita, hvør hesin er, sum so forvitin spyr um líkt og ólíkt. Jú, føroyskur blaðmaður er vælkomin og verður boðin runt. Skal einki gjalda afturfyri. Her er ymiskt at síggja um Knud Rasmussen eins og ting hann hevur átt. Eis- ini er í løtuni ein framsýn- ing sett upp um inuittar í Sibiria, og um hvussu teir liva. Hon er áhugaverd, men ein onnur søga. Á veg upp trappurnar verður steðgað á at lesa eitt sitat frá Knud Rasmus- sen, sum rammað er inn og hongt á veggin. Sannleiks orð, sum ivaleyst eisini hava verið við til at halda mótinum uppi, tá onkuntíð man hava staðið nakað nógv á uppi í kuldanum: »Fæ doyr. Vinir doyggja. Og einaferð doyr tú eisini sjálvur. Tað einasta, sum ongantíð doyr, er minnið um manns avrik.« Jú, her er nógv áhuga- vert at síggja um mannin. Klæði, útgerð so sum rifl- ur, kumpass, kort og annað mangt, hann hevur nýtt á summum av teimum átta granskingarferðunum, hann gjørdi. Sól og ísur Ímyndin av Grønlandi er sól og ísur. Tey bæði, av- myndað á flagginum eru sanniliga eisini nakað at vísa fólki. Vit fara úr Knud Ras- mussen savninum og spáka oman á »Atlantsbryggju- na«, har vit hava fingið boð at møta um fimmtíð- ina seinnpartin. Tað skal vera eitthvørt, sum vit skulu savnast um. Hava ikki fingið at vita hvat, men gita okkum, at tað verður ein siglitúrur út í Ísfjørðin. Ein grønlendskur starvs- felagi sigur mær, at hann hevur hoyrt í útvarpinum, at strandafarskipið hevði broytt rutuna nakað orsak- að av ferðavinnustevnu í Ilulissat, so helst fara vit ein túr við tí. Og rætt hevði hann, tí tað vit komu á bryggjuna, vórðu vit beinanveg bodnir umboð á Sarpik Ittuk hjá Arctic Umiak Line, sum lá við bryggju ávegis á ferð síni fram við Grønlensku vesturstrondini. Spakuliga glíður strand- faraskipið út millum smáu ísflakarnar, fylgt av trim- um smærri bátum, sum eisini hava ferðafók um- borð. Skulu sama veg, sum vit. Og stórsfingin er sjónin. Ísfjøll í orðsins sanna týdningi. Stór og ymisk av skapi og eisini liti. Við- hvørt hvít, so blá og so sanniliga eisini grálig við- hvørt. Alt eftir, hvussu ljósið fellur á tey. Har burturi, einar 60 kilometrar, siga tey okk- um, liggur veruligt land. Tað er Disko. Vit fara millum fjøllini. Síggja hvussu teir smærru bátarnir smoyggja sær heilt inn í smogurnar, har okk- ara stóra skip ikki sleppur. Øvunda teimum. Og alla tíðina skiftir landslagið - ella íslagið um ein vil - skap. Viðhvørt líkjast tey Stóru Dímun. So er tað Tindhólmur eina løtu. So aftur bara slætt. Ein riva í ísinum her hevur gjørt eina gjógv har. Tað eru holur ígjøgnum. Okk- urt sund opinberar seg knappliga, og best sum er, strýkur ein lítil bátur ígjøgnum. At teir tora. Kanska er tað mest upp á rós at vísa seg fyri okkum? Hvør veit? Men kortini kann tað væl vera ein av útróðrar- monnunum, eg havi tosað við har niðri á flótibrúnni í Ilulissat. Tí úr flogfarinum bar til at síggja, at teir seta heilt inni undir ísfjallinum. Munnu ivaleyst hava eina- hvørja fatan av, nær tað fer at koppa ella kálva. Spakuliga er sólin farin at søkka handan blánandi fjøllini á Disko. Allir litir broytast. Himmalin