Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2009 Í dag er nýggj vega­ før ing í Skálafirði á skrá í tinginum. Veg­ urin oman fyri bygd­ ina skal kosta einar 43 milliónir krónur, og verður eftir ætlan liðug ur um eini tvey ár Vegaføring Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Landsverk fer, eftir øllum at døma, í næstum at gera smá­ ar tríggjar kilometrar av vegi omanfyri Skálafjørð. Til 2. við gerð at kvøddu 21 ting fólk fyri uppskotinum at nú ­ tímans gera vegin, so leið is, at ferðslan ikki long ur skal verða førd gjøg num bygd­ ina. Rættarnevndin hevur eisini havt uppskotið til við gerðar, og tað var stórur meiri luti at sam tykkja upp skotið. Bara Bjørt Samuel sen úr Tjóðveldi var ímóti. Hon er tó sannførd um, at tað er ein ætlan, ið skal gerast, men hon hevur prin sipp i ella støðu við víkj­ an di íløg um hjá landinum, og kann ikki góðtaka, at hes­ in veg ur verður gjørdur beint nú. Tá uppskotið var fyri til 2. viðgerð atkvøddi hon tó blankt, saman við Bergtóru Joen sen og Sjúrði Skaale. Ba ra Kári á Rógvi atkvøddi ímóti. Heili 21 tingfólk vóru fyri upp skotinum, sum eftir æt lan skal kosta undir 44 millión ir krónur, tá vega før ing in er liðug um tvey ár, sum lagt verð ur upp til. Høvuðsorsøkin til upp­ skot ið er, at verandi vegur er smal ur og gongur millum hús. Tí metir inn lendis mála­ ráð ið ikki, at vegurin er hósk­ andi sum lands veg ur. Sambært uppskotin skal tað í framtíðini eisini vera so leið is, at kommunan yvir­ tekur vegin, og skal taka sær av við líka haldi num. Góðar 40 milliónir til Skálafjarðarveg Sjálvsstýrið ímóti Hóast vegurin omanfyri Skálafjørð er eitt hjartamál hjá Sjálvsstýrisflokkinum, so hava teir atkvøtt ímóti uppskotinum, og fara eisini at gera tað í morgin. - Vit vilja ikki samtykkja nakra íløgu, fyrr enn vit vita, hvørjir pengar eru, sigur Kári á Rógvi, sum var einasti tingmaður at atkvøða ímóti til 2. viðgerð. Kári P. Højgaard var burturstaddur. - Er tað pensjónistar ella mentan, so er ongin uppbakningur, men er tað ein vegur, so ber alt til. Tað vísir seg, at mann bara játtar fyri at játta, og eg ivist ikki í, at vit fara at síggja ein øgiligan sorgaleik í heyst, tá ongir pengar eru til nakra íløgu, sigur Kári á Rógvi. -eij Tá hesin vegurin er liðugur, skal hann í mesta lagi kosta 43,5 milliónir krónur Føroyskt Bretskt Felag havt aðalfund Føroyskt Bretskt Felag hevur havt aðalfund, og í nevndini sita Merry Sten­ berg, Eyrith Gutte sen Leyni, Fanny Joen sen, Anna Christiansen og Lisabeth Restorff. Tær í nevndini heilsa og sig, at nýggir limir kunnu tekna seg hjá ein um av nevndarlimunum. Havnar kórið vár kon sert í Vest manna Kirkju VÁKOnSerT Eins og helst øll virkin kór í landi num endar eisini Havn­ ar kórið kórárið 2008/ 2009 við vár konsert um. Tann fyrsta verður í Vest man na Kirkju nú hós kvøld ið 30. apríl kl. 20.00. Lagt verður fyri við teim­ um trimum førisku sálm un­ um “Kom, friður av himni” (lag: Knút Olsen), “Jarðar­ eyga” (lag: Kári Bæk) og “Gakk tú tryggur” (lag: Jógv an á Lakjuni). Tínæst fylg ja fýra norðurlendskir kór sats ir, og fyrra helvtin av skránni endar við førisk a ri heildarfrumframførslu av tí gitna opus 104 eftir Johan­ nes Brahms, sum fevn ir um teir 5 kórsatsirnar “Nachtwache I”, “Nacht­ wache II”, “Letztes Glück”, “Verlorene Jugend” og “Im Herbst”. Eftir prestaorð av kórs­ gátt ini verður kvinnukórið at hoyra við fýra vár­ og summar kendum satsum á týsk um og enskum máli, og bland aða kórið heldur síðan fram á hesari leið við væl­ ljóm andi enskum madrigali, kend um írskum fólkasangi og spræknum amerikansk­ um negro spiritual: “Ain´–a that good news!”. Eins og byrjað verður eisini endað á føriskum: Git na yrkingin “Náttar frið­ ur” eftir Goethe og J.H.O.Djurhuus í kórbúna eftir Vagn Holmboe, hvørs 100­ára føðiár er í ár, og seinasta ljóðið frá kórinum verður kendi kvøldsálmurin “Dagsins eyga sloknar nú” við tí vakra lagnum hjá Knúti Olsen. Fleiri fáa fyritíðarpensjón Talið á dønum, sum fáa fyritíðarpensjón, veksur í hvørjum. Í januar fingu 241.300 fólk fyritíðarpensjón, og tað var 0,3 prosent fleiri enn í januar í fjør, sigur hagstovan í Keypmannahavn. Hagtølini vísa, at tað eru serliga kvinnur, sum noyðast at gevast á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tær røkka pensjónsladri. Av teimum 241.300, sum fingu fyritíðarpensjón í januar, vóru 131.200 kvinnur. Hagstovan sigur, at 7,1 prosent av øllum dønum millum 18 og 64 ára aldur eru nú fyritíðarpensjonistar. Lutfalsliga eru teir flestu á Bornholm og teir fægstu í Keypmannahavn. Sviar kanna CIA-flúgving Svenska verjan fer nú at kanna upplýsingar um, at fleiri flogfør hjá almennum amerikonskum myndugleikum hava millumlent á svenskum flogvallum. Blaðið Expressen hevur skrivað, at minst eitt av flogførunum hevði fangar hjá CIA. Ovastin fyri lógardeildini hjá svensku verjuni, Stefan Ryding­Berg, skal standa fyri kanningunum, sum skulu staðfesta, um CIA­flogfør við fangum hava millumlent í Svøríki. Sambært Expressen hava flogfør í ørindum fyri CIA millumlent minst tríggjar ferðir á svenskum flogvallum. Stefan Ryding­Berg siger, at svenska verjan hevur upplýsigar um øll flogfør og hvat var í teimum. Komandi miðnáms­ skúlanæmingar eiga at fáa boð hósdagin, um tey sleppa í skúla. Soleiðis verður ikki, tí peningur vantar. – Um miðjan mai skuldu komandi næmingarnir fingið boð, tí tá verður eykafíggjarlógin klár, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna MiðnÁM Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eftir røttum skuldu allir næm ingar, ið hava søkt inn á miðnámsskúlar fingið boð hósdagin, um tey eru slopp in inn. Men soleiðis verður ikki, tí skúlarnir hava onki svar fingið frá Menta mála ráðnum. Tó skulu allir skikkaðir næm­ ing ar sleppa á mið náms­ skúla. ­ Ætlanin er, at allir skikk aðir næmingar sleppa undir miðnámsútbúgving, og eg haldi ikki tey skulu verða bangin um, at tey ikki sleppa inn, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon legg­ ur tú afturat, at tað væl kann henda, at summir næmingar ikki fáa sín fyrsta prioritet. Men hetta hevur verið van­ ligt seinastu árini. Gongur longri Sum er vita næmingar ikki, um teir eru keyptir ella seld ir, og í veruleikanum skul du teir fingið boð í ovur morg in, men soleiðis verð ur ikki. ­ Tað gongur nokk eitt sind ur longri hesaferð, men ting ið fer heim um miðjan mai, og tá skuldi eyka fíggj­ ar lógin verið avgreidd, og næm ing arnir fingið boð. Hetta kann tó merkja, at summ ar reguleringar verða gjørd ar í flokkum, men ongin flokkur verður størri enn lógarkravið er, sigur Helena Dam á Neystabø. Miðnámsnæmingar í leysari luft