Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001 UMMÆLI Eva Sool og Jón Hammer Mentunnarstýrini í baltisku londunum hava gjørt eitt samtak, ið hevur til enda- máls at virka sum sýnis- gluggi fyri norðurlond. Tey trý baltalondini vilja við hesum samstarvi bjóða norðurlondunum eitt gott høvi at ogna sær kunnleika um, hvat rørist í granna- londunum í landsynningis- horninum í Eystursjónum. Á henda hátt vóna tey at menna innanhýsis ment- unnarligu ávirkanina. Samtakið, ið verður kall- að »Baltiska mentunnar- stevnan í Norðurlondum«, er ein sonevnd ferðandi ketufamsýning, bygd upp við sjálvstøðugum tiltøk- um. Hvørt landið sær ræð- ur fyri síni egnu umboðan í samtakinum, soleiðis at tey, ið vitja einstøku liðir- nar í ketuframsýningini, hava møguleika at skilja millum sereyðkennini hjá londunum á framsýningini. Á henda hátt ber framsýn- ingin eitt meiri tjóðskapar- ligt bráð, enn ein beinleið- is felagsframsýning hevði gjørt. Tey fyriskipandi londini, hava avgjørt, at stevnan verður fyriskipað í fleiri enn hundrað framsýningar og tiltøk nú í heyst. Leygardagin tann 6. okt. lat ein av hesum framsýn- ingunum upp í Norður- landahúsinum. Hetta er ein fotoframsýning, sum á est- lendskum eitur »Eesti põlispuud« ella »Estlands avgomlu trø«. Tað er est- lendski myndlistamaðurin Hendrik Relve, sum hevur tikið myndirnar. Søgulig trø Hugskotið til júst hesa framsýning fekk Hendrik Relve frá Põlispuu verk- ætlanini, sum varð gjøgn- umførd í Estlandi í tíðar- skeiðnum 1996-99. Stigið til hesa verkætlan tók ungmannaumhvørvisbólk- urin »Order of the Forest«, ið gjørdi eitt risa arbeiði við at savna upplýsningar um tey gomlu og tey søgu- ligu trøini saman. Fleiri enn túsund fólk hjálptu við at finna trøini, gera upp- mátingar og meta um livi- dygdina og at fáa møgu- ligar sagnir til vega. Síðan fór Hendrik Relve og tók myndir av teim mest undrunnarverdu trøu- num. Hansara framsýning er løgd soleiðis til rættis, at til hvørja mynd hoyrir ein tekstur til. Hesin tekst- ur er oftast í trimum pørt- um. Fyrst verður »keli- navnið« á trænum nevnt, og sagt verður, hvar træið stendur. Síðani verða teir formligu upplýsingarnir um træið givnir. Til dømis verður sagt frá hvørjum standi træið er í, og hvussu høgt og tjúkt og gamalt tað er. At enda verður greitt frá søguligu viðurskiftun- um víðvíkjandi trænum. Hesin triðji parturin er óivað tann mest spennandi parturin hjá flestu føroy- ingum at lesa, tí at her eru nógvar frásagnir, sum væl tola samanbering við før- oyskar sagnir. Andalig leinkja Trøini hava havt stóran týdning fyri estlendingin í fleiri mannaminni, og hava estlendingar eisini sera tætt tilknýti til trø, saman- borið við aðrar evropa- búgvar. Onkur vil vera við, at ein orsøk til trætilknýtið er, at Estland mestsum al- tíð hevur hoyrt undir fremmant harradømi. Meðan leiðarar eru komnir og farnir, og veldi eru risin og fallin, hevur fólkið kent seg rótleyst. Tá hava tey leitað sær vissu í teim stinnu bulunum, sum hava staðið líka óvíkiliga fattir gjøgnum so nógvar ymiskar skiftandi tíðir og hava sligið røtur djúpt nið- ur í móðurjørðina. Eitt fyribrigdi, sum á útlendsk- um verður rópt »identifik- atión«. Dømi eru at finna í eitt nú teim mest avhildnu eftirnøvnunum: Tamm merkir eik, Kask er bjørk og Mänd er fura. Eisini er siður at planta trø til minn- ingar um einhvønn ella eitthvørt og til ávís serlig hátíðarlig høvi. Á henda hátt er ein at kalla andalig leinkja íkomin millum est- lendingin og tað træ, sum hann hevur so stóran tokka til. Tað er møguliga hetta fyribrigdið, sum sæst aftur í, at