Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 81 • 29. apríl 2009 3. partur Brostnar vónir Eftir at hava bíðað og bíðað eftir saknaðu skipunum verður ein dag staðfest, at nú er eingin vón. Hetta ger sýslumaðurin í Vestmanna Gunnar Dahl Olsen greitt í eini fráboðan, sum hann sjálvur dagfestir á jóansøku 1934, og sum verður prentað í Dimmalætting 4. juli. Tað vísir eisini tíðina tá, at tað gingu tveir mánaðir frá tí, skipini fórust og inntil tað kundi staðfestast, at menninir vóru farnir. Gunnar skrivar: Tað er longsti dagur í dag. Havið liggur stilt og spegilsblankt, himm­ alreint. Tað tykist so ófatiligt, at hetta sama hav, sum er so reint og klárt, kann fjala gátur, sum lívið aldri vil kunna loysa. Hvar er elskaði maður mín, fað­ ir mín, sonur mín? So spyrja nú mong á Føroyalandi. Havið er stilt og tigandi. Stormarnir eru tagnaðir. Vindarnir tiga. Hav og vindar dylja tann sorgarleikin, tann deyðadansin við Íslands strendur, har 43 Føroyalandssynir vórðu drignir at havsins botni. Eingin tók teirra seinasta far­ væl. Eingin rætti teimum hond á deyðastund. Eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið. Eingin kysti tær blánandi varrar. Stormur og havódn køvdu neyðarróp teirra. Havið hevur fevnt teir. Havið, sum fjalir øll spor og tigur. ­­­ Neptun og Nólsoy eru burturging­ in. Tey koma ikki aftur. Leingi hevur verið bíðað. Svára tíð! Og nú eru allar vónir brostnar – og sorgin liggur nívandi yvir heim, yvir bygdir og alt Føroyaland. Hesir vóru menninir, ið við ídni fóru til starv sítt og ikki komu heim aftur. Síðan skrivar hann øll 43 nøvnini og endar: Føroyaland syrgir, syrgir sjólætnar synir sínar. Hoyrdi sonin rópa Í samband við skrivingina hjá FF­blaðnum í 2004 um Neptun og Nólsoy fekk blaðið ymisk onnur íkøst. Tað mest kensluborna varð frá teirri tá 91 ára gomlu Petreu Olsen av Toftum. Hon var ættað úr Hósvík, og hevði nógv samband við ta manning, sum var við „Nólsoy.“ Skiparin Hans David Hansen og beiggjar hansara Vilhelm og Magnus Pauli vóru pápabeiggjar hennara. Beiggi hennara Edvard var eisini við. Umframt var Magnus Poulsen, systkinabarn úr Kollafirði, og Johannes Olsen, sum var giftur við eini fastur. Petrea var eini 20 ár, tá ið hetta hendi, so hon mintist væl umstøðurnar, sum tá vóru. Men Petrea hevði eisini serlig evni at “síggja”, og hon kundi greiða frá ymiskum tilburðum í so máta. Petrea greiddi frá: Hans David var í Lysekil í Svøríki við Nólsoy og fekk motor settan í skipið í 1931. Hann giftist í 1932. Eg minnist, at árið fyri sum „Nólsoy“ forlisti, høvdu teir ein samanstoyt við „Phi Phi“ úr Klaksvík. Tá minnist eg, at Vilhelm pápabeiggi segði, at hann roknaði við, at hetta varð teirra síðsta løta, men so var ikki. Hann fekk eitt ár afturat! „Nólsoy“ kom ikki norður til Hósvíkar millum túrarnar á sumri. Skipið hoyrdi heima í Havn. Sambandið millum Havn og Hósvík var annars gott við mjólkabátunum. Tað vóru bert teir giftu menn­ inir, sum plagdu at koma norð. Teir høvdu okkurt at gera. Tað skuldi veltast og skerast torv. Teir ógiftu vóru verandi umborð, har nóg mikið var at gera við at landa og at rigga skipið til nýggjan túr. Manningin fóru suður til Havnar feigdarárið 1934 tann 10. mars at rigga skipið til. Edvard beiggi, sum var 18 ára gamal, kom tískil ongantíð norður aftur. Um »Nólsoy»: Mamman hoyrdi sonin rópa eftir henni, tá ið hann gekk burtur Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Í samband við sjóvanlukkur, sum tær við Neptun og Nólsoy, eru ofta nógvar søgur at hoyra um, at fólk hava sæð, droymt ella havt okkurt annað ánilsi um tað, sum hendi. Tað er tí nógv sum bendir á, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit skilja Í upprunaligu manningarmyndini manglaði umframt Edvard eisini Poul Poulsen. Hann er drongurin høgrumegin. Hin er Jens beiggi hansara, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Gamli maðurin er Jens í Toftum, abbi teirra Edvard var beiggi Petreu. Hann var ikki við í upprunaligu manningarmyndini Elin, ættað úr Vík. Hon er eisini eitt gott dømi um, hvussu fólk kundu verða rakt. Í 1934 hevði hon longu mist mann og son. Nú misti hon tríggjar synir, verson og tveir ommusynir.