Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2009 Tey lesandi í Føroyum hava onki ímóti, at lesandi yvir 18 ár, sum búgva heima fáa umleið 300 krónur minni um mánaðin, sum landið eftir ætlan fer at gera fyri at spara pening. – Onkustaðni skal sparast og fáa vit tað aftur einaferð, so er tað í lagið, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen, forkvinna í næmingarráðnum í Hoydølum Sparingar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Næmingaráðið heldur ikki, at 300 krónur er so nógv, og um tað kann hjálpa á eldraøkinum til dømis, so kunnu vit liva við skerjing­ unum hjá teimum, sum eru yvir 18 ár og búgva heima, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen, forkvinna í næming­ arráðnum í Hoydølum. Hon leggur afturat, at tey sum búgva úti, ikki mugu skerjast, og at skurðurin skal ikki vera størri enn 300 krónur. Lógaruppskotið, ið fer til fyrstu viðgerð í morgin snýr seg í høvuðsheitum um at spara einar tríggjar milliónir um árið í studn­ ingi, og hesum kunnu næm­ ingarnir eftir øllum at døma liva við, men størri skerjing­ um kunnu tey ikki liva við. ­ Tey flestu hava eitt arbeiði við síðurnar av, men verður studningurin skorðin meira, so kann tað merkja, at vit ikki kunnu røkja skúl­ an á fullgóðan hátt, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen. Pengar í rætt stað Hinvegin vilja næmingarnir í Hoydølum hava greitt at vita, hvar peningurin fer. ­ Vit vilja hava at vita, hvar peningurin, vit fáa minni, fer. Fer tað til eldra­ økið ella okkurt, sum longu er skert, so er í lagið, men tað er ikki rætt, at peningur­ in, ið hevur verið okkara, bara fer onkustaðni, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen. Gera tað ikki ógjørligt Helena Dam á Neystabø er somuleiðis sannførd um, at hesar nýggju fíggjarligu umstøður ikki fara at gera tað ógjørligt hjá lesandi yvir 18 ár, sum búgva heima at lesa. ­ Vit gera tað ikki hopi­ leyst hjá hesum lesandi. Skipanin hjá okkum er betri enn skipanirnar í øllum hin­ um Norðurlondunum. Sjálv­ andi kundu vit hugsað okk­ um, at tað ikki varð neyðugt at spara nakrastaðni, men vit eru í einari akuttari støðu, sum krevur akuttar loysnir, og hesin studingurin vísti seg at vera økið, har tað skaðar minst, at vit gera nakrar skerjingar, sigur hon. Hjálpa øðrum lesandi Til spurningin hjá Heidi Elgeirsdóttir Olsen, næm­ ingaráðsforkvinnu, um hvar peningurin fer, er Helena Dam á Neystabø avgjørd. ­ Tað ber til at siga, at peningurin fer til at loyva fleiri lesandi framat, at geva summum møguleika at halda fram á Fróðskaparsetr­ inum og at gera próvtøku­ tilfarð, sum skal tryggja, at okkara útbúgvingar verða góðkendar úti í heimi, sigur landsstýriskvinnan. Góðan dialog Helena Dam á Neystabø greiðir somuleiðis frá, at tey hava havt ein góðan dialog við tey lesandi, sum eisini hevur havt við sær, at tey, sum ikki búgva heima ikki verða skerd, umframt at Mentamálaráðið nú arbeiðir við fleiri hugskot­ um, so sum at fáa botnfrá­ dráttin til lesandi hækkaðan, so tey fáa betri møguleikar at vinna pening sjálvi. ­ Eg skal eisini staðfesta, at vit ikki eru farin í gongd við eina miðvísa skerjing av studninginum hjá teim­ um lesandi. Hetta er nakað, vit hava verið noydd til, men meiningin er, at tey