Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Trygd & Trivni Sosialurin apríl 2009 Ráðið fyri Ferðslutrygd: Børn í bilinum 1. januar 2008 varð sonevnda klippikortið sett í gildi í Føroyum. Við hesi skipan kunnu ymisk sløg av vandamiklum atburði í ferðsluni geva klipp, ið við tíðini kundu hava við sær, at man missir koyrikortið. Eitt sindur skelkandi varð umleið triðja hvørt klipp fyrstu tíðina givið fyri, at børn ikki sita íbundin í rætta trygdarútgerð í bilinum. Ráðið fyri Ferðslutrygd vil tí nema við nøkur góð ráð í samband við flutningi av børnum í bilinum. Airbaggin, luftbjølgurin, í bilinum er gjørdur til at verja vaksin. Svenskar og ameri­ kanskar kanningar vísa, at einamest smá børn kunnu fáa álvarsligt mein, kanska deyða­ mein, um tey sita frammanfyri luftbjølgi, sum gerst virkin. Tá tú keypur nýggjan bil, skalt tú gera tær greitt, í hvønn mun tú hevur tørv á at koyra við børn um. Kannað hvar luftbjølgarnir eru, og um teir kunnu gerast óvirknir. Tilráðing um staðseting av børnum í bilum við airbag Børn undir 140 cm Børn í pinku­ ella barnastóli, ið vendur aftureftir, mugu ongantíð setast við ein luftbjølg. Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt! Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir í høvuðsheitum til, at børn undir 140 cm ikki sita við ein luftbjølg, líkamikið um stólurin vendir aftur ella fram, ella um tey sita á beltipútu. Smábørn skulu á baksetrið, um lufbjølgurin ikki er gjørdur óvirkin ella tikin burtur. Børn yvir 140 cm Børn yvir 140 cm kunnu sita framman, um tey kunnu nýta vanliga 3­punktbelti í bilinum uttan eykaútgerð. Minnist til at draga setrið heilt aftur, so fjar­ støð an til luftbjølgin er sum mest. HURÐABJØLGAR Um bilur tín hevur luftbjølgar í hurðunum, skal barnið ikki sita ella hvíla høvdið móti hurðini. Rennur bilurin á, kann hurða­ bjølgurin skaða høvdið á barn­ inum. Um barnið situr í vanligari framvendari støðu, so er luft­ bjølg urin í hurðunum meinal­ eysur. AT GERA LUFTBJØLGAR ÓVIRKNAR Koyrir tú javnan við einum smábarni í bilinum, so kann tað vera ein fyrimunur at barnið situr á framsetrinum, undir liðini á tær. Men tá skal luftbjølgurin vera gjørdur óvirkin. Í nógvum bilum er møguligt sjálvur at gera luftbjølgin óvirknan við einum lykli. Bið sølumannin vísa tær, hvussu hetta verður gjørt, so vissa er fyri, at hetta verður gjørt á rættan hátt. 0-13 MÁNAÐIR PINKUSTÓLUR - VEKT UPP TIL 13 KG. Ein pinkustólur kann brúkast longu, tá barnið er nýføðingur. Barnið situr íbundið, við rygginum móti ferðsluni, og er tískil best tryggja, um óhapp skuldi hent. Pinkustólurin verður settur á framsetrið (uttan luftbjølg!), ella á baksetrið. Hvussu leingi í pinkustóli? Fyrstu tveir mánaðirnar eigur barnið ikki at sita meira enn 30­45 minuttir um dagin í stólinum. Skulu tit koyra ein longri túr onkuntíð, kann barnið saktans nýta stólin uml. 2 tímar í senn ­ tað skaðar ikki ryggin. Gev tær far um, um barninum tørvar at skifta støðu, er svangt ella skal skifta blæu. Tá er stund at halda ein steðg, og at taka barnið upp. Minnist til at pinkustólurin einans er til flutning í bilinum. Nær skal eg skifta til barnastól? Pinkustólurin kann nýtast til barnið er umleið 8­13 mánaðir ­ alt eftir hvussu barnið veksur. Tá høvdið á barninum kemur upp um stólarimina, ella farið er um vektmarkið, er pinkustólurin ov lítil. 