Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 80 - 28. apríl 2009 Umberingarnar og ringa samvitskan nívir. Tað er heldur einki at siga til. Eing in, ikki ein ynskir at taka ábyrgd. Eldraøkið er ikki bara afturútsiglt, men ber boð um vánligt politisk handa­ lag, og tí er tørvurin á ellis­ og røktarheims­ plássum ovurhonds stórur út um alt landið, uttan eitt nú í Sundalagnum og í Eysturoy sum heild, har framskygdari loysnir nøkta lokala tørvin á røktar­ heims plássum. Tað er eingin her á landi sum ynskir marglætis­ loysnir á eldraøkinum, men virðiligar og menniskja­ ligar loysnir, og fleiri krónur til økið, er heldur ikki eitt svar sum kann nýtast í komandi árum, vit skulu hava fleiri búpláss fyri minni íløgupening, vit skulu hava loysnir, ið eru heimligar, og helst skulu loysnirnar ikki verða niðan fyri eini fjøruti til fimmti búpláss fyri at fáa ein nóktandi rakstur. Nú er nóg mikið tosað, skrivað og filmað. Ein loysn eftir føroyskum fortreytum er neyðug, bæði tá talan er um pening og starvsfólk. Ein breið samgonga má og skal hava dirvi at taka endaliga avgerð um eldra­ økið, og eftir mínum tykki er einki fjas og uttanumtos, økið skal verða kommunalt ábyrgdarøki burturav. Vit skulu tryggja, at pening­ urin fylgir við, og at endaligu karmarnir gerast tryggir karmar, so at okkara eldru og gomlu og teirra avvarðandi trygd kunnu líta á, at almennu Føroyar hava trygg viðurskifti á hesum øki. Kommunurnar hava prógvað eitt nú á barna­ ansingarøkinum, at kommunurnar nógv betur kunnu finna nøktandi og smidligar loysnir tá ið ansing umræður. Ynski hjá Fólkaflokk­ inum um at styrkja heima­ røktina eigur eisini at fáa sín náttúruliga leiklut, so at tey »eldru«, sum ynskja tað, kunnu verða í sínum egna umhvørvi longst møguligt. RodmunduR nielsen Viðgangi dugnaloysi ... og lat okkum loysa trupulleikan á eldraøkinum Rein provokatión - og niðurgering! At seta 62 milliónir ov nógv í eina tunnilsverk­ ætlan, heldur enn at nýta hesar pengar til tvær aðrar neyðugar verkætlanir, er rein provokatión. Tað kann væl vera, at fomaðurin í fíggjarnevndini skal pleyga sínar veljarar, og tað er helst eisini upp á tíðina, at vegasamabandið verður dagført norðuri í lokala umhvørvinum. MEN! At vraka eina loysn, bara fyri at sleppa at nýta 62 milliónir óneyðugt, tað er at halda okkum onnur fyri spott! Hasar milliónirnar kundu bygt nýggja ferju at røkt samferðsluna um Nólsoyarfjørð, og milliónir høvdu har afturat verið í avlopi til at sett gongd á atløguviður­ skiftini í Skúgvi. Allar oyggjarnar verða ­ tíbetur ­ ikki knýttar í vegasamband, og vit, ið hava valt at búgva og at byggja hús úti á lítlum plássi, hava tørv á tryggum sam bandi til meginøkið, tó at tað ikki endiliga skal verða vegasam band. Kanska gera politikkarar sær ongar ætlanir við oyggj unum, har neyðugt er at sigla til? Kanska eru orðingarnar um bygdamenning og oyggjasamfelag enn bert ífylluorð uppundir hvørt einasta val? Kanska er ynski at forkoma øllum møguleikum at seta seg niður og trívast á smáu føgru oyggjum okkara? Góðu politikkarar. Var ætlanin at provokera, so eydnaðist tað. Var ætlanin at niðurgera, so eydnaðist tað eisini. Men var ætlanin at hetta skuldi henda uttan aftursvar, so mugu tit leggja nýggjar ætlanir! Hvørja ferð tit finna upp á slíkt humbug, mugu tit eisini taka ímóti aftursvari! Tað skal hvørki vegur ella tunnil til fyri at fólk fylgja við í málunum, tit royna at fløkja saman. Ansið betri eftir okkara pengum og gerið íløgur, ið røkka longri enn tykkara egna lokala umhvørvi! Setið dagfestingar á nær nýggja ferjan røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð! NÚ! Jákup av skaRði Kortanei til tunnils- munna í Gerðabø! Fríggjadagin byrjaði ein nýggjur syrgiligur partur av longu harmasøguni um føroyskan politikk. Nýggjur tunnil skal gerast norð um fjall. Tey velja dýrastu loysn, hóast landið skal spara á øllum øðrum økjum. Øll her norðuri munnu vita, at tað er Viðareiðisvegurin, sum er lívshættisligur og treingir heilt álvarsliga til ábøtur – tað hevði verið skilabetri at bøtt um vegasambandið í Viðoynni enn á Borðoynni. Men fyri meg, sum búgvi í grannalagnum har, ið nýggi bergholsmunnin ætlandi skal vera, er tað uppaftur verri, at tey velja at fara ígjøgnum grønt øki, sum er mongum føroyingum dýrabært. Har eru friðað fornminni á Gerðabø, sum tað við tógvi stríð eydnaðist at fáa bjarga, tá