tað í Estlandi eru fleiri »heilag« trø enn í nøkrum øðrum grannalandi. Sagnir Eitt »heilagt træ« man ljóða sum ørvitistos fyri føroyingin av beru helluni. Almenna vitanin um trø her á landi avmarkar seg sjálva til ta sannroynd, at snikkarin brúkar timbur, og at Greytasleikur leggur gávur undir jólatrø. Men vit hava hundrað nevni fyri vind, sjógv og grót, sum er okkara náttúra. Ein baldrut náttúra, men fyri føroying- in er hon kær tó og verður saknað, tá ið hann er fjart av landi skotin. Vit hava eisini fest nógva átrúgv til ymiskar klettar og aðrar lutir í fjøllunum kring okk- um. Hugsa vit soleiðis, fáa »heilagu trøini« ein heilt annað innihald og annan tóna og ljóða kanska ikki so undarlig hóast alt. Hes- ar samanberingar millum gamlan føroyskan og gam- lan estlendskan náttúru átrúnað mugu sigast at vera áhugaverdar at fara at gera á framsýningini í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Til stuttleika kunna tvær »træ sagnir« verða endur- givnar her. Ein sigur frá eini hending, har ein bóndi var úti á mørkini hjá sær ein dagin, tá konan brád- liga sá ein heygg detta frá himli. Hon royndi at rópa á mannin, men hann hoyrdi hana ikki, og sostatt lendi heyggurin oman á honum. Seinni vaks eitt risastórt træ upp úr heygnum júst á tí staði, har maðurin stóð, tá hann varð jarðaður á lívi. Henda søgnin minnir ikki sørt um onkrar sagnir, vit hava í Føroyum. Hugs- að verður serliga um fóta- sporið og grøvina hjá Sjúrði við Gellingará. Ein onnur søgn greiðir frá, hvussu eitt høgt træ er klætt við smáum karvað- um krossum allan vegin upp eftir bulinum. Træið stendur við jaðaran á eini gøtu, ið leiðir til ein grav- stað. Tað sigst, at tað var siður at telgja ein kross í børkin, tá eitt líkfylgi fór framvið, fyri at verja ímóti at sálin í hinum deyða skuldi koma aftur til bygd- ina. Fleiri eru sagirnar her á landi, sum greiða frá hvussu borið varð at, fyri at ikki skuldi verða gingið aftur. Sjálvandi er einastand- andi myndlistin hjá Hend- rik Relve tann mest týð- andi parturin av framsýn- ingini, og tað eru nakrar ógvuliga vakrar myndir, tú kanst fara og hyggja at. Serliga tí at tekstirnir ein- ans eru á enskum og á ís- lendskum. Har er nakað til bæði eygað og hjartað. Í Estlandi, sum so nógva staðni, er bókin »Tann lítli prinsurin« væl dámd, og einum rennur til hugs tað, ið revurin lærdi lítla prins- in um tað við avgerandi týdningi: »Einans við hjartanum kanst tú síggja rætt. Tað avgerandi er ósjónligt fyri eyganum.« Vit kunna siga, at hetta er »from heart to heart art« ella »list frá hjarta til hjarta«. Tí kunna vit eisini enda við at siga: »Far og vitja framsýningina og finn røturnar!« List frá hjarta til hjarta »Ancient Trees of Estonia« er heitið á baltiskari framsýning í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein fotoframsýning um Estlands avgomlu trø. Estlendski myndlistamaðurin Hendrik Relve hevur tikið myndirnar Trøini hava havt stóran týdning fyri estlendingin í fleiri mannaminni. Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001 7 LIST Orð og myndir: Dagfinn Olsen Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur verið virkið, síðani tað byrjaði. Og tað hevur eisini eydnast at fáa listar- fólk og list í Suðuroynna og Oynna, sum annars er forkunnug uttanfyri høv- uðsstaðin. M.a. hevur Tróndur Patursson sýnt fram og eisini hevur Zakarias Heinesen havt verk í Oynni. Og meira er í væntu. Júst nú sýnir Astri Luihn fram. Talan er um máln- ingar og grafikk. Hon telist millum teirra, ið av álvara fáast við grafikk í Føroy- um - vit sóu hana í sjón- varpinum