Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 81 • 29. apríl 2009 Tann fyrsta yvirnáttúrliga ábendingin var, at áðrenn farið varð um várið at rigga til vóru Edvard og Pól, granni okkara, inni í húsunum hjá Bodil, systir míni, og manninum Herman. Húsini stóðu í gerð, og tá síggja teir báðir eitt hvítt fara niður gjøgnum lemmin. Eingin annar sá hetta. Stakk seg sjálvan og bjargaði lívinum Eitt dømi um, hvussu tilvildin kann broyta lagnuna hjá persóni er ein ungur drongur úr Sanda­ vági, sum hevði verið við fyrra túrin. Hann sat og spældi við ein knív, og tað vildi so illa til, at hann fekk knívin í búkin og mátti á hospitalið. Hann slapp tískil ikki við, tá farast skuldi avstað aftur. Fyri hann fór Sámal Jákup Jacobsen úr Hósvík. Hann átti 11 børn, og tað 12. var á veg. Bert í hesum húsinum gjørdust 12 børn faðirleys. Fekk greiða ábending í dreymi Meðan „Nólsoy“ var burtur fyrra túrin droymdi eg, at eg vaskaði klæðir, og tað vóru skjúrturnar hjá manningini á Nólsoy. Fram við mínum barnaheimi rennur ein stór á, og her var vanligt at skola klæðini, sum vórðu vaskað. Í dreyminum vórðu skjúrturnar eisini skolaðar í somu á. Eg legði í dreyminum skjúrturnar á ein stóran stein, so fór eg niðan. Táið eg var komin niðan frá, fór at regna, og tað var rættiligt áarføri. Tað tornar aftur og eg fari oman aftur, men har vóru ongar skjúrtur. Eg fór at leita, men eg fann bara skjúrtuna hjá kokkinum, tað var ein khaki skjúrta. Og tað vísti seg eisini, at kokkurin, sum var tann fyrr umrøddi Bernhard Hendriksen, var tann einasti, ið varð funnin, og sum slapp í kristna jørð á Eyrabakka í Íslandi, Mamman hoyrdi sonin rópa Eingin visti hvat var hent skip­ inum, men ein dóttir eitt systk­ inabarn hjá Hans David, skipar­ anum, droymdi, at hann kom til hennara og segði við hana: „Vit reka til Grønlands. Tað eru bara nakrir fáir mans eftir, og lúnningin er øll farin“. Náttina til 3. mei vaknaði mamma mín við, at tað varð rópt „mamma“ á hana. Hon svaraði: „Ja, góði, mamma er her!“ Tað verður rópt aðru ferð, og hon svarar tað sama. Men tá rópt verður triðju ferð fer hon upp. Hon sær at sonurin Bjarni (Hansen, búsitandi í Runavík) liggur og svevur, so tað er ikki hann, sum hevur rópt. Tá veit hon, at tað má vera Edvard, sum hon hevur hoyrt. Og nevndi dagur samsvarar júst við illveðrið, táið hildið verður, at „Nólsoy“ er farin. Frætti tíðindini á basari Eg tænti tá á Nesi. Og mátin eg frætti, at „Nólsoy“ var saknað, lýsir væl munin millum samskift­ ismøguleikarnar tá og nú. Eg var til ein basar í Rituvík. Tá kemur ein maður til mín og sigur: „Tað er syndarligt við Nólsoy,“ og hann sigur, at tey eru bangin um hana. Eg fekk sum vátan vøtt. Men tað varð hóast tað vónað og vónað. Men endaliga staðfestingina um lagnuna hjá manningini fingu tey tó, tá líkið av Bernhard varð funnið 27.mai, og hann varð kendur av ringinum, sum tað eisini hevur verið greitt frá. 7 einkjur og 38 faðirleys børn At eitt skip fórst við allari manningini var ein stór vanlukka fyri tær raktu bygdirnar, sum í hesum førinum serliga Hósvík. Nógvir av teimum sum fórust, vóru nærmasta ætt, sum víst er á. Eftir manningini á „Nólsoy“ sótu 7 einkjur og ikki færri enn 38 faðirleys børn. Tað vóru jú nógv dømi um tað sama við aðrar skipsvanlukkur. Men eitt serligt dømi um, hvussu hart lagnan kundi raka, var omma mín Elin, sum var ættað úr Vík. Maðurin hennara Magnus var deyður undan 1934, so hon var einkja tá. Ein son Hans Petur hevði hon mist í 1910, tá hann slerdi út av fiskiskipi undir Íslandi. Við „Nólsoy“ misti hon afturat hesum tríggjar synir, ein verson og tveir ommusynir. Hetta hevur verið ófatiliga hart, men hóast tað minnist eg hana sum eina vanliga fitta ommu, sum dugdi at liva við síni lagnu. Tá var so vanlukkutryggingin komin, og bøtti hetta um fíggjar­ liga smeitin. Sonur reiðaran Ebbu Müller, Eiden, skrivar í sínum Minnislýsingum, hvussu hart hendingin eisini rakti mammuna vegna allar teir djørvu og røsku fiskimenn, sum vóru við. Ebba var eitt serstakt menniskja. Hon gjørdi eisini sítt til at linna um. Hetta gjørdi hon við at senda fisk norður til Hósvíkar at turka. Hetta gav so lønandi arbeiði til fólkið har norðuri. Hon sendi eisini á jólum pakkar norður til tey húsini, sum høvdu mist. Misti aftur við „Morning Star“ Í 1941 fórst „Morning Star“. Eg var forlovað við einum av mann­ ingini, Ragnar Hansen, sum var av Nesi. Teir fóru av Toftum tann 8.september til Íslands at keypa fisk, og tá droymdi eg eisini. Eg droymdi, at Ragnar kom inn í sovikamarið og sigur: „Eg komi bara at siga tær farvæl“. Eg sigi, at eg komi upp, men hann svarar: „Tað er ikki tíð til tað.