týsdagur 28. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 80 - 28. apríl 2009 ]
Millum teir fimm
byrsuskjúttarnar
á komandi Oyggja
leikunum er Rannvá
Eiriksdóttir, sum
býr á Álandi. Maður
hennara, sum er
álendingur, vann gull
á leikunum á Rhodos
BYRSUSKJÓTING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
hava Føroyar á Oyggja
leikunum á Álandi eina
kvinnu við millum byrsu
skjúttarnar. Tað er Rannvá
Eiriksdóttir, sum er ættað
úr Sundalagnum, men búsit
andi á Álandi. So hon verð
ur mestsum á heimavølli,
kann sigast.
Maður hennara er álend
ingur, og hann er sjálvur so
góður skjútti, at hann vann
gull fyri Áland á Oyggja
leikunum á Rhodos fyri
tveimum árum síðani. Bæði
tvey hava tey verið við í
kappingum í Føroyum, tá
tey hava vitjað, so tey eru
vælkend í føroyska skjóti
umhvørvinum.
Upprunaliga var Rannvá
meldað til í bæði skeet og
sporting, men síðani er
skjótingin hjá kvinnum í
skeet dottin niðurfyri, tí ov
fáar tilmeldingar vóru, so
hon fer bara at skjóta í sport
ing.
Skjúttarnir væl fyri
Umframt hana eru so fýra
menn á føroyska liðnum.
Magni Dam og Jóannis
Joensen eru við í skeet og
Eirikur Elisson og Rúni
Debes skjóta trap. Haraftrat
eru Magni og Jóannis eisini
við í sporting sum ein
staklingar, umframt at Rúni
verður saman við teimum í
liðkappingini í sporting.
– Eg haldi, at vit hava eitt
gott lið hesa ferð, sjálvt um
saknurin sjálvandi er stórur
av Mariusi Joensen, sum
plagdi at vera toppskjútti,
men er burturi og siglir og
tí ikki fær komið við, sigur
Johnhard Klettheyggj, for
maður í byrsudeildini í
Skjótisambandinum.
– Vónirnar eru hampuliga
góðar, tí okkara skjúttar eru
væl fyri og venja dúgliga.
Higartil hevur verið vant
bæði í Sundalagnum og á
Sandvíkum, men nú meira
ferð kemur á venjingina,
venja skeetskjúttarnir í
Sundalagnum og trapskjútt
arnir á Sandvíkum.
Rødgaard
tryggur Grand
Prix vinnari í
Vestmanna
Altjóða meistarin,
IM John Rødgaard,
gjørdi bart, tá
hin 9. Grand
Prix kappingin í
kappingarárinum
2008/09 varð
telvað í Vestmanna
flaggdagsmorgun
Talv
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Talan gjørdist, samanum
tikið, um ein sera tryggan
sigur.
Lyklaorrustuna
ímóti IM Helga Dam
Ziska varð vunnin trygt í
5. umfarinum og varð
harvið størsta forðingin
skúgvað til viks, til tess
at náa oddin.
Rødgaard telvdi sigur
in til høldar uttan tap og
vann kappingina við 6½
stigi av 7 møguligum.
IM Helgi Dam Ziska
gjørdist nr. 2 við 6 stig
um, meðan Torkil Niel
sen vann 3. plássið við
betri korrektión mót
vegis Hjalta Toftum Jóg
vansyni, sum somuleiðis
endaði á 3. plássinum,
eisini við 5 stigum.
Oddurin gjørdist aftur
hesuferð á leið sama
myndin, sum í fleiri av
undanfarnu 8 Grand Prix
umførunum. Og aftur
hesuferð argaðu 16 ára
gomlu
javnaldrarnir,
Hjalti Toftum Jógvansson
og Rógvi Egilstoft Niel
sen, oddin. Løturnar har
Rødgaard av álvara var á
vandaleið, var júst ímóti
hesum báðum ungling
unum. Hetta myndaði
seg ikki minst í javnleik
inum hjá Rógva í seinasta
umfarinum og har Hjalti
koppaði Finnbjørn Vang.
Kappast varð somu
leiðis um styrkisvirðis
lønir.
Ivaleyst væl upphitað
frá NM fyri gentur í
Stokholm farna vikus
kifti, telvdi Sára Traber
Olsen eina einastandandi
góða kapping. Gjørdist
nr. 8 av teim 22 luttakaru
num og vann 2. styrki
viðrisløn við 4 stigum.
Ivaleyst væl inspirerað
av upprunanum úr Vest
manna !
Jón Andreasen
var
bestur fyri telvarar við
styrkitalinum 1700 og
lægri, skrivar Talvsam
bandið á heimasíðu síni.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Rannvá á Álandi umboðar Føroyar
Rannvá Eiriksdóttir
sporting
Magni Dam
skeet og sporting
Jóannis Joensen
skeet og sporting
Eirikur Elisson
trap
Rúni Debes
trap og sporting
Byrsuskjúttarnir
Á Hetlandi fyri fýra árum
síðani var Marius Joensen
við í oddinum. Hann er tó
burturstaddur á leikunum
hesaferð, men vónin er, at drúgva
venjingin hjá skjúttunum gevur
úrslit á Álandi
BYRSUSKJÓTING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo