týsdagur 28. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 Trygd & Trivni Sosialurin apríl 2009
Tá tunlar og vegakervið sum
heild verða tryggjað og dagførd,
er umráðandi at hyggja at
heildini, so mest møgulig trygd
fæst fyri pengarnar. Tunlarnir í
Føroyum eru ikki ótryggir at
koyra í. Hagfrøðiliga sæð eru teir
eins tryggir ella tryggari enn
vegakervið annars. Men av tí at
avleiðingarnar av einum óhappi í
einum tunli kunnu gerast
ógvusligari enn á vegakervinum,
verður miðja móti at tunlar verða
gjørdir enn tryggari enn
vegakervið annars. Dagføring av
tunlunum er tí raðfest, m.a. í
Samferðsluætlanini 2008-2020.
Har er eitt av settu málunum at
dagføra allar tunlar í Føroyum,
so teir hava neyðuga trygdarút-
búnaðin. Tunlar við nógvari
ferðslu verða dagførdir eftir
trygdarkrøvum frá norsku norm-
um, meðan tunlar við minni
ferðslu verða dagførdir við
rýmingarljósum og sløkkiútgerð.
Ljósið fyribyrgir óhappum
Trygdin í tunlum er samansett av
ymiskum viðurskiftum, sum
kunnu býtast sundur í tveir
høvuðsbólkar:
At fyribyrgja at óhapp henda,
og síðani at avmarka avleiðing-
arnar um óhapp henda kortini.
Arbeiðið umfatar at byggja og
innrætta nýggjar tunlar rætt,
dagføring av verandi tunlum við
neyðugari trygdarútgerð, ger av
tilbúgvingarætlanum og
útbúgving av fólki í tilbúgv-
ingini. Harumframt eisini at
upplýsa tey ferðandi um rættan
atburð í sambandi við óhapp í
tunlum.
Kanningar úr m.a. Noregi vísa,
at umframt at tunlar rúmfrøðiliga
vera bygdir rætt (t.d. hædd,
breidd, sving (bend) og brekkur),
so er innrættan av tunlum við
ljósi við til at fyribyrgja at óhapp
henda. Ljós í tunlum vísa seg
betra ferðslutrygdina, meðan
restin av trygdarútbúnaðinum er
við til at minka um skaðan um
óhapp henda. Kanningar úr
Noregi vísa, at ljósskipanir í
tunlum kunnu minka um talið á
óhappum við um 35 %. Kanning-
arnar vísa eisini, at ein stórur
partur av óhappunum henda, tá
koyrt verður inn í tunnilin. Ljós
er serstakliga umráðandi í
inngangsumráðunum í tunlunum.
Er ljóst uttanfyri, og komið
verður inn í ein myrkan tunnil,
kann tað ørkymla bilføraran.
Ætlan fyri dagføring
av tunlum
Landsverk hevur ábyrgdina av
rakstrinum av 16 av teimum 18
tunlunum í Føroyum, undantiknir
eru báðir undirsjóvartunlarnir.
Ljós í
myrkrinum
LJÓS Í TUNLUM: Sum liður í arbeiðinum at
tryggja ferðsluna í tunlunum er Landsverk
í gongd við at dagføra tunlarnar við ljósi
og trygdarútbúnaði. Í løtuni verður arbeitt
við at dagføra Leynartunnilin, og í hesum
sambandi verður arbeitt við einari spennandi
royndarskipan við orkusparandi dioduljósum.
Leynatunnilin