“ So heilsar hann mær: „Mamma tín stendur niðri við garð og bíðar eftir mær.“ So fór hann. Eg fór upp í vindeyga. Tá sá eg tey bæði fara oman eftir vegnum. Mamma var deyð tvey ár frammanundan, men tað tonkti eg ikki uppá fyrr enn seinni. Eingin visti, hvussu „Morning Star“ var farin, men hildið verður, at tað er av minu. Men tá kom eg aftur at upplivað at skula bíða og bíða, inntil tað mátti staðfestast, at her var eingin vón, og eg hevði mist drongin, 27 ára gamlan. Hetta var annars heldur ikki seinastu ferð, at eg mátti bíða eftir feigdarboðum. Vit vóru 8 systkin, og beiggi mín Kim fórst við „Stella Argus“ í 1957. Tá vóru vit aftur í somu støðu at bíða og vóna, inntil eingin vón var eftir. Greitt varð frá hesum í Miðvikuni í samband við, at 50 ár vóru liðan síðan vanlukkuna. Annars vóru eg og Ragnar komin so langt, at vit skuldu fara at byggja fyri síðan at giftast. 10 ár seinni, í 1951, giftist eg við Hans Reinhard Olsen av Toftum. Hann er deyður fyri nøkrum árum síðani. Vit fingu tvey børn Jens Jacob og Ranvá, og eigi eg fimm ommubørn. Hugtakandi at kenna Petreu Tað var hugtakandi at koma at kenna Petreu, hóast vit ikki komu at hittast. Vit tosaðu saman fleiri ferðir í telefon, og so sendi hon brøv. Hon hevði eina vakra hond­ skrift, og hon skrivavaði heilt rætt føroyskt. Tað lærdi hon í skúl­ anum í Hósvík, har hon hevði tveir framúr góðar lærarar, Hjalmar Waag og Hans Jacob Joensen. Eg eigi enn seinasta brævið frá henni og fari at endurgeva tað: Toftir, tann 13. 9. 05 Góði Óli Túsund takk fyri, at tú tók hesi upplivilsini við í blaðið. Tað hevði nokk verið ov seint, um eg skuldi drigið tað longur út, og tað er eisini ein lætti fyri meg. Nú kann eg tosa um hetta uttan at verða ov nógv rørd. Men eitt gott hevur Harrin gjørt fyri meg. Hann hevur givið mær eitt lætt sinni. Enn einaferð takk fyri. Nógvar góðar heilsur til tín og mann­ ingina á FF­blaðnum, og góðan byrð framyvir. Petrea Olsen, 650 Toftir Hetta er ein hugnaligt minni at hava um, at FF­blaðið hevði týdning fyri mong, og hetta fái eg framvegis váttað av fólki. Petrea var annars í 2005 við í eini 1. novembersending hjá Svenning av Lofti í samband við minningardag teirra sjólátnu. Ætlanin var altíð at fara ar práta við hana. Men tað dróg út, og so gjørdist tað ov seint. Hon doyði í 2007. Hon fekk rætt í tí, at varð slíkt drigið út, kundi tað gerast ov seint! “Sá” skipini stoyta saman Ólavur Clementsen av Sandi hevur eina frásøgn í bók síni “Søgur og skemt av Sandi” frá Hans Andreas Joensen í Kvívík, nevndur Hans Andrias á Skælingi. Hann fortaldi frá, at hann hendan morgunin var farin eftir torvi. Meðan hann er hyggjandi yvir á Vágoynna, sýnist honum, sum Vágoygin lættir sær á, og sær hann tá tvey skip koma siglandi móti hvørjum øðrum og renna saman. Síðan hvarv henda myndin, men hann kendi skipini og skilti, at hann mátti hava sæð yvir seg. Fortalt varð eisini, at Anna genta kokkin á Nólsoynni, droymdi hesa náttina, at hann kom til hennara og segði frá vanlukkuni. Mykinesmaður, ið var við øðrum skipi á Suðurlandinum, var hesa náttina í ørviti á frívakt. Hann var lopin úr koyggjuni og upp á dekkið í berum undirklæð­ um. Onnur frásøgn er, at stovu­ klokkan í einum húsi í Mykinesi var eisini steðgað somu nátt. Allir hesir tilburðir vóru av mongum hildnir at vera feigdar­ boð um hesa vanlukku. Petrea Olsen. Tað eydnaðist at fáa hennara hugtakandi søgu áðrenn hon doyði Kim, beiggi Petru, sum gekk burtur við Stellla Argus Ragnar, drongurin hjá Petru, sum gekk burtur undir krígnum