Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin apríl 2009 Trygd & Trivni 7 Sami persónur kann vera trygdar umboð og álitisumboð, men hesi val skulu vera atskild. Tað ber tískil ikki til at fáa bæði ábyrgdarstørvini við eittans vali. Val av trygdarumboð Trygdarumboðið verður valt av øllum teimum starvssettu í deild­ ini / á økinum, á arbeiðsplássinum, sum trygdarbólkurin fevnir um. Hugtakið ”øll starvssett” skal takast bókstaviliga, tí eisini lærlingar, parttíðarsett, leysari sett, avloysarar, vikarar, praktikantar v.fl. skulu luttaka í valinum. Starvssett á skrivstovu­ og fyrisitingarøkinum og í handlum, ið arbeiða færri enn 10 tímar um vikuna, hava tó ikki valrætt. Arbeiðsgevari, fyritøkuleiðarar og formenn mugu ikki luttaka í valinum og eru ei heldur valbarir til val sum trygdarumboð. [Val við annaðhvørt formanni/leiðara/ arbeiðsgevara til staðar er ógildugt.] Úrslitið av valinum skal fráboðast til arbeiðsgevarin. Valskeið og frávera Trygdarumboð verður valt fyri 2 ár. Valskeiðið kann eftir avtalu millum arbeiðsgevarin og tey starvssettu – leingjast til 4 ár. Í báðum førum kann trygdarumboðið verða endurvalt. Trygdarumboðið kann ikki frásiga sær trygdarstarvið í valskeiðinum. Hendir tað alíka­ væl, so hava tey starvssettu tó ikki rætt til at velja nýtt trygdarumboð. Men hóast so er, kann nýtt trygdarumboð verða valt. Tað er tá treytað av, at tey starvssettu og arbeiðsgevarin eru fult samd í hesum. Øvugt, so steðgar trygdarum­ boðsstarvið, um arbeiðið hjá trygdarumboðnum á fyritøkuni, á deildini, á arbeiðsplássinum ella á skiftisliðinum endar. Líkaleiðis steðgar starvið, um trygdar­ umboðið – sjálvboðið ella tvungið – fer úr arbeiði sínum á virkinum. Í hesum føri er tað bæði rættur og skylda at velja eitt nýtt trygdarumboð. Tað kann eisini veljast nýtt trygdarumboð, um tað higartil verandi trygdarumboðið er burturstatt vegna farloyvi, sjúku e.l. í samanhangandi tíðarskeið yvir 4 mánaðir. Tað er tí ikki skylda at velja nýtt trygdar­ umboð. Hvørki arbeiðsgevarin ella tey starvssettu kunnu áleggjast eina slíka skyldu. Tað skal vera gjørt í samstarvi ímillum arbeiðsgevarin og tey starvssettu, um hesin møguleikin til at velja eitt nýtt trygdar­ umboð, skal verða nýttur. Í so fall at tað verður gjørt, so kann tað nýggja trygdarumboðið veljast fyri tann eftirverandi partin av valskeiðinum, ella fyri eitt nýtt ávikavist 2 ella 4­ára skeið. Verja av trygdarumboð Trygdarumboð er vart ímóti uppsøgn ella aðrari versnan í viðurskiftum í arbeiðshøpi hansara á sama hátt sum álitisumboð er á hesum ella á samsvarandi fakligum øki. Trygdarumboðið skal ikki verða sett verri orsaka av tí virksemi, sum er knýtt at arbeiðinum. Reglurnar um val av trygdarumboði, valbari, gildi av vali og verjan av trygdarumboði fylgja teim álitismannareglum, sum eru avtalaðar í sáttmála á tí ávísa økinum. Tí skulu ósemjur um verju av trygdarumboði gerast av við fakrættarliga viðgerð. Tað sama er galdandi fyri spurningin, um hvørjar ásetingar