Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 80 - 28. apríl 2009 ] La Liga er best Xavi, sum hevur sýnt stórspæl á miðvøllinum hjá Barcelona í ár, sigur seg ikki vera í iva um, at spanska La Liga er ein sterkari fótbóltsdeild enn enska Premier League. – Eg veit væl, at støðið er høgt í Premier League, men eg haldi kortini, at tað er enn hægri hjá okkum. Tekniskt eru vit betri, meðan bretsku liðini kanska eru skjótari og sterkari, segði Xavi á tíðindafundi undan dystinum á Camp Nou í kvøld, har Barcelona tekur ímóti Chelsea. Chelsea vil steðga Messi Í kvøld klokkan 19.45 spæla Barcelona og Chelsea fyrru hálvfinaluna í Champions League kappingini, og undan dystinum verður nógv tosað um, hvussu Chelsea skal steðga Lionel Messi, sum í løtuni verður roknaður sum kanska besti spælarin í heiminum. Vanligi vinstri bakkurin, Ashley Cole, er leikbannaður, og Wayne Bridges, sum hevur verið eykamaður, varð í vetur seldur til Manchester City. Tí verður roknað við, at José Bosingwa fær ótakksama leiklutin at verja fyri Lionel Messi. Dysturin millum Barcelona og Chelsea sæst beinleiðis á 3+. Føroyska manningin, sum skal umboða Føroyar í golf á Oyggjaleikunum á Álandi, hevur ongantíð verið størri enn hesa ferð, tí talan er um fimm fólk. Og fyri fyrstu ferð er eisini eitt konufólk við hesa ferð GOLF Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Á Rhodos fyri tveimum árum síðani vóru tríggir føroyskir golfspælarar við, men hesa ferð er talið upp­ aftur hægri, tí fimm hava vunnið sær pláss á golf­ liðnum, sum fer avstað. Teirra millum er enntá ein kvinna, Finngerð Sólbjørg, sum er úr Klaksvík, men býr í London. Hon hevur forrestin verið við á Oyggja­ leikum fyrr, men tá sum flogbóltsspælari. Rói Christiansen og Jónfinn Thomassen, sum báðir búgva í Danmark og eisini vóru við síðst, eru við aftur hesa ferð, og aftur at teimum eru so eisini Oskar Eiriksson og Janus Norðberg, sum báðir búgva og spæla í Føroyum. – Hetta er met í luttøku fyri okkara viðkomandi. Út­ tøkan er farin fram eftir einum styrkilista, har handi­ kappið er avgerandi fyri, hvør sleppur við, sigur Janus Norðberg, sum bæði er spælari og liðleiðari á ferðini til Álands, sum byrjar nakrar dagar undan sjálvum leikunum. – Tú kanst siga, at vit eru við fyri at læra, tí hetta er bara triðju ferð, føroyskir golfspælarar eru við. Higa­ rtil eru vit endað á aftasta plássi, so málið hjá okkum er í fyrsta umfari at sleppa av aftasta plássinum, so vit á tann hátt kunnu fáa eitt betri úrslit enn fyrr. Janus Norðberg sigur, at føroysku spælararnir fara til Álands nakrar dagar undan leikunum, so teir kunnu venja seg at spæla á vallunum, sum eru til taks. Serliga kann tann venjingin verða kærkomin hjá teimum báðum, sum spæla í Føroyum, tí her eru umstøð­ urnar ikki av teimum bestu. Golfkappingin á Oyggja­ leikunum gongur yvir fýra dagar, og har eru teir fýra menninir við í bæði lið­ kappingini og einstaklinga­ kappingini, har úrslitini hjá trimum teimum bestu av teimum fýra verða tald við. Finngerð Sólbjørg er einsa­ møll kvinna, so hon kemur bara at umboða Føroyar í kvinnukappingini. Merkisvert er annars, at føroyameistarin og vinnarin av stóru Tórshavn Open­ kappingini, Ragnar Isaksen, ikki