týsdagur 28. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 Trygd & Trivni Sosialurin apríl 2009
Arbeiðsumhvørvislógin
Endamálið við lógini er at
1) virka fyri einum tryggum og
heilsugóðum arbeiðsum
hvørvi, sum altíð er í samljóð
við teknisku og sosialu
gongdina í samfelagnum,
2) skapa grundarlag fyri, at
virkini sjálv kunnu loysa sínar
trygdar og heilsuspurningar
eftir vegleiðing og í samstarv
við feløgini á arbeiðsmarkn
aðinum, og vegleidd av
Arbeiðseftirlitinum, sum
eisini hevur ovastu umsjónina
við at lógin verður hildin.
Vert er at hava í huga, at tað eru
virkini sjálv, ið skulu loysa sínar
trygdar og heilsuspurningar.
Arbeiðsgevarin
Arbeiðsgevarin skal síggja til, at
arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd
og heilsu viðvíkur, eru góð. Í
hesum sambandi verður serliga
víst til:
1) Útinnan av arbeiðinum.
2) Arbeiðsplássið.
3) Tøknilig hjálpartól.
4) Evni og tilfar.
Arbeiðsleiðarin
Arbeiðsleiðarin skal virka fyri at
arbeiðsviðurskiftini á hansara øki
eru fult forsvarlig. Hann skal
eisini síggja til, at tiltøkini, sum
gjørd verða fyri at betra um
trygdar og heilsuviðurskiftini á
arbeiðsplássinum, virka eftir
ætlan
Verður ein arbeiðsleiðari
varugur við brek ella mangul,
sum kann føra til vanlukku ella
sjúku hjá arbeiðsfólki, so skal
hann beinanvegin síggja til, at
neyðug tiltøk verða framd fyri at
forða fyri hesum. Fær hann ikki
loyst trupulleikan á staðnum, tá
skal hann beinanvegin siga
arbeiðsgevaranum frá støðuni.
Arbeiðsfólkið
Arbeiðsfólkið skal virka fyri, at
arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd
og heilsu viðvíkur, eru fult
forsvarlig innan hvørt arbeiðsøki
sær, og íroknað eru tey tiltøk,
sum verða gjørd fyri at fremja
trygdina og heilsuna, at hesi
virka sum ætlað.
Verður arbeiðsfólk varugt við
brek ella manglar, sum kunnu
vera til vanda, og sum tey sjálv
ikki eru før fyri fyribyrgja, skulu
tey straks boða onkrum í
trygdarskipanin frá.
Har ið tað vegna útinnan av
einum arbeiði, eitt nú við umvæl
ing ella umsiting, fyribils er
neyðugt at taka burtur
trygdartiltøk, skal serliga ansast
eftir, at hetta ella hesi tiltøk
straks aftur verða sett í verk aftan
á at umrødda arbeiðið er liðugt,
ella at eins góð verndartiltøk
verða gjørd at uppfylla tørvin.
Skipa trygdararbeiði
Í kunngerðini frá 4 september
1995 um trygdararbeiði á virkj
um og arbeiðsplássum eru
greiðar reglur um hvussu
trygdar arbeiði skal skipast á
øllum føroyskum arbeiðs
plássum.
Kunngerðin ásetir, at á øllum
virkjum og arbeiðsplássum, har
ið 10 ella fleiri arbeiða, skulu
trygdarumboð veljast, og
trygdararbeiðið skipast.
Arbeiðseftirlitið er tó av teirru
áskoðan (við lóg hond), at á
smærri virkjum og arbeiðspláss
um er eisini neyðugt við einum
ávísum trygdararbeiði, so at hesi
fólkini í mest møguligan mun
verða vard ímóti skaða og
vanlukku.
Smá arbeiðspláss: á smáum
virkjum (14 fólk) eigur trygdar
arbeiði at verða loyst við persón
ligum sambandi ímillum fólkið
og leiðsluna.
Miðal arbeiðspláss: Á miðal
stórum arbeiðsplássum (59 fólk)
er týdningarmikið at trygdar
arbeiðið kemur í fastar karmar.
Tó tað tað ikki beinleiðis er
kravt, er tað góð loysn, at
álitismaður tekur sær av trygdar
arbeiðinum.
Tað er týdningarmikið at
trygdararbeiðið gongur eftir
somu grundreglunum sum fyri
størri virkini.