nýggj býarskipan herfyri var gjørd. Tað fellur mær fyri bróstið, at tingfólk skulu avgera linjuføringar og fáast við verkfrøði á tingi. Hvat hava tey Landsverk og serkønar verkfrøðingar til? Vita tey ikki, at jarðfrøðingar hava gjørt kanningar av Kjøli, har skriðu­ og skalvalop hava verið? Eg havi í míni fávitsku hildið, at vit velja fólk á ting til at gera raðfestingar. Ikki til avgera í smálutum, hvussu vegaarbeiði skulu gerast! Kanska skuldu vit bara skift um: latið starvsfólkini á Landsverki sita á tingi og koyra løgtingslimirnar til arbeiðis á Landsverki. So høvdu teir sloppið at fingist við tað, teir tíma best. Grót og skursl! Eg kundi skriva síðu upp og síðu niður um hetta mál. Men í dag skulu tit fáa ta stuttu útgávuna: Kortanei til tunnilsmunna í Gerðabø! Tað er gleðiligt at síggja, hvussu alt fleiri átøk í samband við Rørsluárið 2009 taka seg upp allastaðni út um landið. Tað er júst aðaltankin í rørsluárinum, at har sum fólk búgva og arbeiða, ganga í skúla ella eru á stovni, ella koma saman í síni frítíð, har taka tey seg saman um at skipa fyri felags tiltøkum. Tað snýr seg um at fólk fáa hug til lyfta seg upp úr stólinum og fara at røra seg eitt sindur meira, hvønn dag ella so regluliga sum tað ber til. Tí tað er hugaligt, stimbrandi og heilsufremjandi. Nógv gera tað av sínum eintingum. Men oftani er man tungur á sær, trekur, so at okkurt skal til, fyri at koyra undir. T.d. at man fær hug til at koma við til eitt tiltak, sum verður fyriskipað har í námindini. Og stuttligast er jú, tá man er fleiri! Tí er tað gleðiligt at rørsluátøkini vinda uppá seg og á nógvan ymiskan og fjølbroyttan hátt eggja fólki til at vera við til at røra seg meira. Tiltøkini eru nógv, og hvussu tey breiða seg allastaðni út um landið ­ eisini út til smáplássini – vísir yvirlitið niðanfyri, eisini sum fyridømi til onnur at taka eftir: • 28. Apríl -Klaksvík: Rørsluráðstevna, sum Fólka­ heilsuráðið, ÍSF og landsstýris­ mað urin í heilsumálum skipa fyri. Hetta og líknandi tiltøk í Sandoy, Suðuroy, Eysturoy og Vágoy verða lýst nærri ein av fyrstu døgunum. • 30. Apríl - Sandoy: Rørsluráðstevna, sum Fólka­ heilsuráðið, ÍSF og landsstýris­ maðurin í heilsumálum skipa fyri. • 2. Mai - Húsar: Sparkivallarkapping fyri børn, sum Fótbóltssambandið FSF­ SISU skipa fyri. • 2. Mai - Tórshavn: Fleyr skipar fyri firmaflogbólti í Gundadalshøllini. • 4. Mai - Suðuroy: Rørsluráðstevna, sum Fólka­ heilsuráðið, ÍSF og landsstýris­ maðurin í heilsumálum skipa fyri. • 5. Mai - Eysturoy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, landsstýrismaðurin og ÍSF skipa fyri. • 6. Mai - Vágoy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum skipa fyri. • 9. Mai - Fuglafjørður: Heilsurenning, sum Roysnið skipar fyri. • 9. Mai - Tórshavn: Hvirlan skipar fyri sonevndum virkisleikum, ið er nýggjur háttur at fáa starvsfólk á virkjum at røra seg í kappingum í frælsum ítrótti. • 15. Mai - Leirvík: Ítróttardagur fyri sinnisveik, sum Stuðulstænastan og Sinnisbati skipa fyri. • 16. Mai - Fámjin: Sparkivallarkapping fyri børn, sum Fótbóltssambandið FSF­ SISU skipa fyri. • 22. Mai - Vatnsoyrar: Sparkivallarkapping fyri børn, sum FSF­SISU skipa fyri. • 23. Mai -Toftir: Sparkivallarkapping fyri brekað, sum ÍSB og FSF­SISU skipa fyri. • 23. Mai - Runavík: Heilsukafé á Eysturoyar ellis­ og røktarheimi og aftaná gongutúrur runt Agnið. Runavíkar kommuna skipar fyri. • 25. Mai - Alt landið: Alla hesa vikuna verður “Útivikan” – rørsluátakið hjá Fólkaheilsuráðnum um at fáa føroyingar at ganga (ella súkkla) heldur enn at koyra við bilinum, so vítt tað ber til. • 30. Mai - Haldórsvík: Sparkivallarkapping fyri børn, sum FSF­SISU skipa fyri. Eisini arbeiðsplássini í fyritøkum og stovnum eru virkin Sum sæst omanfyri eru møguleikarnir nógvir. Og átøkini verða fleiri longri út á summarið, men tað venda vit aftur til seinni. Nú veit eg, at tað eisini verður skipað fyri nógvum tiltøkum í smb. við rørsluárið á arbeiðsplássum, bæði í privatu vinnuni og á almennum stovnum. Tað hevði verið hugaligt at hoyrt meira um tað, so at leiðarar og starvsfólk á arbeiðsplássum, har man enn ikki er komin ígongd, kunnu fáa góð hugskot til rørslufremjandi og á annan hátt heilsugóðan starvsfólkapolitikk. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður Klaksvík nicolina dahl Rørsluárið breiðir seg út um landið við nógvum fjølbroyttum átøkum