Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 80 - 28. apríl 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Alexandur Kristiansen, verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði í kvøld. Kvøldseta verður í Mentanarhúsin­ um í Fuglafirði týskvøldið 28. apríl kl. 20. í sambandi við 60 ára føðingar­ dagin hjá Alexandur Kristiansen lær­ ara og rithøvundi. Sangur verður við børnum úr Fugla­ fjarðar skúla, Gentukórinum yngra og Gentukórinum gamla og Fuglafjarðar sangkóri, eisini verður upplestur og duett við floytu og klarinett. Tey sum koma at halda røðu eru: Helena Dam á Neystabø, mentamála­ ráðharri, Gunnar Hoydal, skald, og Dánjal Vang, varaborgarstjórið Kostnaður er 50 krónur fyri vaksin, og børn hava fría atgongd. Kvøldseta í Fuglafirði Tað vóru nokk fleiri sum løgdu til merkis nakrar nunnur í Havn flaggdagin, sum gingu við krossi og skeltum á bringuni, har tað stóð: Systir Anna skal gift­ ast! Talan var um poltera­ bend hjá Onnu Dalsgaard av Argjum, sum nú býr í Vestmanna og skal giftast har 7. juni. Anna var fullkomiliga tikin á bóli hendan dagin, tá komandi maður hennara, Leif Klein, og hon vóru á veg úr Vestmanna til Havn­ ar. Tá tey koma til Kollfjarð­ ardal, koyrir Leif eftir Oyggjarvegnum ístaðin fyri at at koyra tann vanliga veg­ in gjøgnum Kollfjarðatunn­ ilin. Hetta skilir Anna ikki rættuliga, men Leif sigur okkurt um, at veðrið er so gott, og har er so vakurt útsýni. Við Norðradalsskarð steðgar hann bilinum og sig­ ur at okkurt er galið við bilinum, hann heldur at tað er aftan. Hann biður Annu fara aftur um bilin, at hyggja um hon sær nakað. Í tí sama koyrir hann avstað, og Anna stendur einsamøll eftir á Oyggjarvegnum. Meðan hon stendur har koma fleiri nunnur oman av skarðinum ímóti henni. Hon skilir einki av tí heila. Tað vísir seg, at tað eru vinkonur og systkinabørn hjá henni, sum hava latið seg í sum nunnur. Anna hev­ ur altíð sagt, at hon tímir ikki hetta við polterabend, tí so skal hon latast í okkurt undarligt o.s.f.r. Hetta hava vinkonurnar tikið til eftir­ tekstar og ístaðin lótu tær seg annarleiðis í, og Anna slapp at vera í sínum egnu klæðum. Vinkonurnar høvdu skip­ að fyri nógvum ymiskum hendan dagin, m.a. vóru tær í Nólsoy, har tær høvdu bestilt borð á Kaffistovuni, og Anna var í studie hjá Terja Rasmussen og varð koyrd í trillibøru gjøgnum bygdina. mg Systir Anna skal giftast! Andlát og jarðarferðir Emma Joensen, van­ liga nevnd Emma hjá Petur Hans, andaðist á Eldrasambýlinum í Vági fríggjadagin, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju týsdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Emmu kunnu lata Eldra­ sambýlinum í Vági eina gávu. Aron Strømsten í Sandavági andaðist sunnudagin á Ríkis­ sjúkrahúsinum, 76 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Martina Petersen Klaksvík doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á sambýlunum á Heygnum og í Bøgøtu, fyri at tit vóru so góð við hana, tey ár hon búði har. Tøkk fyri blómur, kransar og hjálp til ervið og jarðarferðina. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jaspur, Andrias, Jakku, Lena og Marjun 35 ára føðingardagur Tann 3. mai verður Solina Jacobsen 35 ár. Dagurin verður hildin 2. mai kl. 19.00 í Samljóð í Skopun við einum drekkamunni. Myndin er tikin eftir at Anna hevði verið ein biltúr við hesum Ford A flaggdagin. Anna er tann sum ikki er nunna Dagurin 28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Kvøldsetan er í samband við 60 ára føðingardagin hjá Alexandur Kristiansen