Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 198 - 13. oktober 2001 Nr. 198 - 13. oktober 2001 27 TK Stovan er ein li›ur í menningini av føroyska vinnulívinum og sam- stundis ein partur av tí umfevnandi danska TIC-kunningarsamstarvinum. Kunningarfundur um KT-trygd Mánadagin 22. okt. kl. 13.00 á Hotel Føroyum Kunningarfundur um, hvussu virki› kann verja seg móti telduvirus og teldusníkum Kunningarfundurin er ætla›ur virkislei›slum og fólki annars, sum hevur áhuga í evninum. Endamáli› vi› kunningarfundinum er á lættskiljandi máli at l‡sa øki› KT-trygd, og hvat virki kann gera fyri at verja sítt teldukerv og teldusamskifti. Vi› ø›rum or›um, hvussu verja vit okkum best móti dagsins hóttanum, sum telduvirus og teldusníkum. Skrá: 13:00 VÁ‹AR Jónsvein Joensen, cand. merc. dat, frá KT-fyritøkuni Faroesoft (VIT) grei›ir, í fyrra innleggi sínum, frá vá›anum í mun til valda KT-trygd. Eisini kemur hann inn á ymisku vá›arnar í KT- lívssyklusinum, t.e. frá tí at stø›a skal takast til KT-keyp til ta› sum keypt er, ver›ur tiki› í brúk. Hvussu er kostna›urin av KT- trygdini í mun til nyttuvir›i. 13:30 KT-VIRKISØKIR OG POLITIKKUR Jóhan Martin Jacobsen, sum er serútbúgvin KT-grannsko›ari frá grannsko›aravirkinum Rasmussen & Weihe, kemur í sínum innleggi inn á KT-trygdarpolitik í ymisku KT-virkisøkjunum. Nøkur av evnunum hann nertir vi› eru: bygna›ur, st‡ring av brúkarum og atgongd, menning, útvegan og vi›líkahald av KT- skipanum, rakstur, dokumentatión, fysisk trygd, tilbúgving og trygdargjøgnumgongd. 14:00 KAFFISTE‹GUR 14:20 AKTUEL VI‹KOMANDI EVNI Jónsvein Joensen fer› í seinna innleggi sínum, at taka upp ymisk vandamál, sum eru frammi í hesum tí›um, og sum hava naka› beinlei›is vi› KT-trygd at gera. Evnini ver›a millum onnur internet og tess vandamál, E-business, bókhald og peningaflutningur, edv í mun til manuelt, opinleiki í mun til forbo›, etikk og moral. 14:50 JURA Magnus S. Petersen frá Advokatskrivstovuni kemur í sínum innleggi inn á lógfrø›ilig sjónarmi› í samband vi› KT-trygd. 15:10 TRYGGING Niels Juul Akraberg Poulsen frá Tryggingarfelagnum Føroyar grei›ir frá, hvørjum tú kanst tryggja teg ímóti, og hvat hendir í tryggingarhøpi, um nú vanlukkan er hend. 15:30 PRAKTISKAR ROYNDIR Føroysk virkir grei›a frá sínari KT-trygd og teirra royndum 16:10 SAMANDRÁTTUR 16:30 LI‹UGT Tilmelding: TK Stovan, fax nr. 31 93 63, tlf. nr. 31 73 66 ella teldupost tk@tk.fo. Kostna›ur: kr. 400,00 u/mvg. Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 19. okt. 2001. Virkisnavn: Tal av luttakarum: Navn/Nøvn: Tlf: Fax: TK Stovan TK Stovan Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel +298 317366, Fax +298 319363 tk@tk.fo www.tk.fo Starv sum leiðari av nýggju kolvetnisskattadeildini í Klaksvík er leyst at søkja, og skal setast skjótast gjørligt. Deildin verður skipað sum ein deild av Stýrinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya á Argjum. Toll- og Skattaráð Føroya er sambært lóg um kolvetnisskattafyrisiting og lóg um toll- og skattafyrisiting ovasti álíkningarmyndugleikin. Deildin skal taka sær av øllum viðurskiftum í samband við 1) Loyvishavarar, t.e. skattaborgarar, ið hava inntøku av sølu av framleiddum kolvetni v.m. 2) Feløg v.m., ið reka vinnu, ið er knýtt at virkseminum í 1) 3) Løntakarar, ið arbeiða hjá teimum, ið eru nevnd í 1) og 2) Partar av kolvetnisskattafyrisitingini, sum farið er í gongd við at leggja á Tvøroyri, skulu so við og við økjast, tá/um gongd kemur á kolvetnisvinnuna. Tað kemur at áliggja leið- aranum saman við deildini annars at skipa fyri, hvørjir aðrir partar av fyrisitingini skulu liggja á Tvøroyri, sum fyrisit- ingarliga kemur at vísa til deildina í Klaksvík. Høvuðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum verða eitt nú • at hava yvirskipaðu leiðsluna av deildini • at fáa til vega og innrætta neyðugu hølini til deildina • at fyrireika álíkningina av komandi inntøkum frá kolvetnisvinnuni • at leggja til rættis saman við serkønum fólki kunngerðir og rundskriv o.a.m. kolvetnisskattingini viðvíkjandi • at skipa fyri kunning um kolvetnisskattingina fyri loyvishavarum v.m. • at skipa fyri útbúgving av starvsfólki Førleikakrøv til starvið Roknað verður við, at leiðarin hevur leiðsluroyndir og hevur royndir av at arbeiða í leiðslubólkum, sum taka avgerðir, tí deildin kemur at taka avgerðir í tøttum samstarvi við deild- irnar og leiðsluna í Stýrinum. Neyðug útbúgving krevst helst frá hægri lærustovni, sum gevur innlit í flestu fakligu spurningar, sum fylgja við starvinum, eisini krevst kunnleiki til enskt mál. Umsøkjari við neyðugari útbúgving annars, sum hevur leiðsluroyndir frá almennari umsiting, hevur fyrimun. Í