Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin apríl 2009 Trygd & Trivni 11 1 BARN Tann besti mátin, tá tit eru 2 vaksin í bilinum, er at seta barnið á baksetrið saman við øðrum tykkara. So kann hin vaksni lættliga ansa eftir tí lítla, og bilførarin kann konsentrera seg um ferðsluna. Koyrir tú einsamøll/ einsamallur við barni tínum, kanst tú eisini seta tað á framsetrið. So hevur tú gott samband við títt barn, meðan tú koyrir. Men minst til, um bilur tín hevur luftbjølg í passasersíðuni, skal hann antin gerast óvirkin, ella skalt tú seta stólin á baksetrið. 1 PINKUBARN OG 1 BARN Ert tú einsamøll/einsamallur við børnunum í bilinum, er best at seta tað størra barnið á baksetrið og tað minna bakvent á framsetrið. Men um luftbjølgur er í passasersíðuni, skal tað minna eisini setast á baksetrið. 1 PINKUBARN OG 2-3 BØRN Í teimum flestu bilunum er tað møguligt at seta tveir barnastólar á baksetrið. Barnið á framsetrinum eigur at sita bakvent, um tað er gjørligt, og eingin luftbjølgur er. MINST TIL ALTÍÐ AT INNSTILLA BELTINI Beltið í pinku- ella barnastólinum eigur at spennast júst so fast, at barnið ikki kennir seg illa. Tað merkir, at tú kanst koyra eina flata hond inn ímillum barnið og beltið. Um beltið er ov leyst, fær barnið eitt eyka rykk í einari harðari bremsing ella samanstoyti. Tað er ein ógvusligur tilburður, ið kann enda við álvarsligum løstum. Í ringasta føri kann barnið vera í vanda fyri at detta úr stólinum. Mjadnabeltir Sjálvt um eitt trípunktsbelti er betri enn eit mjadnarbelti, so er eitt mjadnarbelti betri enn einki belti – og mjarnarbelti skal nýtast, um eitt fólk situr á plássinum. Vit mæla til, at plássið við mjadnarbelti verður brúkt til seinast, tvs. Aftaná plássi við trípunktsbeltum. Er eitt barn í einum barnastóli, sum eftir nýtsluleibeiningini kann nýtast til mjarnarbelti eigur barnið at nýta tað, so størri børn kunnu nýta trípunktsbeltini. Um størri børn verða sett í eitt mjadnarbelti, kunnu tey nýta eina beltipútu. Tey bæði “beltistýrini” í síðuni hjálpa til at beltið situr sum tað skal tvørtur um mjødnina. Minst til, at mjarnarbeltið skal sita tvørturum mjødnina og ikki um búkin. 5 LEIÐREGLUR 1. Nýt altið góðkenda trygdar- útgerð, ið hóskar til hædd og vekt hjá barni tínum 2. Ansa eftir ,at bæði stólur og barn eru spent føst rætt – fylg nýtslu- leiðbeiningini neyvt 3. Set barnið í bakvenda útgerð, so leingi sum til ber 4. Tak bil og barn við, tá ið tú keypir útgerð 5. Set ikki børn undir 140 cm útfyri ein luftbjølg SPENN BARNIÐ OG TEG SJÁLVAN FAST Í BILIN! Hvar í bilinum?