skulu verða nýttar, umframt spurningar um brot av, ella um útlegging av reglum. Valið skal boðast til arbeiðsgevarin. Verjan byrjar frá tí at valúrslitið varð fráboðað arbeiðsgevara, og tað er líkamikið, um ábyrgdararbeiði ikki verður byrjað fyrrenn seinni. Vegna tey í valdan lim í fakfelag, so skal valið eisini verða fráboðað avvarðandi fakfelagnum. Verjan av teimum starvsettu Um trygdarbólkurin fær frænir av viðurskiftum, sum kunnu hava við sær ein váða við stórum vanda fyri trygd og heilsu hjá teirra starvssettu, tá skal trygdarbólkurin alt fyri eitt royna at forða vandanum og um neyðugt steðga arbeiðinum. Um trygdarbólkurin hevur steðga arbeiðinum, skal tað beinanvegin boðast til arbeiðsgevarin saman við lýsing av orsøkini. Evsta ábyrgdin fyri at arbeiðsumhvørvisviðurskiftini eru lóglig, liggur á arbeiðsgeva­ rinum. Tað er einans undir slíkum líkindum, at trygdar­ bólkinum er heimilað at fara útum tær avgerir, sum bólkinum annars er álagt at halda seg innanfyri av sínum arbeiðsgevara. Trygdarbólkurin skal luttaka í øllum fyritaksemi um verju av teimum starvssettu. Hetta ger, at trygdarbólkurin skal verða tikin við í alt, sum viðkemur deildini / arbeiðsøkinum í øllum høpum, ið viðkoma arbeiðsumhvørvið. Ein stórur partur av hesi inndragan hendir í samstarvi við tey, sum annars luttaka í trygdararbeiði á fyritakinum, og við fólk uttanfyri fyritøkuna, ið virka á umhvørvisøkinum. Um fyritøkan hevur trygdarnevnd, skal alt samskiftið við uttanhýsis arbeiðsum­ hvørvisfólk verða samskipað ígjøgnum trygdarnevndina. Trygdarbólkurin skal ávirka hin einstaka til eina atferð, sum fremur hansara egnu og annara trygd og heilsu. Trygdarbólkurin skal í hesum sambandi syrgja fyri, at tey starvssettu verða væl kunnaði um tær ásetingar um arbeiðsumhvørvið, sum eru galdandi fyri teirra arbeiði. Trygdarskeið Arbeiðsleiðarar og trygdarumboð skulu tilmeldast arbeiðsum­ hvørvisútbúgving seinast 4 vikur eftir, at teir hava tikið við, annaðhvørt sum arbeiðsleiðara­ umboð ella trygdarumboð í trygdarbólki Trygdarskeiðið skal vera lokið í seinasta lagi 8 mánaðir aftaná at teir tóku við. Um ein starvssettur, sum hevur tikið 24 tíma trygdaskeiðið hjá Arbeiðseftirlitinum, verður limur í einum trygdarbólki, sum er fevndur av 37 tíma arbeiðsum­ hvørvisútbúgvingini hjá Arbejds­ tilsynet, nýtist hesin ikki at at fara undir enn eitt trygdarskeið, um viðkomandi var virkin í trygdarbólki fyri eitt skrivstovu­ og fyrisitingarøki í minst eitt hálvt ár. Onnur, ið enn eru í trygdar­ bólki, mælast at endurnýggja útbúgving skjótast gjørligt aftaná 4 ár frá seinasta trygdarskeiði, og eiga straks, um ein er komin í trygdarskipan á einum øðrum arbeiðsplássi. Arbeiðsgevarin syrgir fyri, at viðkomandi fær tann neyðuga kunnleikan á tí fakøkinum, til tess at kunna vera partur av trygdarskipanini. Arbeiðseftirlitið www.arb.fo Arbeiðsgevarin Trygdarnevnd Trygdarleiðari Trygdarbólkur Trygdarbólkur Trygdarumboð Arbeiðsleiðari Trygdarumboð Arbeiðsleiðari Trygdarskipanin