Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin apríl 2009 Trygd & Trivni 9 Hesir 16 tunlarnir eru sera ymiskir í aldri og hetta sæst eisini aftur á standardinum, m.a. í teknisku innleggingunum. Ljósskipanir eru settar upp í 5 av tunlunum, sum Landsverk umsitur. Hovstunnilin, Norð­ skála tunnilin og Gásadalstunnilin hava ljósskipanir, sum lúka settu krøvini í dag. Í løtuni verður arbeitt við at dagføra Leynar­ tunnilin. Eftir at hetta arbeiðið er liðugt verður farið undir at dagføra Leirvíkartunnilin og Kollfjarðartunnilin. Í hesum báðum seinastu tunlunum eru ljósskipanir, men tær lúka ikki tey krøv, ið verða sett til ferðsluna í dag. Spennandi orkusparandi ljósskipan Ljós eru dýr at seta upp og reka. Í teimum dagførdu tunlunum liggur streymnýtslan fyri hvønn tunnil á umleið 600.000 kr. um árið og størsti parturin av hesum fer til ljós. Tí er farið undir at kanna alternativ til traditionellu ljósskipanirnar, millum annað fyri at fáa meira trygd fyri pengarnar. Tá Landsverk fór undir dagføring av Leynartunlinum, varð avgjørt at royna eina nýggja alternativa ljósskipan við orku­ sparandi dioduljósum. Hendan skipan er ikki roynd í Føroyum áður. Ljósskipanin, sum er sett upp í Leynartunlinum er øðrvísi enn skipanin í hinum tunlunum. Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman av vanligum ljósi og dioduljósum. Bæði ljósini lýsa um dagin, hetta er serliga fyri at taka hædd fyri skifti millum dagsljósið uttanfyri og myrkri í tunlinum. Diodu­ ljósini verða nýtt einsamøll um náttina og eru orkusparandi og umhvørvisvinarlig. Tá skipanin er fult útbygt ber til at laga hana soleiðis til, at ljósið um náttina bert er tendrað, tá akfør eru í tunlinum. Íløgan í ljósskipanina við dioduljósum er størri enn til eina vanliga ljósskipan, men dioduljós ini eru orkusparandi, so raksturin av teimum er bíligari. Árligu rakstrarútreiðslurnar til streym eru umleið ein triðing bíligari við eini dioduskipan í mun til eina vanliga ljósskipan. Aðrir fyrimunir við skipanini eru, at dioduljósini hava longri livialdur enn tey vanligu ljósini. Dioduljósini hava væntaðan livialdur á 14,8 ár, meðan vanligu ljósini hava ein væntaðan livialdur á 3,2 ár. Royndir hava verið gjørdar við dioduljósum í tunlum í øðrum londum, og hava tey góðar royndir av teimum. Landsverk Elnevndin Hvat kunnu fólk sjálv gera? Tað vísir seg tíverri, at tað eru nógv fólk, sum sjálv gera el-arbeiði í sínum sethúsum og kenna ikki reglurnar, hvat tey sjálv kunnu gera, og hvat ein góðkendur el-innleggjari skal gera. Tí verður hesin spurningurin ofta settur: kunnu fólk sjálv gera el-arbeiði í húsum sínum? Fólk kunnu sjálv gera el-arbeiði í sethúsum sínum, um arbeiðið, tey gera, ikki broytir grundleggjandi el-innleggingina, t.e. at arbeiðið, sum verður gjørt, lýkur tær reglur, sum vóru galdandi, tá ið lagt varð inn. Hesi arbeiði kunnu fólk sjálv lógliga gera í sethúsum sínum, um streymurin er avbrotin: • Skifta fatningar og heingja upp og taka niður lampur, eisini lágvoltlampur (sett), sum verða keypt við transformatori, lampum, leidningum og uppsetingarvegleiðing. • Broyta og umvæla veikstreymsstýringar, sum stýra sterkstreymsfunktiónum, t.d. forrita umaftur vitbornar stýringar, um fólk hava neyðugan serkunnleika. • Skifta innandura teir avbrótarar og tær stikkontaktir, sum hava einki jarðsamband, ið eru í mesta lagi 250 V. Hesi arbeiði skal ein góðkendur el-innleggjari gera: • Nýggjar el-innleggingar í sethús. • Seta upp lágvoltlampur (ikki sett) í sethúsum, um transformari, lampur og leidningar eru keypt hvørt fyri seg. • Víðka innleggingina í sethúsum, t.d. seta ein avbrótara ella eina stikkontakt hjá einum avbrótara ella einari stikkkontakt, sum er. • Gera arbeiðið í málara - ella bólkatalvu í sethúsum. • Seta upp ella skifta avbrótarar ella stikkontaktir uttandura á sethúsum. • Leggja inn ella skifta tilfar í fastari innlegging, sum er yvir 250 V. Áðrenn fólk sjálv fara at gera el-arbeiði, so skulu tey vera vís í, at streymurin er avbrotin. Tað er ikki nóg mikið at sløkkja ljósið, har arbeiðið verður gjørt. Sløkt skal verða í bólkatalvuni, og sjálvt um sløkt er í bólkatalvuni, so skal eftirlit verða gjørt við mátingartóli ella pólvísara, um sløkt er. Á ella í tilfarsinnpakninginum eigur at vera vegleiðing um, hvussu tilfarið skal verða brúkt Elnevndin heitir á fólk at vera varin, um tey gera el-arbeiði sjálv, tí tað, sum kann standast av hesum, kann vera sera vandamikið. Um nakar ivast, ringið eftir einum góðkendum el-innleggjara. Sí annars heimasíðuna hjá Elnevndini, www.elnevndin.fo. Jógvan Sørin Hansen