týsdagur 28. apríl 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2009
31
lýsingar
KLH er einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag
í Føroyum – stovnað 6. apríl 1959. Endamál fel-
agsins er at virka fyri kristiligum sendingum í al-
menna kringvarpinum t.d. kristiligum fundum,
gudstænastum, andaktum, kristiligum sangi og
tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t.
KLH styðjar kringvarpið í góðum og sømilig-
um sendingum. KLH arbeiðir fyri at kringvarpið
ikki verður nýtt til ósømiligar sendingar o.a., ið
er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.
KLH er limafelagsskapur við 1200 limum.
Set teg sum lim í KLH og ver uppií arbeiðinum
fyri góðum tilfari í almenna kringvarpinum.
Mørkin 10 · 530 Fuglafjørður · tel 44 40 13
klh@klh.fo · www.klh.fo
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag
(KLH) hevur ársaðalfund Kr. Himm-
alsferðardag, hósdagin 21. mai 2009
kl. 15 í Meinigheitshúsinum í Havn.
Fundarskrá
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av nevndarlimum
4. Val av tiltakslimi
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Uppskot, sum limir ynskja at koma
til viðgerðar á aðalfundi, og uppskot
til nevndarlimir, mega vera formann-
inum, Una Næs, 530 Fuglafjørður, í
hendi 8 dagar frammanundan aðal-
fundinum.
Til ber at seta seg sum lim á árs-
aðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin, verður
alment møti í Meinigheitshúsinum í
Havn kl. 20.
KLH aðalfund
Lærarastørv í
Viðareiðis Skúla
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2009:
• 1 fast fulltíðarstarv
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal
og avlopstímar
• 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi – fram til 18. des. 2009
• Møguliga 1 starv á umleið 6 avlopstímar. Endaliga
tímatalið verður ásett eftir 1. sep.
• 1 stuðul við pedagogiskari ábyrgd 22 tímar um vikuna.
Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við
serligum tørvi.
Tey, ið sett verða skulu:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva
• verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær
at undirvísa í:
• føroyskum, donskum og enskum
• støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði
• kristni og søgu
• handaverki og list
• tónleiki og ítrótti
• flokslærari í 1. fl.
• flokslærari í 6. og 7. fl.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka
skúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan
so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar
frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1
– 29.2.
Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli
skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 12. mai kl. 12.00.
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7
FO – 750 Viðareiði
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella
23 10 80.
Í Viðareiðis skúla Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 55 næmingar
frá 1. – 7. flokk. 7 lærarar og ein stuðul starvast í skúlanum. Tú kanst
lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði
Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo