týsdagur 28. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2009
Færri ríkfólk í Bretlandi
Hóast russarin Roman Abramovich hevur mist einar 40
milliardir krónur í fíggjarkreppuni, er hann framvegis næst
ríkasti maður í Bretlandi, har hann býr. Hann hevur tó
onga neyð, tí sambært Reuters eigur hann einar 60
milliardir krónur eftir. Tann einasti, sum eigur meiri, er
stálkongurin Lakshmi Mittal. Hann hevur eisini mist
ovurhonds nógvar pengar av fíggjarkreppuni, men situr
kortini enn á ovastu rókini. Times skrivar, at í dag eru 40
fólk í Bretlandi, sum eiga meiri enn eina milliard pund.
Fyri einum ári síðani vóru tey 75 í tali, so fíggjarkreppan
hevur sett síni spor.
Ung drekka ov illa
Altsamt fleiri ungfólk í Grønlandi hava trupulleikar við
rúsdrekka, og nú hava fyribyrgingarráðgevarnir í býnum Ilulissat
gjørt av at taka stig til at venda gongdini. Sum tann fyrsti býurin
í Grønlandi bjóðar Ilullissat ungum viðgerð ímóti
rúsdrekkamisnýtslu, og ætlanin er at skipa eina viðgerðarstøð,
sum skal hava eitt sokallað ferðalið av ráðgevum. Í hesum
døgum er eitt serligt tiltak í Grønlandi, og málið er, at vika 18
skal vera alkoholfrí. Helga Nielsen, fyribyrgingarráðgevi og
stigtakari til ta alkoholfríu vikuna, sigur við KNR, at børn og
ung, sum byrja tíðliga at drekka og at roykja hasj, hava ofta
trupulleikar heima við hús.
• Svínakrím smittar mill
um menniskju á sama
hátt sum vanligt krím
• Sjúkan kann viðgerast
við medisini
• Út frá teimum upplýs
ingum, Statens Serum
institut hevur í løtuni,
eru allir danir og føroy
ingar líka móttakilig
fyri nýggja slagnum av
krími, tá tað er eitt nýtt
virus.
• Eingin vandi er fyri at
verða fongdur av nýggja
H1N1virusinum
frá
svínakjøti ella úrdráttum
av svínakjøti.
• Svínakrím er eitt nýtt
virus, ið smittar millum
menniskju. Tað er enn
ikki staðfest í Danmark,
men fleiri danir verða
kannaðir fyri sjúkuna.
Tað er staðfest í Spania.
• Donsku heilsumyndug
leikarnir vita enn ikki
hvussu
vandamikið
svínakrím er. Í Meksiko
eru fráboðaði ígerð í
andaleiðina,
lungna
bruni og deyðsføll. Í
USA og Kanada eru frá
boðaði lin tekin um
krím og einki deyðsfall.
• Statens
Seruminstitut
mælir til, at tú er ansin
og fylgir lokalum tilráð
ingum, ferðast tú í lond
um, har svínakrím er stað
fest hjá menniskjum.
• Heilsumálaráðharrin
í
ES, Androulla Vassiliou,
mælir íbúgvum í evro
peisku londunum frá
óneyðugum ferðum til
øki, ið eru ávirkaði av
svínakrími.
• Sjúkan kemur uppruna
liga frá svínum, harav
navnið. Í svíninum eru
ílegur frá menniskja
krími, fuglakrími og
svínakrími blandað sam
an til eitt nýtt svína
krímsvirus
týpa
A
H1N1.
Kelda: Statens Seruminstitut
Á einum stiga frá eitt
til seks er svínakrím
nú á stig 4, sigur
heimsheilsustovnurin
WHO. Hetta merkir
at talan er um
vaksandi smittu
millum menniskju
Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Talan er ikki um eina pande
mi, ella heimsumfatandi far
sótt. Men vandamikla svína
krímið er nú ein so álvar
som hóttan, at heimsheilsu
stovnurin WHO í gjárkvøld
ið hækkaði tilbúgvingar
stigið frá 3 til 4. Hetta vátta
keldur í Geneve fyri tíðinda
stovuni Reuters.
Stig fýra og stig fimm
merkja, at sjúkan breiðir
seg frá menniskja til menn
iskja. Til tess at røkka
hægsta
tilbúgvingarstigi
num, skulu størri útbrot
verða staðfest í fleiri ymisk
um økjum í heiminum.