skattligum høpi snýr tað seg um, at menna eitt heilt nýtt øki, byggja eina nýggja deild upp og at velja neyðug starvsfólk til deildina, sum hava góðan fakligan førleika. Umsøkjarin skal tí bæði hava virkisfýsni og slagkraft, vera smidligur, liðiligur og hava góð samstarvsevni. Vit bjóða • eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga • innanfyri ávísar karmar at skipa arbeiðsumstøðurnar sjálvur • flextíð • eftirútbúgvingarmøguleikar bæði í Føroyum og uttanlands Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Stýrinum, Marjun Reinert Simonsen ella Óla Heinesen tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Leiðari til Kolvetnisskattadeild Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Núverandi setanarøki er Klaksvík, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Aðalfundur Aðalfundurin hjá Sosialistiska Ungmanna- felagnum, ið verður í hølunum á Áarvegnum, er útsettur til leygardagin 27.10. Nevndin Rætta dekkið til røttu tíð og fyri rættan prís Tíðin nærkast tá ið dekk skulu skiftast - tryggja teg í góðari tíð, við teimum røttu dekkunum fyri tann rætta prísin - og til øll bilmerki Ford Service 900 Vágur · tlf. 373600 Ford 700 Klaksvík tlf. 456959 Ford P/f Wenzel, Akranesgøta, 100 Tórshavn tlf. 354515/354516 Tlf. +298 313873, Fax +298 311173 · Fyrisiting ( Head Office ): Akranesgøta 5, Boks 3043, FO-110 Tórshavn Pláturverkstaður: Marknagilsvegur 86, FO-100 Tórshavn Heimasíða: http://www.wenzel.fo Teldupost: wenzel@post.olivant.fo Bílegg nú! Gøtu Kvøldskúli veturin 2001/2002 Boðað verður frá luttøku á hesum støðum: –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lærugrein og dagur Lærari Tlf. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ættargransking Hansina Olsen 441056 mikudag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Teldulæra Reinhold Isaksen 441753 týsdag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Gittarspæl á byrjunarstøði Tórhallur Justinussen 443114 hósdag (eftir kl.16.00) –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Klaverspæl Magnus Jacobsen 444457 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lær at svimja Oluffa á Høvdanum 442122 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lær at telva Reinhold Isaksen 441753 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikanna góðkenning. Byrjað verður eftir avtalu við læraran. Gøtu Kvøldskúli Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- stýrinum, hvørs upp- gáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskriv- stovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági,Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja rakst- urin. Núverandi setanar- øki er Sandoyar Øki, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovun a og deildir teirra, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail tollskatt@tollskatt.fo Starv sum málsviðgeri Søkt verður eftir málsviðgera til Sandoyar Øki.Tann umsøkj- arin, vit fyri kortum valdu út, tók annað starv. Tí lýsa vit starvið leyst av nýggjum. Høvuðsuppgávur Álíkningar- og eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald og toll, skatt og innkrevjing o.a., herundir at geva ummælir í møguligum kærumálum.Arbeiðið er rættu- liga sjálvstøðugt, tá tann, ið settur verður, skal kunna taka sjálvstøðugar avgerðir. Í ivamálum hevur hann beinleiðis tilvísing til deildirnar í Stýrinum. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava roknskaparligan førleika. Umsøkjarar við roknskaparligari útbúgving hava fyrimun. Viðkomandi, ið settur verður, skal hava vilja til at luttaka í teimum útbúgvingarmøguleikum, sum Toll- og skattstovan bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin eitt nú á handilsskúla v.m. og taka lut í teimum skeiðum, sum stovnurin fyriskipar.Viðkomandi skal vera arbeiðssamur og fyrikomandi, og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er ynskiligt, men tó ongin treyt, at viðkomandi býr í Sand- oynni. Vit kunna bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v.ø.o. eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Randi Røsvik, roknskaparleiðara, á tlf. 35 26 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í sein- asta lagi 19. oktober 2001 Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Postsmoga 2151 FO 165 Argir Samfelagsstevna í Ebenezer Samfelagsmøti verða, um Gud vil, frá mikudegi 7. til og við sunnudag 11. november. Møtini fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin verða hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Greiniligari kunngerðir koma seinni. Ein og hvør er hjartaliga vælkomin til hesi møti. Samkoman í Ebenezer -tað loysir seg C M Y K 27 26