rodnar, og ísfjøllini fáa ymsar litir. Ein sannur ælabogi er knappliga at síggja alla- staðni. Tað kølnar skjótt,og við øllum hesum, tú hevur sogið til tín í dag, er iva- leyst frægast at fara niður- undir at hita seg aftur, meðan siglt verður spaku- liga aftur til lands. FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir: Edvard Joensen Ilulissat: Sólin skínur av heiðum himli, tá gardinur- nar verða drignar frá vind- eyganum á Hotel Arctic beint uttan fyri býin. Nið- an fyri er havnin og har burturi, handan eystara nesið koma tey risastóru ísfjøllini, spakuliga skríð- andi út úr Ísfirðinum. Tað er kortini ikki so, at eygað sær, hvussu tey ferðast, tá tey eru komin higar út. Men eygleiðir tú tey yvir eitt longri tíðar- skeið, ber til at síggja broytingar alla tíðina. Tey standa føst á botni, tá fjørðurin gerst ov grunnur. Tað brotnar burt- urav. Tað toyar, og tey skifta skap, so javnvágin broytist, og tey koppa. So- leiðis alla tíðina, sum tað hevur gjørt øll hesi kanska 100.000 árini, síðan ísurin sum kavi fall niður á jørð- ina longri inni á tí, vit í dag nevna Grønland. Hóast vit, sum undan lýggjari hválvi koma, halda hetta vera rættiliga óunniligt stað at lívbjarga sær, eru hesi stóru ísfjøll- ini kortini at kalla lívæðrin hjá stórum parti av tí fólki, sum býr í Ilulissat í dag. Ilulissat er triðistørsti býur Grønlands við umleið 4.000 íbúgvum. Bara Nuuk og Sisimiut eru størri. Og her undir ísinum heldur tann svartkalvin til, sum útróðrarmenninir liva av, eins og tað eru hesi stóru ísfjøllini, sum ferða- maðurin rindar nógvan pening fyri at sleppa at síggja. Liviligt stað At plássið er liviligt, er so nógv, sum ber boð um. Bygdirnar eru spjaddar í umráðnum, og fornfrøði- ligur útgrevstur í Sermer- miut dalinum vísir, at her hevur fólk búð í fleiri tús- und ár. Í Sermermiut var størsta bygdin í Grønlandi í 1727, tá tað búðu 250 fólk her. Í 1741 varð núverandi býurin grundlagdur av Jak- ob Severin. Hann varð sendur upp hagar at halda skil á niðurlendsku kópa- veiðimonnunum, sum hildu til har. Býurin, hann grundaði, varð nevndur eftir honum við danska navninum Jakobshavn. Siðvandi grønlendski veiðimaðurin dugir enn at halda gamlan veiðisið við- líka og veiðir bæði tað, sum livir yvir og undir havinum. Her er fuglur og fiskur, hvalur og kópur, og fullvæl duga teir at taka tað, teir hava brúk fyri. Tó nú stendur einki til við hvalaveiðuni soleiðis, láta teir at. Hava bara loyvi at veiða tveir hvalir árliga, so tað er ikki tað stóra at býta millum tey 4.000 fólkini í Ilulissat. Tey búgva rúmliga, tey reiðiliga hálvtfimtatúsund fólkini í Ilulissat Komm- unu. Umfram býin sjálvan eru fýra smáar bygdir í kommununi. Í teimum búgva millum 47 og 200 fólk. Alt økið, sum komm- unan fevnir um,. er umleið 47.000 ferkilometrar. Til sammetingar kann sigast, at Danmark er 43.092 fer- kilometrar til víddar. Grót og ísur Tað tekur einastaðni mill- um eitt korter og ein hálv- an tíma at ganga av ho- tellinum inn í býin. Ein gongutúrur eftir góðum, asfalteraðum vegi, hóast hann í breidd bara er helvtina av tí, vanligt er í