Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 80 - 28. apríl 2009 ] Ein veruleikakendur filmur er gjørdur um teir 44 dagarnar, tá Brian Clough var høvuðsvenjari hjá Leeds United Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Á sumri í 1974 gjørdist Brian Clough venjari hjá Leeds United, sum sama vári vann enska meistara­ heitið. Uppihaldið í Leeds gjørd­ ist tað einasta miseydnaða starvið Brian Clough tók á seg, sum fótbóltsvenjari. Clough tók við starvinum, tá Don Revie gjørdist lands­ liðsvenjari hjá Onglandi. Men talan gjørdist um eitt sera stutt tíðarskeið, sum Leeds­venjari. Brian Clough kom í starvið 20. juli, og longu 3. september, var hann upp­ sagdur. Hann stóð við róð­ rið hjá Leeds United í sjey dystum. Clough fekk ein sigur, tríggjar javnleikir og trý tap í hesum sjey dystu­ num. Ein andsøgn Stutta tíðarskeiðið hjá Clough, sum Leeds­venjari stendur, sum ein stór and­ søgn til tey drúgvu tíðar­ skeiðini hann var venjari hjá Derby County og Nottingham Forrest. Brian Clough førdi bæði hesi liðini til enska meista­ raheitið. Nottingham Forr­ est førdi Clough eisini til tvey europeisk meistara­ heiti, umframt fýra sigrar í Liga Cup kappingini. Tað er eisini ein andsøgn, at Clough tók á seg starvið, sum venjari hjá Leeds. Alment hevði hann funn­ ist at Don Revie og spæli­ stílinum hjá Leeds. Brian Clough var sera opinskár­ aður, og helt at spælistílurin hjá Leeds var alt ov harðligur, og beinavegin kom hann uppá tvørs av Leeds­spælarunum, sum ikki dámdu at hoyra hann siga hetta. The Damned United Rithøvundurin, David Peace hevur skrivað eina skaldsøgu um stutta tíðar­ skeiðið hjá Brian Clough, sum venjari hjá Leeds United. Bókin fekk heitið “The Damned United”. Familjan hjá Brian Clough – sum doyði í 2004 – hevur alment sagt sína misnøgd um bók­ ina. Bókin er tað ein nevnir “Faction”, t.v.s. at bókin fyri ein stóran part er fakta, men partar eru fiktión – íspunnið. David Peace hevur vart seg ímóti atfinningunum við at vísa á, at The Damned United er ikki ein ævisøga, men ein skaldsøga, og at hann tá hevur eitt frælsi sum listamaður at leggja sær orðini. David Peace hevur havt samband við fólk, sum vóru í starvsliðnum hjá Leeds, tá Brian Clough var í starvi, sum høvuðsvenjari, og hev­ ur tað inspirera hann til at skriva skaldsøguna. David Peace var sjálvur sjey ára gamal, tá Brian Clough fekk sekkin í Leeds. Í bókini brennur Brian Clough gamla skriviborðið hjá Don Revie, og tað høvdu tey avvarðandi ógvu­ liga ilt við at góðtaka. Ìrin, Johnny Giles sum spældi við Leeds dróg David Peace í rættin. Orsøk­ ina sigur Johnny Giles vera: ­ Nógv av tí sum David Peace skrivar um í bókini, hendi ongantíð í veruleika­ num. Tí sá eg meg noyddan at fara í rættin við bókini, at talan var eina íspunnað søgu, sum bara hevði lutvíst sannleikavirði. Filmatisera Sum so mangar aðrar skald­ søgur, so er The Damned United nú filmatiserað. Tom Hooper er leikstjórin aftanfyri filmsverkætlan­ ina, sum sjónvarpsstøðin, Channel Four hevur verið við til at seta í verk. Um­ mælarnir hava verið serliga væl nøgdir við hvussu tað hevur eydnast Tom Hooper at endurgeva ymisk hæddar­ punkt frá fótbóltsdystum. Áðrenn hann byrjaði uppá stóru filmsverkætlan­ ina við The Damned United, vóru tað fleiri fólk, sum annars ráddi honum frá