Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2009 Men á Smyril Line hava tey góðar vónir um, at árið í ár fer at hilnast væl. Hetta var jaligi boðskapurin á ársaðalfundinum hjá fyritøkuni. Peter Holm, stjóri, væntar, at úrslitið fyri árið verður ein vinningur á í minsta lagi kr. 13 milliónir SMYRIL LINE Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ársúrslitið fyri 2008 gjørdist eitt hall á kr. 207 milliónir. Sambært stjóranum er hetta fyrst og fremst úrslit av eini munandi niðurskriving av Norrønu á góðar kr. 121 milliónir. Men hann vísti somuleiðis á, at rakstar­ úrslitið fyri árið var vána­ ligt, við einum halli á kr. 58 milliónir. Stóra rakstrar­ hallið gav felagnum gjaldfør­ istrupulleikar, og tað gjørdist tí neyðugt móti ársloki at endurreisa kapitalgrundar­ lagið. Leiðsla og nevnd arbeiða við at skipa virk­ semið hjá Smyril Line, soleiðis at raksturin av felag­ num verður munandi meira fokuseraður í framtíðini. Hóast úrslitið hjá Smyril Line var vánaligt í 2008, eru nevnd og leiðsla bjart­ skygd um framtíðar gongd­ ina. Peter Holm sigur, at sølan higartil í ár gongur eftir ætlan. Harumframt er raksturin betraður munandi við stórum sparingum og við inntøkuøkingum á farmaøkinum. Hetta fegnað­ ist nevndarformaðurin og fyrrverandi skipsreiðarin, Klaus Kjærulff, um. Umskipanin av rakstrinum bleiv framd um árskiftið og betrar raksturin við saman­ lagt kr. 70 milliónum. Mett verður tí, at úrslitið hjá Smyril Line 2009 verður í minsta lagi kr. 13 milliónir. Eftir umskipanina er ferðaætlanin hjá Norrønu tillagað til einans at fevna um tær leiðir, sum hava verið mest eftirspurdar, og sum áður hava verið út­ seldar í háárstíðini. Við hes­ ari tillaging er kapasiteturin vaksin munandi á hesum leiðum um summarið, tá trýstið er størst. Umskipanin hevur somuleiðis við sær, at stóran part av árinum verður gjørligt at sigla við einum munandi lægri mann­ ingartali. Í januar 2009 vórðu nýgg­ ir stabilisatorar av slagnum Sperry settir í Norrønu, og harvið skuldu afturvendandi trupulleikarnir við stabilisa­ torunum endaliga verið loyst ir. Hetta ger umstøður­ nar hjá ferðafólkunum mun­ andi betri, umframt at hetta minkar nógv um talið av seinkingum. Peter Holm, stjóri á Smyr­ il Line vísti á, at ein strateg­ isk ætlan er gjørd fyri Smyr­ il Line, soleiðis at søluinn­ satsurin hjá felagnum í framtíðini verður munandi meira fokuseraður upp á høvuðsmarknaðirnar: Før­ oyar, Danmark og Týskland. Ein partur av ætlanini er at arbeiða móti eini munandi øking av søluni á høvuðs­ marknaðunum. Smyril Line 207 mió krónur í halli - Kommunusam- skipanin óttast, at kommunurnar fáa ikki fleiri uppgávur at umsita kortini. Hetta verður stórt samfelagsligt afturstig, og Heðin Mortensen, formaður í Kommunu- samskipanini, heitti tí á aðalfundinum fríggjadagin á landspolitiska myndugleikan um at styrkja kommunala sjálvræðið KOMMUNUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kommunusamskipanin hevði ársaðalfund 24. apríl 2009. Í frágreiðing til aðalfundin fegnaðist Heðin Mortensen, stýrisformaður, um, at tað loksins er komin gongd á ætlanina at fremja ein skipaðan kommunu­ reform. Hann sipaði í hesum sam­ bandi til arbeiðið, sum lands­ stýrið hevur sett í verk at gera uppskot til nýggjan kommunubygnað, útlegging serliga av fólkaskúlanum og eldrarøktini til kommunur­ nar at umsita, eins og broyt­ ingar í kommunalu fígg­ ingarskipanini. Hetta fyrsta stigið í arbeiðinum skal verða liðugt á ólavsøku í ár. Heðin Mortensen vísti tó eisini á, at tað framvegis manglar ein verulig politisk semja um kommunureform­ in, tí øllum er greitt, at í landsstýrinum og í sam­ gonguni er innanhýsis ósemja serstakliga um útlegging av fólkaskúlanum og eldrarøktini. Tað tykist tí hava størri týdning hjá landinum at fáa lagt kommunurnar saman og skipa javning, blokkstuð­ ul og felags rakstrar­ og íløgukarmar sum amboð at stýra kommunurnar við, heldur enn at skipa eitt greitt uppgávu­ og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á ein slíkan hátt, at borgarin fær eina betri og meira samanhangandi tænastu, segði Heðin Mortensen. Kommunusamskipanin óttast tí, at kommunureform­ urin verður álvarsliga amputeraður, tá til stykkis kemur – at kommunurnar fáa ikki fleiri uppgávur at umsita kortini. Hetta verður stórt samfelagsligt afturstig, og Heðin Mortensen heitti tí at landspolitiska myndug­ leikan um at standa við høv­ uðsendamálið við komm­ unureforminum, sum er at styrkja kommunala sjálvræð­ ið til tess at veita betri tæn­ astur til okkara borgarar. Heðin Mortensen nam eisini við fíggjarligu støð­ una. Hóast fallandi skatta­ inntøkur, so stendur samlaði kommunubúskapurin ikki fyri skrædli, og støðan í dag kann ikki samanberast við kreppuna í nítiárunum. Avbjóðingin í dag er meira at tillaga eitt nøktandi og haldgott tænastustøði til broyttu fíggjarligu fortreyt­ irnar og samstundis skapa fíggjarligt rásarúm til ávíst íløguvirksemi. Hann gjørdi tó samstundis greitt, at hetta letur seg bert gera, um landið steðgar við at flyta undirskotið í lands­ kassanum yvir í kommunu­ kassarnar, so sum fleiri dømi hava verið um síðstu tíðina. Í ár eru 10 ár síðan, at Kommunusamskipan Før­ oya formliga varð stovnað, men søgan hjá felagsskapin­ um gongur longri aftur, tí kommunurnar høvdu drúgvt samstarv at byggja á. Bæði í limatali og íbúgv­ aratali er felagsskapurin síð­ ani vaksin, men Heðin Mortensen ásannaði, at við kommunureforminum í huga, gevur tað minni og minni meining at hava tvey kommunufeløg. Tvørturímóti er tað av stórum týdningi, at Komm­ unusamskipanin og Komm­ unufelagið nú fáa savnað allar kommunur í eitt felag, tí kommunureformurin verð­ ur størsta avbjóðingin fyri kommunala felagssamstarv­ ið og kommunala sjálvræðið higartil, skrivar kommunu­ samskipanin í tíðindaskrivi. Styrkið kommunala sjálvræðið Í morgin er altjóða dansidagur. Hend- an dagin verður Memotekið, dansi- stuttfilmurin hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir, frumsýndur. Dansi- stuttfilmurin lýsir kontrastina millum minimalistiska dans- in, og villu og litríku føroysku náttúruna DaNSUR Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Memotekið er ein nýggjur føroyskur dansistuttfilmur, sum Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava stjórnað og framleitt. Film­ urin hevur tvær frumsýn­ ingar tann 29. apríl, og er hetta í samband við altjóða Dansidagin. Ein sýning verður í Norðurlandahúsin­ um, og ein sýning verður á Cinematekinum, á Det Danske Filminstitut, í Keyp­ mannahavn. Harumframt verður filmurin eisini sýnd­ ur í ávikavist Ålborg og År­ hus tann 2. mai. Memotekið er ein eks­ perimentellur dansistutt­ filmur, har dansur í mini­ malistiskum formi verður settur í kontrast til ta ríku og villu føroysku náttúru­ myndina. Filmurin er tikin upp við Super8­tóli, og gev­ ur hetta filminum eitt ævin­ týrakent og surrealistiskt sermerki. Dansifilmar eru enn eitt sera nýtt og ungt fyribrigdi, og Memotekið er eitt alternativt boð uppá, hvat ein dansifilmur er og kann rúma. Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til filmin. Dansarar eru Kristina Sør­ ensen Ougaard og Matilde Wendelboe Dresler. Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava arbeitt saman við nógvum ymiskum verkætlanum til bæði film og pall, síðan lok­ ið prógv í London í 2004. Eitt nú kann nevnast: Dukkumentar – videoinstal­ latión, sum varð framleidd í Kanada 2005, og Invest­ igations of a Dog – audi­ ovisuell framsýning 2007. Brot úr filminum er at síggja á www.youtube.com/ watch?v=RwUAjcwbnuI Memotekið frum sýndur í altjóða dansidagin Klaus Kjærulff, nevndarformaður Peter Holm, stjóri