Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2001 25 8 Sosialurin Nr. 198 - 13. oktober 2001 FRAMSÝNING Listakvinnan, Jóna Ras- mussen, hevur latið upp listaframsýning á torginum í Snarskivuni hjá Tórs- havnar býráð. Jóna Rasmussen er sjálvlærd listakvinna. Hon hevur seinasta tíggjuára- skeiðið verið ógvuliga virkin og hevur arbeitt við bæði málningi og skulp- turi, men lagt seg mest eft- ir grafikkinum. Jóna hevur tikið lut í nógvum fram- sýningum, einsamøll og saman við øðrum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á framsýningini í Snar- skivuni, ið ber heitið: Svart og hvítt eru seytjan svart/hvítar grafiskar myndir. Íblásturin til sítt listarliga arbeiði fær Jóna úr mótsetningunum í ger- andisdegnum, at hon er sjómanskona, sæst eisini aftur í myndevnunum. All- ar myndirnar eru til sølu. Framsýningin verður at síggja til fyrst í november mánað. Síðani eg kann minnast hevur mær dámað væl at tekna. Ser- liga hevur mær dámað væl at tekna andlit. Tað hevur ført við sær, at eg eisini havi fing- ið ein serligan áhuga í at eyg- leiða fólk og teirra andlits- trekk. Til dømis er tað áhuga- vert at finna ymisk gjøgnum- gangandi trekk, sum eru ser- eyðkenni fyri ymiskar familjur ella ymisk fólkasløg í heimi- num. Eg havi tí mest sum eina kapping koyrandi við meg sjálva, har eg royni at stað- festa hvaðani ein og hvør, sum eg møti á vegnum ella í toki- num man koma frá. Fyri einum ári síðani fluttu maður mín og eg saman við báðum børnum okkara yvir um Oyrasundsbrúnna og av- gjørdu at blíva sokallaðir »pendlarar« um sundið. »Gestsins eyga er gløgt«, sigur orðatakið og við míni vanligu tráan eftir at finna nøkur antropologisk sereyðkennir, legði eg skjótt merki til, at sviar hava eitt andlitstrekk, sum eg ikki var so kend við. Og sum fráleið sá eg, at fleiri høvdu hesi trekkini, so nú var eg vís í, at hetta var eitt serligt svenskt trekk. Yvirvørrin var eitt sindur útspílað og boygd niður móti vørrini, sum so var eitt sindur strømm og spent, og samstundis bleiv nøsin spílað upp og út. Hmm, eitt trekk sum eg ikki havi sæð síðani, eg seinast var í zoologiska hava. Men ein gáta skal jú loysast, so eg fór at hugsa um, hvar hesi trekkini mundu stava frá. Tað nærmasta eg kundi koma til eitt svar var, at tað sikkurt vóru trekk sum stavaðu fra samunum í norður Svøríki. Hóast alt so var ikki nakað nevniverdugt av hesum trekk- um at síggja í Danmark, og har eru heldir ongir samar. Samstundis líktist tað samum, sum eg havi sæð í sjónvarpi- num. Og ein kann væl hugsa sær, at samar eisini hava sett síni spor í suður Svøríki, sjálvt um landið er líka langt sum frá Keypmannahavn og suður í Gibraltar. Gátan var loyst, og eg var líka nøgd, sum ein detektivur ið hevur fingið brotsmannin undir lás og slá. MEN SO spurdi maður mín Ólavur meg ein dagin, um eg hevði lagt til merkis, hvussu nógvir svenskir menn snús- aðu?! SNÚSAÐU?!? Ja, hvat kann eg siga? Mínu sokallaðu samisku trekk vístu seg at vera SNÚS!! – Ein prísur und- ir yvirvørruni og einki annað. Jú, nógvir menn snúsa í Skåne, og tí er tað kanska her, at Gøran Persson (svenski statsministarin) skal traðka inn og gera onkur politisk tiltøk ímóti snúsi fyri at fáa burðar- talið upp í Svøríki. Hann hev- ur nevniliga heitt á svenskar kvinnur um at føða fleiri børn. Frammanundan hava svensk- arar ein strangan roykipolitik, og tað er eisini ávíst, at royk- ing hevur eina fysiologiska ávirkan á møguleikarnar hjá menniskjum at formera seg. Men hevur nakar hugsað um, at eitt yvirdrivið snúsforbrúk kanska førir til reint og skart avhaldni millum hjún? Eg vildi hildið, at har var nakað, sum átti at kannast nærri, tí tá eg ein dagin sá ein mann inni í Burger King fyrst fáa sær ein stóran prís undir vørrina og síðani fara í holt við at eta softice við karamellsós, so kann eg gott ímynda mær at »prísurin« kan hava ein størri prís í hjúnarbandinum, enn bara tað hann kostar við disk- in. Tískilt má Gøran Persson týggja til góðan og gamlan snúsfornuft fyri at tryggja svensku arbeiðsmegina í fram- tíðini. Hevur »prísurin« ein prís? TELDUBRÆVIÐ Frá: Chanette á Lofti, chanettelofti@hotmail.com Dagur 11.10.01 Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti MÁLBITIN Tíðum hoyrist og sæst t.d. »yrking eftir Mikkjali á Ryggi«. Í hesum føri skal fyrisetingin eftir stýra hvønnfalli, og tað rætta er tí »yrking eftir Mikkjal á Ryggi«, »málningur eftir Jógvan Waagstein«. Summi nýta »av« í staðin, og tað skal ikki sigast at vera skeivt, men hugsið um merkingarmunin í hesum dømum: »mynd eftir Ingálv« og »mynd av Ingálvi«. Eitt blað skrivaði, at »alt var í veitsluróma«, eigur at vera »…í veitslurómi«. Orðini rómur (av mannamáli) og rómi (á mjólk) eiga ikki at koma í bland. Hitt fyrra er sterkt bent og hitt seinna veikt bent orð. »Rómur í høll«, men »rómi oman á mjólk«. Orðafar nr. 1, 1986 Bókaútgávur Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út smábarnabókina Malju dámar at koyra eftir Lucy Cousins. Hetta er triðja bókin um heimsgitnu músina Maisy, sum á før- oyskum eitur Malja. Áður eru komin stór klaffabók: Fyrsta klaffabókin hjá Malju og lítil sniðskorin bók: Malju dámar at spæla. Í hesari bókini, sum eisini er sniðskorin, ferðast Malja í ymiskum bilum og flogførum. Bókin er 16 bls. í litum, prentað á haldgott papp og kostar kr. 40. Hestprent stóð fyri prent- gerðini. Malju dámar at koyra Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út barnabókina Tsatsiki og pápin eftir Moni Nilsson- Brännstöm. Tsatsiki og pápin er onnur bókin um Tsatsiki, sum er øgiliga spentur at hitta pápa sín, høggu- slokkafiskaran, sum býr í Grikkalandi. Og so gong- ur tað við rúkandi ferð, tí mamman og hann fara í summarfrí at vitja øll skyldfólkini. Har hittir Tsatsiki m.o. eitt syst- kinnabarn, sum er bæði djarvari og frekari enn nakar, hann hevur vitað um. Og so leggur hann til merkis, at gentur kunnu mussast, so at tú kennir tað heilt niður í tærnar - og at tú ongantíð kanst líta fult á nakran. Bergur Rasmussen týddi úr svenskum. Tsatsiki og pápin er 146 bls., heft og kostar kr. 125. Bókin er umbrotin og prentað á Hestprent. Tsatsiki og pápin Forlagið Sprotin hevur givið út skaldsøguna Grát, mítt elskaða land eftir Alan Paton. Finnbogi Ísakson hevur týtt úr norskum. Skaldsøgan varð lisin upp í Útvarpi Føroya í 1988. Skaldsøgan lýsir felags skuld og vinalag, sum hevjar seg upp um allar fordómar um suðurafri- kanaran. Suðurafrikanski høvundurin Alan Paton, sum livdi frá 1903 til 1988, stovnaði Suðurafri- kanska Frælsisflokkin. Flokkurin var í andstøðu til apartheit-politikkin og vísti á gongdar leiðir í suðurafrikanskum stjórn- arpolitikki, sum ikki vóru grundaðar á rasistiskan hugburð. Grát, mítt elskaða land Jóna sýnir fram í Snarskivuni Eru umboð á standby og multipurpose skipi. Starvsfólkið fær ábyrgd av, at formligu reglurnar á økinum verða fylgdar,og at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetning virkisins. Stýrimaður: • Vinnubræv sum skipsførarar/skiparar við STCW átekning II/2 • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Trygdarskeið, ikki eldri enn 5 ár • Roykkavara/sløkkileiðaraskeið • GMDSS skeið • ARPA skeið • Kunnleika til ISM og ISO 9000 góðskustýring (fyrimunur tó eingin treyt) • Væl fyri í enskum, bæði í skrift og talu • Fysiskt væl fyri • Kunnleika til D.P.útgerð (fyrimunur tó eingin treyt) Dekkari: • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Trygdarskeið, ikki eldri enn 5 ár • Væl fyri í enskum, bæði í skrift og talu • Fysiskt væl fyri Verða ásettar eftir avtalu. Umsóknir við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til P/S ESVAGT-THOR, 420 Hósvík, skjótast tilber, ella í seinasta lagi 20.10.2001. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Gunnbjørn Joensen, tlf. 422503. Søkt verður eftir Stýrimanni og dekkara við royndum innan »Anchor Handling« Størvini: Krøv og ábyrgd: Førleikakrøv: Løn og setanartreytir: Umsóknir: P/S ESVAGT-THOR er eitt felag, sum í høvuðsheitum arbeiðir innan oljuvinnu, herundir trygd og umhvørvisvernd. Meira sæst á heimasíðu okkara www.thor.fo Skála kvøldskúli bjóðar í vetur hesi skeið: TELDULÆRA: Týskvøld kl. 19.15. Lærari: Jens M. Rasmussen, tlf. 442198. KVINNUFIMLEIKUR: Hóskvøld kl. 18.30. (Havið undirlag við). Lærari: Guðrun M. Hansen, tlf. 441732 ella 211732. GUITARSPÆL: Tíð eftir avtalu. Lærari: Esben Jacobsen, tlf. 441043 ella 254329. Tilmelding kann eisini fara fram á tlf. 441539 ella á teldupostadressuni: skalask@post.olivant.fo .Tilmeldingarfreistin er leygardagin 20. oktober. Luttøkugjaldið er 300 kr, sum verður goldið, tá byrjað verður. Øll undirvísing fer fram í skúlanum, og byrjað verður í viku 43. Skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku. Skála kvøldskúli NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ívík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 Lesið C M Y K 25 24