Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 80 - 28. apríl 2009 lýsingar RUDDING Tey, sum hava órudd og ognarlutir (lutir, útgerð, akfør uttan nummarplátur o.l.) á almennum øki (kommunalum øki og havnarøki), verða biðin um at beina hetta burtur í seinasta lagi 9. mai 2009. Verður hetta ikki gjørt, verður órudd beint burtur og ognarlutir tiknir í varðveitslu og burturbeindir 14 dagar aftaná fyri eigarans rokning, um eigari ikki frammanundan hevur gjørt vart við seg. Eru ivamál, kunnu upplýsingar fáast við at venda sær til Havnarskrivstovuna, tlf. 770120, ella teknisku deild, tlf 770105. Vestmanna Kommuna og Vestmannahavnar Havn Arbeiðsfólk Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til m.a • sóping av vegum, gøtum og kommunalum økjum • tøming av vegbrunnunum og vatnfangum • upptøku av leysgangandi djórum (hundum, flogfenaði o.l.) • ganga umsjónarmonnunum til handa Arbeiðsfólkið kemur fyribils í høvuðs- heitinum at arbeiða hjá kommunala umsjónarmanninum, men skal eisini í stóran mun kunna arbeiða sjálvstøðugt. Lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til teknisku deild, tlf. 770105. Skrivlig umsókn skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi tann 18. mai 2009, kl. 1200. Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella ongan at seta. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Skrivari til Hvalbiar kommunu Hvalbiar kommuna søkir eftir skrivara at byrja sum skjótast ella í seinasta lagi 1 .juli 2009. Talan er um eitt fulltiðarstarv. Starvið Tann,ið settur verður, skal m.a.taka sær av • øllum vanligum uppgávum hjá kommununi • luttaka á bygdaráðsfundum • postavgreiðslu og • journalisering Umsøkjarin Umsøkjarin skal • kunna arbeiða sjálvstøðugt • hava góð samstarvsevni • hava telduførleika • hava kunnleika til fíggjarstýiring og fyrisitingarrætt Lønin verður ásett eftir nærri avtalu Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til Advokatvirkið, Postsmoga 85, 110 Tórshavn. Umsóknin skal verða undirritaða í hendi í seinasta lagi 20. mai 2009. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Trygva Teirin, adv. tlf. 533359. Advokatvirkið Skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO-110 Tórshavn Tlf. 312171 • Fax 315874 • jus@olivant.fo www.advokatvirkid.fo Størv til komandi skúlaár 1 lærarastarv, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Lærarafelag. 2 pedagogstørv, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag. 1 starv sum hjálparfólk, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag. 1 starv sum fysioterapeutur, tíðarmarkað til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært sáttmála hjá Fysioterapeutfelag Føroya Vit vænta tú hevur • Útbúgving/royndir • Góð samstarvsevni • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og við hugflogi eftir støði barnanna Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. mai 2009 Meira fæst at vita um størvini við at ringja til skúla­ stjóran, Jan Christiansen, tlf. 314522 ella 280025 Skúlin á Trøðni Frælsið 32 • Postrúm 2036 • 165 Argir Telefon 314522 • Fax 310196 Skúlin á Trøðni er serskúli, ið tekur sær av børnum við serligum tørvi. Í skúlanum eru áleið 45 næmingar, har 12 børn kunnu búgva á næmingaheiminum. Skúlin á Trøðni hevur eina játtan á 14 mió.kr., og hevur um 35 fólk í starvi. SKRIVSTOVUNÆMINGUR Hjá politinum í Tórshavn er eitt lærupláss í skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – leyst at søkja til setan 1. juni 2009. Umsøkjarar mugu hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans og FHS-, HH-, Students- ella HF- prógv. Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í 15 vikur tilsamans. Løn verður veitt eftir sáttmála millum fíggjar- málaráðið og HK-felagið. Umsókn, prógv og og møgulig viðmæli verða at senda Landfútanum, Yviri við Strond 17, Postboks 3018, 110 Tórshavn í seinasta lagi 7. mai 2009. Føroya LandFúti tann 17. apríl 2009 Karen Marie Olesen Yviri við Strond 17 · Postboks 3018 · 110 Tórshavn www.sosialurin.fo