les­ andi í Føroyum skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt, sigur landsstýris­ kvinnan. Næmingar vísa samfelagssinni Vit mugu prístals­ javnast Meginfelag føroyska studenta er ónøgt við, at studningurin sambært uppskotinum ikki verður prístalsjavnaður í 2010. – Eitt er tað, at tað ikki verður javnað við prístal­ inum einaferð, men hvat so, um tey blíva við at gera tað, spyr Rúna Jak­ obsen úr MFS Broytingin, at næming­ ar yvir 18 ár, sum búgva heima fáa minni studning rakar ikki limirnar í Meg­ infelag føroyska stud­ enta, men tey eru ónøgd við, at studningurin ikki verður prístalsjavnaður. ­ Tað kann gerast vandamikið, um avgjørt verður, at mann einaferð ikki prístalsjavnar, tí so kann henda, at hildið verður fram við tí, sigur Rúna Jakobsen. Helena Dam á Neysta­ bø er sannførd um, at ætl­ anin at lata vera við at prís­ talsjavna, bara er galdandi fyri komandi skúlaárð. ­ Ætlanini er, at henda tillaging bara skal gerast fyri komandi skúlaár. Og eg eri ikki bangin fyri, at ætlanin fer at skapa fyri­ dømi, sigur landsstýris­ kvinnan. - eij Størru broytingarnar til viðgerðar 1. Studningurin til næmingar yvir 18 ár, sum búgva heima fara úr 2.492 krónur um mánaðin til 2.200 krónur um mánaðin 2. Studningurin fyri hvørt barn, ið ein næmingur hevur, fer úr 622 krónur til 750 krónur um mánaðin. 3. Einsamallir uppihaldarar við børnum fáa 1.500 krónur afturat um mánaðin. Umframt grundupphæddina og barnastuðulin. 4. Stuðulin verður ikki prístalsjavnaður í stuðulsárinum 2009/2010. Heidi Elgeirsdóttir Olsen, næm­ ingaráðsforkvinna, er sannførd um, at miðnámsskúlanæmingar kunnu lata 300 krónur um mánaðin frá sær, um tað hjálpir teimum røttu Mynd: Jens Kristian Vang Havið nærkast Nýggjar rannsóknir vísa, at heimshøvini fara at fløða munandi meiri enn hildið, tí ísurin í Grønlandi og á Antarktis bráðnar. Tær fyrstu forsagnirnar vístu, at heimshøvini fara at fløða einar 30 centimetrar ta næstu øldina, men sambært teimum seinastu kann­ ingunum fara heimshøvini at fløða munandi fyrr enn mett. Dorthe Dahl Jensen, granskari á Niels Bohr Instituttet, sigur við Ritzau, at vísindafólk eru ovfarin av teimum nýggju kanningarúrslitunum, sum vísa, at heimshøvini fara at fløða bæði meiri og skjótari, enn vísindin higartil hevur hildið. Tað nýggja kanningarúrslitið verður lagt fram á ráðstevnu í norska býnum Tromsø í morgin. Svínakrímið kann breiða seg Á fundinum í gjárkvøldið gjørdi WHO av herða ávaringina um, at svínakrím­ ið kann breiða seg um allan heimin. Á einum stiga frá eitt til seks er ávaringin nú á fýra, segði varastjórin fyri heilsutrygdardeildini hjá WHO, Keiji Fukuda. Hann legði tó afturat, at tað ber til at basa sjúkuni, og at WHO heldur eitt vakið eyga við gongdini. Í gjárkvøldið kunngjørdi myndugleikarnir í Skot­ landi, at teir høvdu staðfest tveir tilburðir av svínakrími. Talan er um tvey fólk, sum nú fáa viðgerð á einum sjúkrahúsi í Glasgow. Seinnapartin í gjár bleiv fráboðað, at ein tilburður av svínakrími var staðfestur í Spania. Í Danmark hava nøkur fólk verið til kanningar, men har er svínakrímið ikki staðfest. Í Noregi er illgruni um, at ein smádrongur møguliga er smittaður av svínakrími, men tað er ikki staðfest enn. Drongurin hevur júst verið í Meksiko.