týsdagur 28. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2009
11
F
øroyar hava eitt framúrsk
arandi tilfeingi í alduorku.
Við bjørgini vestanfyri og
norðanfyri er nógv alda, og við
mong bjørg er rættuliga atdjúpt.
Hetta eru stak góðar umstøður í
mun til at gagnnýta og umgera
alduorku til elframleiðslu.
SeWave hevur ment eina
alduorkuskipan, ið hvørki sæst
ella hoyrist, tí verkið verður
bygt inn í bergið við tunlum.
Hetta er einasta alduorku
skipan av sínum slag í
heiminum, hóast nógvar
ymiskar royndir hava verið
gjørdar við alduorku gjøgnum
tíðirnar. Skipanin gongur undir
heitinum TWEC (Tunnelled
Wave Energy Converter).
SeWave hevur eyðmerkt uml.
50 km av bergi í Føroyum, sum
eru hóskandi til TWEC
konseptið. Um roknað verður
við, at í minsta lagi 10% av
hesi longd kann gagnnýtast
effektivt, (tvs. 5 km), so kunnu
umleið 150 GWh framleiðast
árliga.
Hetta tal svarar til meira enn
50% av samlaðu orkufram
leiðsluni hjá SEV í dag, og
meira enn hálva aðru ferð
vatnorkuframleiðsluni hjá SEV.
Evropeiski marknaðurin
SeWave gjørdi eina kanning í
2005 við tí endamáli at
staðfesta, um hetta konseptið
hevur áhuga í øðrum
evropeiskum londum. Higartil
eru um 1000 km. av hóskandi
bergi eyðmerkt í Evropa. Um
10% av hesum kunnu
gagnnýtast effektivt, so svarar
tað til eina framleiðslu uppá
uml. 3000 GWh, ella elnýtslu
hjá uml. 500.000 húsarhaldum.
Til tess at røkka hesa fram
leiðslu skulu 2000 turbinur
setast í bergtunlar. Hetta tal
kann tó gerast munandi hægri
við meira nágreiniligum
kanningum.
Harumframt eru støð uttan
fyri Evropa, sum eru hóskandi
til TWEC konseptið, m.a. við
norður vesturstrond ina í USA.
ES hevur mett hesar møgu
leikar so mikið áhugaverdar,
at SeWave hevur fingið játtað
10 mió. Kr. í stuðli til eina
royndarverkætlan í Føroyum,
júst tí at møguleikarnir við
konseptinum ikki eru avmark
aðir til føroyska bergið.
Annars er vert at hava í
huga, at ein høvuðsorsøk til,
at fólk enn royna at fáa orku
burturúr aldu, er júst, at orku
mongdin er øgilig. Vit kunnu
t.d. vísa á, at uttan fyri bergið
sunnan fyri Søltuvík (2 km), er
samlaða alduorkan umleið
tvífalt so stór sum samlað
elframleiðslan hjá SEV.
Royndarverkið, sum ikki sæst
Høvuðsuppgávan í sambandi
við alduorku í dag er tann
sama, sum vit kenna frá
vindorku fyri 2030 árum
síðani. Nevniliga at finna
frægasta mátan at fáa orkuna
burturúr náttúrukreftunum, og
at finna ein hátt at fáa orkuna
skynsamt inn á netið.
Aftaná miðvíst arbeiði við
kanningum, royndum og
uppskotum er komið hartil, at
ætlanin skal roynast í verki fyri
at prógva, at tað eru vinnuligir
møguleikar í alduorku í
Føroyum. Tað eru týðandi
fyrimunir hjá landinum og SEV
í samband við framleiðslu av
elmegi frá varandi orkukeldum.
Eftir verandi ætlan kann fyrsta
orkuframleiðslan byrja við
ársbyrjan 2011.
Talan er um eitt orkuverk við
eini 750 kW turbinu, sum skal
byggjast antin í Nýpubergið á
Vágoynni ella í bergið sunnan
fyri Søltuvík.
Tað serliga við Sewave
alduorkuskipanini er, at hon
kann byggjast á sera
alduorku ríkum støðum, og kann
útbyggj ast við minni váða enn
aðrar kendar alduorkuskipanir.
Nógva alduorkan, kenda
jarðfrøðin og fleiri ára royndir
við tunnilsgerð í Føroyum gera
oyggjarnar væl egnaðar sum
royndarstað fyri hesa nýggju
tøknina.
Tað eru SEV og Dresser
Rand, ið koma at vera
høvuðsaktørar í Prosjekt Alda,
sum verkætlanin eitur. Dresser
Rand er ein av heimsins størstu
turbinuframleiðarum við
høvuðssæti í Texas, USA.
Verkætlanin fer eisini at
samstarva við føroysku LBF og
Data Quality Systems, umframt
lærdu háskúlarnar Queens
University í Norðurírlandi og
University College Cork í
Írlandi. Væntandi verður eisini
samstarv við Fróðskaparsetur
Føroya.
Í næstum verður farið undir
samskifti við ognarar og
myndug leikar til tess at fáa
neyðugu loyvini til vega í Vága
og Sands kommunum.
Altjóða áhugi
DresserRand hevur í verki sýnt
áhuga í prosjektinum, og hevur
víst á, at møguleikin fyri stórari
orku er serstakliga áhugaverdur.
Teir siga SeWave ætlanina
verða eina ta mest burðardyggu
av
teimum alduorkuverk ætlanum,
ið teir hava møgu leika at veita
turbinur. Harum framt hava
elorkuveitarar í Skotlandi,
Portugal, Írlandi, Noregi og í
Danmark sýnt verkætlanini
áhuga umframt útlendskir
framtaksgrunnar. Nakrir av
hesum umhugsa nú at skjóta
pening inn í verkætlanina.
Hetta er m.a. tí, at saman
borið við skipanir hjá øðrum
alduorkumennarum, er skipanin
hjá SeWave tann mest økonom
iska í mun til eindarkostnað av
framleiddum streymi, umframt
at váðin er munandi minni, tí
onki verður bygt úti í sjónum.
Harumframt verður tað hildið
at vera sera áhugavert, at orku
verkið er ósjónligt og hevur
lítla og onga ávirkan á
umhvørvið.
Ávirkan á føroyska
samfelagið
Við alduorkuverkætlanini hjá
SeWave fær tað føroyska
samfelagið ein møguleika til at
menna ein serkunnleika innan
alduorku. Hetta kann innibera
samstarvs og vinnumøguleikar
uttanlanda. Eisini viðførir
prosjektið langtíðar ‘grønar’
fyrimunir, har elframleiðsla
burtur úr olju kann minka, og
framleiðslan burtur úr varandi
orkukeldum kann økjast.
Harumframt vísa royndir
aðrastaðnis, at ferðavinnan á
staðnum fær ágóðar av slíkum
royndarverki.
Óheft meting frá ES
Uttan mun til úrslitið eru vit
við hesum prosjektinum partur
av einum altjóða samstarvi
innan rammuskránna hjá ES.
Stuðulin frá ES hevur stóran
týdning, tí hesin er latin við
støði í eini óheftari meting av
dygdini í verkætlanini. Tað árið
SeWave fekk játtað stuðulin,
vóru íalt umleið 15.000
umsóknir til rammuskránna hjá
ES, har av umleið 1500 vórðu
játtaðar. SeWave er av ES
góðtikið at verða samskipari av
verkætlanini, og hetta merkir, at
SeWave er millum tey umleið
700 feløg, stovnar og
universitetir í Evropa, sum
samskipa verkætlanir innan
rammuskránna hjá ES.
SeWave er eitt føroyskt
initiativ við føroyskari
samskipan, sum er borið inn á
altjóða granskingarpallin.
Verkætlanin hevur fingið
undirtøku av týðandi pørtum
innan alduorkumenning, bæði
innan gransking, vinnu og
myndugleikum. Tað er
svitaleyst, at vit eru partur av
einum altjóða samstarvi innan
rammuskránna hjá ES, sum
kemur at geva førleika og vitan
til víðari menning. Harnæst
kunnu vit fáa enn eina
orkukeldu treytað av, at
verkætlanin hepnast. Um so er,
verður møguleiki fyri at
gagnnýta vitanina um alduorku
vinnuliga í altjóða høpi.
Kostnaður og fígging
SeWave er eitt partafelag, sum
SEV eigur 100%. Kostnaðar
ætlanin fyri royndarverkið er
uml. 48 mió. Kr.
Í 2008 setti SEV 8 mio. kr. av
til alduorku, men stórt sæð onki
av hesi upphædd bleiv brúkt í
2008. Landsstýrið stuðlaði
verkætlanini við 300.000 kr. í
2008, sum bleiv brúkt til
samráðingar við nýggjan
turbinuveitara og ES í samband
við broyttu fortreytirnar fyri
verkætlanini. Roknað verður
við, at SEV og Føroya
Landsstýri fíggja um 40% av
kostnaðinum, meðan ES og
útlendskir íleggjarar fíggja
60%. Sáttmálin um stuðulin frá
ES til verkætlanina varð
undirskrivaður 1. apríl í ár.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Týðandi orka í aldum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Ólavur Gregersen
Stjóri í pf SeWave