týsdagur 28. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 Trygd & Trivni Sosialurin apríl 2009
Skipaeftirlitið og Fiski manna felagið hava í felag gjørt eina nøgdsemis kann ing
millum føroyskar fiskimenn.
Kanningin vísir m.a., at fiskimenn ikki eru nøgdir við bjargingar venjingar
umborð og landgongd- og atkomu viður skiftini.
Grafarnir vísa úrslitið frá samlaðu kanningini, tvs. fyri allar skipa bólkar. Men
kann ingin er skipað so, at innlit eisini fæst í hesi viður skifti hjá ymsu
skipabólkunum.
Meginparturin av kanningini er skip aður sum ein GAP analysa. Tvs. at spurt
verður um, hvussu fiskimað urin er nøgdur við ávís viðurskifti og um hvussu
týðandi hesi viðurskifti eru fyri fiskimannin.
Umleið 1100 spurnarbløð vóru send út og 227 spurnarbløð eru komin inn aftur.
Kanningin var løgd fram í Miðlahúsinum týsdagin 10. mars 2009 og er annars
tøk á heimasíðuni, www.fma.fo
Kunning um hesi viðurskifti er sera týðani og økir um tilvitanina millum sjófólk
og avvarandi.
Skipaeftirlitið fer undir átak í heyst at kanna bjargingarútgerð og
atkomuviðurskifti umborð á skipum.
Skipaeftirlitið:
Nøgdsemis
kanningin
Fráboðan frá
Skipaeftirlitinum
- nr. 1/2009 um loðs- og rýmingarleytarar
1. mars 2009 kom í gildi ein nýggj fráboðan
sum útgreinar og ásetur ískoytiskrøv til
ásetingarnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum
B, D og E um framleiðslu, nýtslu, brúk,
goymslu og eftirlit av loðs- og
rýmingarleytarum.
Fráboðanin ásetur, at øll skip, har
fjarstøðan frá havyvirflatuni til staðið á
lúnningini har loðsur trygt kann koma sær
innanborða, er meira enn 1,5 metrar men
minni enn 9 metrar, skulu hava loðsleytara
umborð.
Øll skip skulu haraumframt eisini hava
rýmingarleytarar (indskibningslejder)
samsvarandi ásetingunum í Fráboðan frá
Skipaeftirlitinum B, D og E.
Umframt at loðsleytarin er kravdur
sambært lóggávuni um trygd á sjónum, skal
loðsleytarin eisini vera tøkur til nýtslu hjá
Fiskiveiðieftirlitinum sambært løgtingslógini
um vinnuligan fiskiskap.
Sum nakað nýtt, kunnu loðsleytarar nú
eisini verða framleiddir úr øðrum tilfari enn
”manila”, um teir lúka framleiðslukrøvini í
DS/ISO 799 standardinum og IMO resolutión
A.889(21).
Lesið fráboðanina á heimasíðuni hjá
Skipaeftirlitinum www.fma.fo -
Regluportalurin
Skipaeftirlitið, apríl 2009
Gjøld fyri
sjóvinnubrøv
Í samband við kunngerð um gjøld fyri útgávu
og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viður-
kenningarprógvum.
Hin 1. januar 2009 kom nýggj kunngerð í
gildi, har gjald er ásett fyri útgávu og
endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og
viðurkenningarprógvum. Hendan kunngerðin
er galdandi fyri umsóknir móttiknar aftaná 1.
januar 2009.
Gjaldið fyri sjóvinnubrøv og endurnýggingar
er ásett til 250 kr. og fyri viðurkenningarprógv
500 kr.
Tað eru tó nøkur vinnubrøv, ið ikki skulu
gjaldast fyri. Tey eru radioprógv,
tangaskipaprógv og uppstiging av vinnubrævi,
uttan so er, at tað er í samband við
endurnýggjan.
Vinnubræv verður ikki útskrivað, fyrr enn tað
er goldið. Verður umsókn send Skipaeftirlitinum
við posti, skal kvittan fyri gjaldið liggja við.
Miðvágur, hin 16. desember 2008
Skipaeftirlitið