Enn er tað bara í Meksiko,
at talan hevur verið um eitt
størri útbrot. Her eru fyri
bils 153 hildin verða deyð
av virusinum, meðan upp
aftur 1600 møguliga eru
fongd.
WHO hækkar
tilbúgvingarstigið
Um svínakrím
Tilburðir av svína
krími eru nú eisini
staðfestir í bæði
Ísrael og Ný Sælandi.
Sostatt eru tveir
nýggir heimspartar
fongdir av svínakrími,
umframt Norður og
Suðuramerika og
Evropa
Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tilburðirnir av svínakrími
halda áfram at breiða seg
kring heimin.
Tíðliga í morgun komu
boð av einum sjúkrahúsi í
Tel Aviv í Ísrael, at ein til
burður varð staðfestur har.
Eisini er ein tilburður nú
staðfestur í Ný Sælandi.
Sostatt er svínakrím nú
staðfest í fimm av teimum
sjey heimspørtunum.
Enn eru eingi deyðsføll
av farsóttini uttanfyri Meks
iko, men tilburðir eru higar
til staðfestir í USA, Skot
landi, Spania, Ísrael og Ný
sælandi, umframt at illgruni
er um tilburðir í nógv fleiri
londum.
Í USA eru 50 tilburðir
staðfestir, seks í Kanada,
tvey í Skotlandi, ein í
Spania og ein í Moskva.
Hetta fekk fyrr í dag heims
heilsustovnin
WTO
at
hækka tilbúgvingarstigið til
4 á stiganum.
Nú eru tilburðir eisini
staðfestir í Ísrael og Ný Sæ
landi.
Verður tikið í álvara.
Myndugleikar kring heimin
fylgja sera væl við gongdini.
Danski
forsætisráðharrin,
Lars Løkke Rasmussen,
gjørdi nógv burturúr svína
kríminum á einum tíðinda
fundi í dag.
Hann mælti øllum dønum
at taka tað við ró, og vissaði
um at støðan er fullkomiliga
undir tamarhaldi.
Donsku myndugleikarnir
hava sterkt eftirlit við hesi
sakini, segði Lars Løkke
Rasmussen á tíðindafundi í
dag.
Eg eri als ikki í iva um
at danir stúra. Tað er tí er
taki hetta upp. Spurningurin
er so, um tað er heilsufaklig
orsøk til at stúra tað stóra.
Til tað vil eg siga, at
soleiðis, sum mær er kunn
ugt, er metingin, at kríms
lagið, vit tosa um, er til at
halda tamarhald á, sigur
forsætisráðharrin.
Myndugleikar aðrastaðni
í heiminum mæla ikki fólki
frá at ferðast til londini,
men biðja tey umhugsa ferð
ina og tilráðingin er ikki at
fara, uttan at tað er neyð
ugt.
Koppingarevni á veg
Í løtuni er einki koppingar
evni móti svínakrími, ið er
eitt heilt nýtt slag av virus,
ið er sameint av fleiri ymisk
um virusgenum. Í danska
Sunheldsstyrelsen
vænta
tey, at tað fara at ganga 2 til
3 mánaðir, áðrenn ein kopp
seting er klár. Til tá verða
sjúk viðgjørd við Tamiflu.
Við at gera aggressivar
royndi vóna vit at byrgja fyri
smittubreiðsluni í Danmark,
soleiðis at vit kunnu halda
eini farsótt burturfrá og náa
at fáa koppsetingina klára,
sigur
næstformaðurin
í
Pandemibólkinum hjá Sun
hedsstyrelsen, Else Smith,
við tíðindastovuna Ritzau
mánadagin.
Í gjár segði landsapotekar
in, Heri Mørkøre, við Sosial
in, at Føroyar hava ríkiligt
av heilivági móti slíkum
sóttum, eisini Tamiflu, ið
verður nýtt móti svínakrími.
Svínakrím breiðir seg enn meira
Óttin veksur samstundis sum
tilbúgvingarstigið verður
hækkað. Kring allan heimin
eru tilbúgvingar til reiðar og
fyribyrgjandi tiltøk sett í verk
Her sæst hvar tilburðirnir
av svínakrími eru staðfestir.
Ljósareyðu merkini eru
tilburðir undir illgruna.
Viólbláu merkini eru
staðfestir tilburðir. Gulu
merkini eru avsannaðir
tilburðir. Deyðsføll mangla
prikki í miðjuni