Føroyum. Men so er ferðslan heldur ikki annað enn bara ein lítlan part av tí, vit kenna heima. Nakrir smáir pílar standa, mestsum krúpandi, fram við vegnum. Hóast sólskin og stilli er so mikið kølið kortini, at tað er neyðugt at lata seg væl í, og eisini smáu pílarunnar- nir eiga at kenna kuldan. Vit fara um fyrsta sving- ið, og tað næsta liggur for- úti beinanveg. Ein broyting í landslagnum. Berur klett- ur, her vit ganga, hóast fjøllini standa so stórbar longri burtur. Og ivaleyst eru tey langt burtur, tí frá- støðan tykist ring at meta um her. Men eftir seinna svingið liggur knappliga havnin við øllum sínum virksemi beint undir okkum. Hesumegin eru ferða- mannabátarnir og nógvir smærri og størri glasfipur- bátar. Har liggur ein reyð- ur AWI bátur fyri teymi, meðan ein stórur av slang- um sæst við bryggjuna hinumegin. Her er so mikið smalt millum báðar bryggjurnar, at væl sæst yvirum, og les- ast kann, at hasin er ein 39 fót AWI. So hann man vera spildurnýgjur. Eins og vit eru ernir av okkara Barbaru, hava teir í Ilulissat eisini duga at gagnnýtt filmsídnaðin til ferðavinnumál. Har liggur ein stóru glasfipurbátur. Væl útgjørdur til ferða- fólkaflutning. Á síðuni stendur við stóru stavum »SMILLA«. Jú her er eingin ivi um, at hugsað verður um filmin »Frøken Smillas fornemmelse for sne«. Tað fer ein brúgv um innasta, tronga partin av havnini. Tað liggur nýggjur ísur á sjónum. Másarnir ganga á honum og boða okkum frá, at nú er ikki so long tíð eftir, til hesir smáu bátarnir skulu takast upp. Tað liggur ein lítil vatn- goymsla beint oman fyri brúnna. Hetta er ein av fýra vatngoymslum, sum býurin brúkar. Hendan liggur lágt og er tann fyrsta, teir gjørdur. Sum býurin er vaksin, eru vatn- goymslurnar lagdar hægri uppi. Og ikki bilar, hóast frost er stóran part av árinum siga teir, tó at undrandi ferða- maðurin hevur hug at ivast. Hundar, fiskur og flugur Tað eru nógvir hundar í Ilulissat. Einir 6.000 siga tey. Sletuhundar, sum brúktir verða um veturin, men standa tjóðraðir ymsastaðni í býnum, með- an tátt er. Tað ber ikki til at siga, at teir verða væl røktir. Síggja neyðarsligir út, fleiri teirra, og fáa helst ikki meira enn allarhægst neyðugt til matna. Tó eru nakrir, sum ganga leysir. Men tað eru hvølpar. Ein maður segði frá, at teir hava loyvi at ganga leysir, til teir eru seks mánaðar gamlir. So skulu teir tjóðrast, og helst skulu tøkutenninar eisini takast úr teimum. Men tað dámar ikki øllum, lat hann at, so tað mundi vera so sum so við tí. Teir fáa fisk at eta, tá teir verða fóðraðir. Turran fisk hesa árstíðina. Um veturin frystir alt, so tá fáa teir ein blokk, sum tiðnar, so hvørt, etið verður burt- urav. Býurin við ísfjøllunum Einar 135 fjórðingar norðan fyri Pólkringin liggur triðjistørsti býurin í Grønlandi, Ilulissat. Navnið merkir á grønlendskum ísfjøll, og neyvan er nakað meira hóskandi navn at geva býnum Tað er stórfingið og hugtakandi at sigla millum ísfjøllini Tað er trongligt í lívligu havnini í Ilulissat Hundarnir sita tjóðraðir um summarið. Aftan fyri hongur fóðrið til turkingar Eg undrandi man skoða