telist millum golfspæl­ ararnar, ið sleppa við til Oyggjaleikirnar á Álandi. Hon vann gull á alternativu leiku­ num í Grønlandi í 2007, sum vóru, tí badminton ikki var við á Oyggja­ leikunum. Spurn­ ingurin er, um hon kann hála hinar spæl­ ararnar upp við sær, so væl fæst burturúr á Álandi eisini BADMINTON Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá FM­kappingarnar hjá teimum vaksnu vóru her­ fyri, var tað ein væl uppløgd Sigrun Smith, sum vann meistaraheitið í einmans­ leiki hjá kvinnum. Og nú badmintonspælararnir til Oyggjaleikirnar á Álandi eru úttiknir, eigur hon sítt sjálvsagda pláss millum tey níggju, sum fara avstað. Heldur ikki skerst burt­ urúr, at Sigrun er ein góður trumfur at hava, tí longu í 2007 vísti hon, hvør dugur er í henni, tá hon vann gull í einmansleiki á alternativu leikunum, sum vóru í Grøn­ landi, tí badminton ikki var við á Rhodos. Tí eru sjálv­ sagt eisini stórar vónir sett­ ar til hana hesa ferð. Men tað er ikki bara Sigrun, ið kann gera ein vørr í Álandi í summar, tí um vit framvegis halda okkum til tað, sum hendi fyri tveimum árum síðani, so vunnu Føroyar silvur í liðkappingini, umframt onn­ ur heiðursmerki. Tí er einki at siga til, at tað er við einum ávísum bjartskygni, at badminton­ fólkini venja av øllum alvi komandi tveir mánaðirnar. Og spælararnir, talan er um, eru ein góð blanding, ið gongur heilt niður í 14 ára aldur og upp í endan á 30­ unum, so her er ein ávís breidd at síggja. Leggja nógv fyri Á kvinnusíðuni er talan fyrst og fremst um FM­ finalistarnar, Sigrun Smith og Gurið Poulsen, umframt at systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson eru við. Og hjá monnunum eru eisini FM­finalistarnir við, Aksel Poulsen og Absalon Eysturoy, umframt Rógva Poulsen og Magnus Gaard. Níggjunda navnið á listanum er Niclas Eysturoy, sum tó hevur verið skaddur og eitt nú mátti geva avboð til FM­kappingina. Verður hann ikki klárur, er lítið at ivast í, at spælarar sum Rag­ nar Rasmussen, Bjartur Lamhauge, Flóvin Mikkel­ sen, Gunnar Poulsen og aðrir liggja framvið, og óivað halda teir seg klárar, skuldu boð verið eftir teimum. – Vit vita, hvat Sigrun kann vera før fyri, og so skulu vit heldur ikki gloy­ ma, at Aksel Poulsen, sum vann silvur á Oyggjaleik­ unum í Hetlandi fyri fýra árum síðani, ikki hevur verið betri enn tað sama, sigur Høgni Carlsson, nevndarlimur í Badminton­ sambandinum og liðleiðari, tá farið verður til Álands. Venjari er Aritra Nandi, sum fær hjálp frá fyrr­ verandi landsliðsvenjara­ num, Tobias Effersøe, so á tí síðuni er liðið væl fyri, tí báðir tveir kenna føroysku spælararnar út og inn. – Spælararnir ganga høgt upp í tað undir venjingunum, og komandi mánaðirnar er ætlanin at leggja nógv fyri, eitt nú við fyrrapartsvenj­ ingum, sigur Høgni Carlsson. Badminton- spælararnir Sigrun Smith Gurið Poulsen Brynhild Carlsson Rannvá Carlsson Aksel Poulsen Absalon Eysturoy Rógvi Poulsen Magnus Gaard Niclas Eysturoy Sigrun Smith stóra vónin hjá badminton Máli hjá føroysku golfspælarunum er at sleppa av aftasta plássinum í kappingini Savnsmynd: Álvur Haraldsen Metstórur golfhópur Golfspælararnir Finngerð Sólbjørg Rói Christiansen Jónfinn Thomassen Oskar Eiriksson Janus Norðberg