Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2009 Í fyrilestri hjá Eystur­ oyar Vinnulívsfelag seinasta mikukvøld segði Marita Ras­ mussen, at neyðugt verður hjá landinum at raðfesta íløgur, eins og tað verður neyðugt við nýggjum íløgum so samfelagið er til reiðar, tá tíðirnar aftur gerast betri FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Støðan her heima hjá okk- um er jú, at vit eisini eru rakt av teirri fíggjar- og búskaparkreppu, sum herjar um allan heim, og vit síggja, at tað er eitt fall í eftirspurn- inginum, bæði innan- og utt- anlands. Men samstundis síggja vit tað, at vinnan ger tað, sum hon eigtur at gera. Hon repar seglini eitt sind- ur, hugsar seg um og er eitt sindur varin, segði Marita Rasmussen. Hon heldur eisini, at tað er neyðugt, at tað almenna eisini ger sína skyldu í hes- um døgum og heldur virk- seminum í gongd fyri at halda hjólunum malandi. Í fyrilestrinum nam stjór- in í Vinnuhúsinum við, at fleiri dømir seinastu tíðina eru um, at vinnuni eru álagdar eyka byrðar, og tað er ikki vegurin at ganga í hesum døgum. - Eitt annað, sum vit eis- ini meta man skal vera var- in við, er at seta skipanir í verk, sum eru við til at avlaga arbeiðsmarknaðin, segði Marita Rasmussen. So í staðin fyri at avlaga eigur politiski myndugleikin at optimalisera so sum mest kann koma burtur úr. Stjórin í Vinnuhúsinum mælir til, at almennar tænast- ur verða útveittar. Hon mæl- ir til, at tað fer ein gjøgn- umgongd fram yvir tæn- astur, sum kunnu útveitast, og at hetta síðani verður gjørt. Á tann hátt ber til at rationalisera hjá tí almenna. - Tað átti at verið hugt at almennum útreiðslum í heila tikið, tí tær eru ógvu- liga nógv vaksnar seinastu árini. Eisini átti tað almenna at gjørt íløgur nú, tá vit hava ein mangul upp á eftir- spurning, og harvið stimbra eftirspurningin í Føroyum, segði Marita Rasmussen. Til reiðar til uppsving Stjórin í Vinnuhúsinum nam eisini við eitt annað eymt punkt, nevniliga sjó- mannafrádráttin. - Hetta er ein serskipan sum ger, at tú fastheldur arbeiðsmegi í einum ávísum sektori, og vit sóu tað ser- liga væl, tá eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi var serliga stórur í Føroyum, at tað var sera torført hjá øðrum vinn- um, eitt nú flakavinnuni og alivinnuni, at fáa skikkað starvsfólk, segði Marita Rasmussen. Við skattalættanum eru umstøðurnar í fiskivinnuni nógv betri, og tískil er ikki jøvn kapping millum vinnu- greinarnar um arbeiðsmeg- ina. Men hóast stjórin í Vinnuhúsinum sostatt ynsk- ir at fáa slíkar serskipanir avtiknar, so vísir hon á, at slíkt verður ikki gjørt yvir eina nátt. - Vit mugu tillaga okkum framtíðina við at taka eina slíka serskipan av í stigum, tí vit mugu eisini ansa eftir ikki at taka grundarlagið undan einari vinnu, sum hev- ur tillagað seg tann veru- leika, at skipanin finst,. So tað er av týdningi, at hon verður niðurlagað spaku- liga, segði Marita Rasmus- sen. Stjórin í Vinnuhúsinum nevndi eisini, at tað almenna eigur at bera so í bandi, at samfelagið er til reiðar at taka ímóti broyttu tíðunum, tá hesar gerast betri aftur. - Tað hoyrist jú í fjølmiðlunum, at fólk hava trupulleikar við at fáa síni børn ansað, og vit hoyra um, at tey eldru ikki fáa pláss á røktarheimum. Vit hoyra um skúlar, sum eru niðurslitnir. Tá búskapar- vøkstur verður aftur og upp- sving verður í búskapinum, hevur tað týdning, at øll, sum kunnu, sleppa til arbeiðis aftur, uttan at tað skal vera ein trupulleiki at fáa børnini ansað og tey eldru passað, segði Marita Rasmussen. Tað er tí av týdningi, at tað almenna setir nøkur arbeiði í gongd so samfelag- ið er til reiðar, tá uppgangs- tíðir aftur verða í búskapin- um. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, mælir til, at funnið verður fram til, hvørjar almenar tænastur kunnu útveitast, og at hetta síðani verður gjørt Mynd: Álvur Haraldsen Útveitið almennar tænastur Air Force One fleyg lágt Fólk tustu út úr háhúsunum á Manhattan í New York í gjár, tá Boeing 747-flogfarið hjá amerikanska forsetanum fleyg lágt uppi yvir syðra enda av Manhattan og Hudson-ánni. Fólk, sum sóu flogfarið, mintust tað, sum hendi tann 11. september í 2001, og tóku til beins. Men einki hendi, og Hvítu Húsini hava biðið fólk um umbering. Sambært embætismonnum fleyg flogfarið eina serliga leið orsakað av einari filmsupptøku, men Michael Bloomberg, borgarstjóri í New York, heldur, at Hvítu Húsini skuldu havt kunnað betur um flogtúrin. Vit kunnu skoyta uppí, at Barrack Obama var ikki í flogfarinum. Inga Dahl forkvinna í Havnar Framburðsfelag Herfyri hevði Havnar Framburðsfelag ársaðalund. Í nevndina vóru vald: Inga Dahl, Jan Christiansen og Hans Norðfoss, ið eru nývald. Winnie H. Andreasen og Marita Hentze vóru afturvaldar. Nevndin hevur skipað seg við Ingu Dahl sum forkvinnu, Hans Norðfoss, næstformanni, Maritu Hentze, kassameistara. Jan Christiansen og Winnie Hentze Andreasen eru nevndarlimir. Á fíggjarlógini fyri komandi ár róði Jóhan Dahl fram undir, at skipasmíð skal raðfestast av landsstýrinum. Eitt nýtt havrannsókn­ arskip er projekterað eins og ein Nólsoyar­ ferja SKIPASMÍÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Við á fundinum hjá Eystur- oyar Vinnulívsfelag var eis- ini vinnumálaráðharrin, Jóhan Dahl. Hann nam við fleiri tættir innan føroyskt vinnulív, millum annað ali- vinnuna, sum aftur stendur í blóma. Hann kom eisini inn á týdningin av at raðfesta íløgurnar rætt, og í hesum sambandi nevndi hann týdn- ingin av at føroysku skipa- smiðjurnar halda hand- verkið við líka. Hann nevndi, at eitt nýtt havrannsókinarskip er pro- jekterað, og róði upp undir, at hetta var ein uppløgd íløga í fíggjarlógini fyri komandi ár. Hann segði seg vóna og rokna við, at før- oyskar skipasmiðjur eru kappingarførar í prísi eins væl og í góðsku og vísti á, at skipið er projekterað í samsvarvi við MEST. Eisini er skitsuprojekt gjørt til eina nýggja Nólsoy- arferju, og tað kundi eisini verið ein møguleiki, men nýtt havrannsóknarskip tyk- ist sum fyrsta val. Á sama fundi – sí grein omanfyri – mælti stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Ras- mussen, til at tað almenna ger íløgur fyri at halda virk- seminum uppi eins og mælt verður til at geara samfelag- ið til aftur verða uppgangs- tíðir. Hetta við skipasmíði var so nevnt sum ein realistiskur møguleiki á hesum fundin- um hjá Eysturoyar Vinnulívs- felag seinasta mikukvøld. Mugu raðfesta neyvt Jóhan Dahl nevndi nýtt havrannsóknarskip sum ein møguleika fyri virksemi á fíggjarlógini fyri komandi ár