mánadagur 27. apríl 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 27. apríl 2009
37
lýsing
Nýgg hús við
panoramaútsýni
á Viðareiði
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa eini hús, sum eru heilt serlig. Grannalagið er
hugnaligt og grannarnir eru blíðir og fyrikomandi.
Húsini
Húsini eru bert 3 ára gomul í sera góðum standi og dygdin er avbera góð. Húsini eru
nakað fyri seg og sera spennandi. Húsini hava tvær stórar altanir, eina í ovastu hædd
og eina út frá stovuni í miðhæddini. Dustsúgvaraanlegg er á øllum hæddum og í
miðhæddini er hitapumpa.
Ljós og luft
Húsini standa væl og frítt fyri. Vakurt útsýni er yvir Norðoyggjarnar, út á víkina og
niðan í fjøllini. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, tað kemur nógv ljós inn.
Stílur og snið - inni og úti
Stílurin er nýtímans lættur og ljósur. Húsini hava sprossavindeygu og eru klødd við
timbri. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men
hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum. Húsini standa í friðaligum og barna
vinarligum umhvørvi og hava sera gott útsýni.
Bilhús
Stórt bilhús er fast í húsinum, tú kanst ganga beinleiðis út í bilhúsið úr kjallaranum.
Inrætting
Í ovastu hædd er stórt útiloft við útgongd til altan, hjúnarúm, 2 kømur, klædnarúm
og baðirúm við brúsu og gosbað. Í miðhæddini er durur, gongd wc, vaskirúm/
goymslurúm, køkur/alrúm, stova við útgongd til altan og trappa upp á ovastu hædd.
Í niðastu hædd er gongd, kjallararúm/fýrrúm, eitt stórt óinrættað rúm og garasja.
www.inni.fo
Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan.
Húsini eru sera snotulig – sterkt og væl bygd.
Fakta:
Adressa: ........... Garðavegur 6,
Viðareiði
Býggiár: ........... 2006
Hæddir: ............ 3
Gólvvídd: ......... 146 m²
Grundøki: ........ 595 m²
Bilhús: .............. ja