Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 80 - 28. apríl 2009 lýsingar Porkeris skúli Søkt verður eftir einum lærara til tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2009/2010. Starvið er uml. 16 tímar vegna lærara í farloyvi. Endaliga tímatalið verður ásett í september. Umsøkjarin skal m. a. kunna átaka sær undir­ vísing í: Enskum Handaligu lærugreinunum Kristni Heimstaðarlæru Søkt verður eftir lærara, sum: Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans Duga at samstarva og eru fyrikomandi Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum Vera við til at menna skúlan Førleikakrøv: Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Lønar­ og setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Søkt verður eisini eftir stuðulsfólki til skúlaárið 2009/2010 til næming við serligum tørvi. Starvið er 25 klokkutímar um vikuna. Fyrimunir hava umsøkjarar við royndum og við­ komandi útbúgving. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, opin fyri samstarvi við bæði leiðslu, lærarar, næmingar og foreldur. Umsóknir: Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum Mannbjørn Olsen, Hólavegur 15, Porkeri, í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. mai 2009 kl. 12. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Mannbjørn Olsen, tlf. 37 32 53 ella 26 28 64.