fyri viku síðani - og verk hennara eru ein forvitnislig blanding av foto, grafikki og málning- um. Føroyski áskoðarin er kanska ikki so vanur við grafikk. Heldur er tað van- liga føroyska ein lands- lagsmynd - helst oljumáln- ingur - har ein kennir seg aftur. Nólsoyggin er helst mest margfaldaða oyggj í heiminum. Myndirnar hjá Astri eru tó myndir, ið hugtaka eyg- uni. Litríkar og gevandi og í støðum hugkveikjandi. Myndirnar hava ávíst flog. Bæði so og so. Myndevn- ini eru í stóran mun fuglar. Nøkur heiti eru t.d. Í bergi- num, Lomvigaberg, Ritu- berg, Á flog, Dunna, Skarvur í skýming og mín sann eisini Landslag. Vakrar myndir, ið hug- taka. Grafikkur er snøgg list. Her er tað handverkar- in, ið hevur eyguni við sær, og sum síðani letur hend- urnar og dugnaskapin end- urreisa upplivingina. Eitt verk, skorið, snøggað, prentað, so vakurleikin vinnur á veruleikanum, og/ella øvugt. Hyggur ein framvið í Gallarí Oynni innan 21. oktober, so eydnast tað at fáa eina veruliga grafiska uppliving. Astri Luihn er millum fremstu listarfólk okkara á økinum og tað prógvar hon eisini við hesi framsýningini, ið telur bæði smærri og størri myndir, ið allar hava flogið til felags. Føroyskar mynd- ir, sum tó í støðum flyta áskoðaran heilt yvir í kin- verska myndaheimin. Nógv gott ávegis í Oynna Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur Gallarí Oynna. Hann sigur, at Astri Luihn var til staðar, tá sýningin lat upp tann 20. september. Hon var sera væl nøgd við hølini. Fitt av fólki kom til fernisering- ina, so har var einki at hav- ast at, tí fleiri enn tað sama koma ikki til eina fernisering í miðstaðarøki- num. Palle fegnast um, at t.d. Suðuroyar Sparikassi er trúgvur at stuðla við at keypa list, eins og ymsar fyritøkur stuðla, t.d. R. B. Thomsen og Injector Door. Palle fæst sjálvur við at mála. Í Gallarií Oynni er hugnalig kaffistova - Café Art - har Palle sýnir nakrar av sínum málningum. Tvey snøgg framsýningarhøli eru til gestasýnararnar. Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og er nú vorðið sjálvsognarstovnur, so stuðul eisini fæst úr Landsstýrinum. Og nakað er enn eftir á mál, sigur Palle, ið hugsar um ljós- umstøður og parkerings- umstøður, har hann er í samstarvi við kommununa. Kring gallaríið er vakur aldingarður, ið er til fragd fyri vitjandi á summri. Nógv forvitnisligt er í Oynni komandi tíðina. Helst er eisini spennandi hjá listarfólki at vitja suð- ureftir, tí Suðuroyggin hev- ur ikki verið nógv vitjað av okkara listarfólkum. Tann 3. november letur upp framsýning við Olivur við Neyst. Fernisering verður klokkan 16 og Oliv- ur verður til staðar. Hetta hevur hann eisini sjálvur lagt dent á, tí hann vil feg- in vitja. Í desember sýnir Øssur Mohr fram í Oynni. Í des- ember verður eisini jóla- huglag í Oynni, við gløggi og jólahugna. Zakarias Heinesen hevur áður sýnt fram í Oynni, men tá var talan um nakrar myndir, ið vóru ogn, tí málningar hansara heilt einfalt vegna sølu gingu undan til sýningina. Men í 2002 fáa suðuroy- ingar aftur møguleikan. Tá vitjar hann aftur og er tá talan um søluframsýning. Hóast Astri Luihn er millum fremstu listafólk og grafikarar okkara, so er hon, eins og so mangur annar, forkunnugur gestur at fáa hjá gallaríi í útjaðaranum. Í løtuni sýnir hon fram myndir í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Myndevnini eru í stóran mun fuglar, berg og landslag. Alt hetta í einum sýningarhøli, ið fyri teim mongu er líka ókent, sum fuglabergið, men sum tó fær vitjan av okkara fremstu listarfólkum Fremmandur fuglur í Oynni C M Y K 23 22