at endurgeva fótbóltsdystir í einum spælifilmi. Men eftir mangra tykki í Onglandi, so er Tom Hooper komin sera væl frá hesum. Tá talan er um kulissur, klæðir, bilar o.a. hevur tað eisini ligið ræðið fyri at end­ urgeva tíðarskeiðið í byrjan­ ini av 1970­árunum. Til áskoðarar brúkti films­ liðið 200 statistar, og so 2.000 uppblástar dukkur, men filmatiseringin gevur eina veruleikanæra kenslu, sambært bretsku filmsum­ mælarum. Tony Blair og David Frost Høvuðsleiklutin sum Brian Clough hevur enski films­ sjónleikarin, Michael Sheen, sum áður hevur gjørt vart við seg í leiklutunum, sum Tony Blair í “The Queen” og David Frost í filminum “Frost/Nixon”. Michael Sheen hevur nær­ granska, hugt og lurtað eftir upptøkum av Brian Clough fyri at kunna gera sítt besta, sum Brian Clough í The Damned United. Tá Brian Clough úttalaði seg alment til BBC og ITV, so var tað bæði á ein arrogantan og stuttligan hátt. Tiltikið er, at hann segði: ­ Eg veit ikki um eg var tann besti venjarin nakran­ tíð, men eg var í topp eitt! Í filminum sæst eitt brot, har Mohammed Ali, sum annars dugdi ótrúliga væl at leggja sær orðini, í bretsk­ um sjónvarpi bað Brian Clough vælsignaðan gevast við at vera so væltalandi og stuttligan, tí hann kendi seg hóttan av hesum. Skaddur sum spælari Í allari sínari granskan hev­ ur Michael Sheen bara funnið eitt brot, har Brian Clough ikki vísir seg frá sín­ ari arrogantu síðu. Talan er um eina upptøku, har Clough á einum sjón­ varpsmonotori sær skaðan, sum gjørid ein enda á fótbóltsyrkisleiðini hjá hon­ um í 1964, tá hann var 29 ára gamal. Á upptøkunum sæst ein næstan rørdur Clough, sum síðani leggur til merkis, at sjónvarpsupptøkutólini eru í gongd, og so vendir hann aftur til tann vanliga vælorð­ aða og arroganta Brian Clough. Michael Sheen var ein rættiliga góður fótbólts­ spælari sum ungur drongur, og droymdi einaferð um at gerast yrkisspælari, tí lá tað ræðið fyri hjá honum at sparka ein bólt elegant í netið í filminum, og siga: ­ Eg tori at vedda uppá, at tit ongantíð hava sæð Don Revie gjørt hatta! Filmurin hevur havt eina fíggjarætlan, sum ljóðar uppá 5 miljónir bretsk pund, og varar hann 97 minuttir. Síðani hann kom í kyk­ myndahallirnar 27. mars, hava mong verið og sæð hann. Ein kann bert vóna, at filmurin eisini kemur til Føroya. Klinsmann sendur til hús Bayern Munchen hevur sent Jurgen Klinsmann til hús, nú felagið tykist hava mist møguleikan at endurvinna týska meistaraheitið. Bayern tapti um vikuskiftið 1­0 á heimavølli móti Schalke 04, og eru nú trý stig aftan fyri Wolfsburg á oddasessinum. Klinsmann er tí sendir til hús, og nýggjur maður í sessinum er Jupp Heynckes, sum er eitt av best kendu týsku venjaranøvnunum. Málleyst í Newcastle Newcastle spældi í gjár málleysan javnleik á heimavølli móti Portsmouth. Stórt trýst er á Newcastle, og tað bøtti ikki um støðuna, at bæði Michael Owen og Obafemi Martins misnýttu stórar møguleikar í dystinum í gjár. Nú fýra dystir eru eftir at spæla, er Newcastle trý stig aftan fyri Hull, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Komandi dystirnar spældi Newcastle móti Liverpool (ú), Middlesbrough (h), Fulham (h) og Aston Villa (ú). Filmur um Brian Clough Talan gjørdist bara um 44 dagar í sessinum, tá Brian Clough í 1974 gjørdist venjari hjá Leeds United