9 MÁNAÐIR – 4 ÁR BARNASTÓLAR – VEKT 9-18 KG Tá ið barn títt er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal hann skiftast út við ein barnastól. Barnastólurin skal vera bakvendur ella framvendur á fram­ ella baksetrinum í bilinum. Vit mæla til at seta stólin bakvendan, so leingi sum til ber (av royndum til barnið er uml. 3 ár), tí at tað er tann besta verjan. Í ferðsluvanlukkum er vandin fyri deyðskaðum á háls og nakka nógv minni, tá barnið situr við rygginum ímóti ferðsluni. BAKVENDUR Teir flestu bakvendu stólarnir verða spentir fastir í bilin við trípunktselum og tilhoyrandi eykaselum og stuðulsbeini (stuðulsbeinið skal nýtast tá ið stólurin er á baksetrinum). Ísetingin gevur stólinum eina góða javnvág, men ger tað eisini truplari at flyta stólin frá framsetri til baksetri ella úr bili í bil. Minst til, at ein bakvendur stólur ongantíð má setast við ein luftbjølg. FRAMVENDUR Flestu framvendu stólar verða spentir fastir í bilin við trípunktbeltum. Framvendir stólar kunnu nýtast eitt sindur longri enn bakvendir. Minst til altíð at spenna beltini, so at bæði barn og stólur sita trygt og fast. Um bilur tín er útgjørdur við Isofixbesløgum, mæla vit til at tú nýtir ein Isofix­barnastól. Tað minkar um vandan fyri skeivari ísetan, serliga av bakvendum stólum. ISOFIX Isofix er ein serstøk skipan til fastspenning av barnastólum. Ístaðin fyri at spenna barnastólin fastan við beltunum í bilinum, eru tvey eygu sveisaði føst í bilin, og har verður Isofix­ beslagið á stólinum fest í. Tað ger tað lætt og einfalt at festa serstakliga bakvendar stólar trygt og sleppa undan skeivari ísetan. Hevur bilur tín Isofix beslag, mæla vit til, at tú útvegar tær ein Isofix stól. Gev gætur, at ein Isofix­stólur bara má nýtast í teimum bilsløgum, hann er góðkendur til, tí at skipanin enn ikki er vorðin algildug. Summir framvendir Isofix­stólar skulu festast við einum eyka topp­stroppi. YVIR 4 ÁR SELAPÚTA VIÐ BAK- SMEKKU – VEKT UML. 15-25 KG Í 3 – 4 árs aldrinum er barn títt um at vaksa úr flestu barnastólum, men er enn ov lítið at nýta vanligu bilbeltini einsamalt. Trupuleikin er, at skákbeltið um bringuna verður ov nær við hálsin, og at barnið ikki situr trygt á teimum vanligu bilsetrunum. Skift tí barnastólin út við eina beltipútu, hon lyftir barn títt upp, so tað betri kann nýta bilbeltini. Beltipútan skal vera útgjørd við einum sonevndum beltistýri. Tað eru smáir armar sum stýra beltinum tvørturum mjarnabeinini, sum best tola tey sterku árinini, sum henda í einari ferðsluvanlukku. Er beltið tvørturum búkin, er vandin fyri álvarsligum skaðum á innvølir. Uttan baksmekku vil skákbeltið um bringuna alsamt vera ov nær við hálsin. Tá beltipútan er útgjørd við baksmekku, verður beltið stýrt ígjøgnum haldarar á baksmekkuni, so beltið situr rætt. Baksmekkan verjir eisini høvdið á barninum sum ein nakkastuðul, og stuðlar væl síðurnar, tá ið barn títt svevur. Børn og airbag Pinkustólar, Barnastólar og Selapútur Ábyrgd førarans: Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð. Børn undir 135 cm skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt. Tað kostar eitt klipp í koyri kortið, um ferðandi undir 15 ár ikki eru íspent, ella um børn undir 135 cm ikki eru fastspent í góðkendum trygdar- útbúnað, hóskandi til hædd og vekt. TILRÁÐINGAR: Frá nýføðingi til uml. 1 ár: Pinkustólur Frá uml. 1 ár til 3-4 ár: Barnastólur. Eitt sindur størri børn: Beltipúta, helst við ryggstuðli. Tá barnið er 135-140 cm. til hæddar (uml. 8-9 ár) kann barnið aloftast nýta vanligu beltini í bilinum uttan beltipútu. Vaksin. Tey vaksnu skulu sjálvsagt eisini spenna seg í beltini. Altíð.