Stór arbeiðspláss: Á arbeiðs
plássum við 10 ella fleiri fólkum,
skal arbeiðið við atlit til trygd og
heilsu samskipast. Hetta verður
m.a. gjørt við val av trygdar
umboði (um). Eftir hetta val
skipa arbeiðsleiðari og hann ein
trygdarbólk. Slíkir bólkar skipast
fyri tað ávísa arbeiðsøkið. Er
talan um eitt størri arbeiðspláss,
har 20 ella fleiri fólk arbeiða,
skal trygdarnevnd skipast. Er so
talan um, at tað á arbeiðs pláss
inum eru ein ella tveir trygdar
bólkar, so skulu limirnir í hesum
bólki ella bólkum saman við
arbeiðsgevaranum, ella einum
umboði fyri henda og sum hevur
ábyrgdina av arbeiðsplássinum,
skipa trygdarnevndina. Hetta
førir við sær, at nevndin við
einum trygdarbólki fær 3 limir.
Og á virkjum við 2 trygdar
bólkum verður møguleiki fyri at
skipa størrru trygdarnevndina
eftir lógini við 5 limir. Eru fleiri
trygdarumboð/ leiðarar enn
trygdarnevndin skal hava, koma
trygdarumboðini at velja
nevndarumboðið(ini) síná
millum, og somuleiðis leið arar
nir. Um tað ikki eydnast
leiðarum at semjast, so útnevnir
arbeiðsgevarin umboðið. Hesir 4
valdu limir skipa so, saman við
arbeiðsgevaranum, ella umboði
hansara, trygdarnevndina, ið
soleiðis fær 5 limir. Í Arbeiðs
umhvørvislógini er ásett, at
trygdarnevndin skal fyriskipa,
leiða, ráðgeva og hava eftirlit við
øllum trygdar og heilsuliga
arbeiðinum á virkinum.
Hvør kann veljast til
trygdarumboð?
Valbarið til trygdarumboð er
vanliga avgjørt við ásetingunum,
ið galda fyri val av álitisumboð á
samsvarandi sáttmálaøki.
Álitismannaskipanin hevur
vanliga serligar ásetingar um
starvsaldur, førleikar vm. Í
sáttmála kunnu vera serlig krøv,
ið skulu lúkast fyri at persónurin
er valbarur. Hóast ein hevur rætt
til at luttaka á valinum, so er
hetta nevniliga ikki einstýðandi
við, at hesin eisini kann verða
valdur.
At álitismannareglur verða
nýttar, útilokar ikki, at ikkilimir
í fakfelag eisini kunnu veljast til
trygdarumboð. Tað geldur bæði á
fyritøkum / virkjum, har einans
eru óorganiserað starvssett – ella
starvssettt, sum ikki eru limir í
júst tí fakfelagi, sum hevur sátt
mála, og í teim førum, at tað
bæði eru starvssett organiserað
og starvssett óorganiserað.
Nýtsla av álitismannaskipanini
ger ikki, at krøv setast um, at
tann valdi skal vera limur í fak
felagi.
■ Føroyar er framkomið samfelag, sum raðfestir arbeiðs umhvørvið ovarlaga til
gagns fyri samfelagið, okkum øll.
■ Arbeiðseftirlitið hevur ovastu umsjónina og vegleiðir arbeiðspláss kring landið.
■ Hevur arbeiðsgevarin ampa av tær (ansar tú eftir tær), ella hevur tú sjálvur
ampa av arbeiðinum.....
■ Tað er ein sannroynd, at arbeiðsumhvørvið á teim ymsu arbeiðsplássunum eru
rættuliga ólíkt. Men málið má tó altíð vera hitt sama, nevniliga eitt gott og trygt
arbeiðsumhvørvi.
■ Vit fara nú í stuttum at lýsa, hvat arbeiðs umhvørvislógin birtir undir, og hvussu
trygdar arbeiðið sambært lógini eigur at skipast.
Framtíðin er longu í dag
Sum arbeiðsumhvørvislógin fyriskrivandi byrjar,
so eiga vit øll at virka fyri einum tryggum og
heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í
samljóð við teknisku og sosialu gongdina í
samfelagnum.
Uppgávan hjá
Arbeiðseftirlitinum
Sum nevnt í §1, er uppgávan hjá
Arbeiðseftirlitinum , bæði at hava eftirlit
og vegleiða, hetta við at arbeiðseftirlitið
kemur á arbeiðspláss bæði ófráboðað og
eftir áheitan.
Arbeiðseftirlitið verður mangan
roknað sum ein mótpartur heldur enn
ein samstarvsfelagið, og tað er stórt spell
– soleiðis eigur tað ikki at vera.
Arbeiðseftirlitið:
Arbeiðsumhvørvislógin
Luttakarar á trygdarskeiði hjá Arbeiðseftirlitinum apríl 2009: Christian Sofus Christiansen, Eivind D. Hansen,
Eivind Olsen, Finnbogi Hellisfoss, Fróði Guttesen, Hallur Mikkelsen, Jóhan Medardus Jacobsen, Kári Weihe, Mette
Nygaard, Ólav A. Olsen, Svein Thomsen, Sven Nørspang, Thomas Finn Johannesen