mikudagur 29. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2009
- Tað verður hósdagin
um tríggjar vikur,
sigur Jákup Weihe, í
síni satiru. Hetta er
ikki heilt rætt, men
tað kunnu koma støð-
ur, sum gera, at tað
tekur løgregluni 70
minuttir til Selatrað-
ar, hóast ein maður er
um at verða dripin
Politi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð gjørligt hjá
løgregluni at vera so skjót
at staðnum. Men tað tekur
ongantíð so langa tíð, sum
Jákup Weihe vil vera við í
síni satiru í Kringvarpin
um.
Tað er eitt ekstremt til
feldi, Sosialurin hevur nýtt,
tí vit hava sett politibilin í
Gásadali og gingið útfrá, at
politistarnir í miðal hava
koyrt 80 kilometrar um
tíman.
Skuldi tað verið soleiðis,
at eitt menniskja veruliga
var í lívsvanda, so kann illa
roknast við, at teir koyrdu
við tí ferðini, men siga vit,
at teir koyra 150 kilometrar
um tíman í miðal, sum
næstan ikki ber til, so tekur
tað framvegis 40 minuttir at
koma fram.
Hetta er sjálvandi eitt sera
ógvusligt dømi, men hetta
er eftir øllum at døma
gjørligt, og tá ein bilur fór á
sjógv í Klaksvík í vikuni,
kom løgreglubilurin eisini
úr Havn. Orsøkin til hetta er,
at felagstilbúgving er fyri alt
meginøkið ávísar tíðir.
Hetta eru ekstrem til
feldir, sum sjáldan koma
fyri og altíð fara at vera,
men tað kann henda, at pol
itibilurin er í Gásadali, og
okkurt hendir á Selatrað,
sigur Jón Klein Olsen, pol
itiovasti.
Men hendir okkurt, so
verða fólk, ið hava frí, til
kallað, hóast tað ikki er so
vanligt, og orsøkin til, at
tað nú kann taka longri tíð,
er, at nú er ein felagstilbúgv
ing fyri alt meginøkið, har
vegur er.
Politistarnir kunnu eins
væl vera í Skálabotni, sum í
Gásadali, tá boð eru til Sela
trað, sigur politiovastin.
So kanska er riflan ikki
besta boðið, sum Jákup
Weihe annars legði upp til í
síni satiru.
Betri um vikuskiftini
Men Jón Klein Olsen leggur
afturat, at við broytingunum,
ið vórðu gjørdar í marsmán
aði, er tað í veruleikanum
soleiðis, at løgreglan í
flestu førum er betri mann
að, tá nógv er at gera.
Føroyingar eru vanliga
eitt sera friðarligt fólkaslag,
og tað er mest um viku
skiftini, at nakað hendir, og
tá eru vit betri mannað, sig
ur politiovastin.
Hann kann tó ikki koma
inná, nær og hvar løgreglan
er. Men hann staðfestir, at
løgreglan er meiri úti um
vikuskiftini nú, enn hon
hevur verið, og at løgreglan
ongantíð hevur verið betri
mannað uttanfyri Havnina,
enn hon er í dag.
Samstundis
staðfestir
hann, at ongin løgreglustøð
verður
niðurløgd,
hóast
rationaliseringar, í orðsins
rætta
týdningi,
verða
gjørdar.
Broyting skapar
ónøgd
Samstundis er politiovastin
greiðir yvir, at tað er ein
ávís ónøgd við broytingar
nar, ið hava verið gjørdar.
Tað er altíð soleiðis, at
tá broytingar verða gjørdar,
so fylgir ein ávís ónøgd við,
men tað plagar at broytast
við tíðini, sigur Jón Klein
Olsen.
Hann greiðir somuleiðis
frá, at tað kundi verið nógv
øðrvísi, um løgreglan í
Føroyum ikki sjálv fór í
gongd við bygnaðarbroyt
ingarnar.
Vit eru í eini samráðing
arstøðu við leiðsluna í Dan
mark, og vit royna í felag at
finna fram til mest skyn
samu loysnina, sum kann
fylgja politireforminum í
Danmark, sum hevur verið
virkin síðan 2007, sigur
hann.
Men hann vil ikki ordiliga
greiða frá, hvussu løgreglan
í framtíðini verður skipað í
Føroyum.
Vit vildu fegnir greitt
øllum Føroya fólki frá,
hvussu løgreglan verður
skipað, men tað er best at
lata vera við at úttala seg,
fyrr enn samráðingarnar
við danir eru lidnar, sigur
Jón Klein Olsen.
Løgreglan í Føroyum,
kann ikki gera, sum henni
lystir, tí hon er beinleiðis
bundin at leiðsluni í Dan
mark fíggjarliga. Á sama
hátt, sum Bornholm og
Grønland eru. Hini politi
økini fáa eina fíggjarjáttan,
sum tey sjálvi ráða yvir.
Trý øki
Fyrr hevur tað verið soleið
is, at løgreglan í Føroyum
hevur verið býtt í nøkur
øki, men nú eru tað trý øki.
Norðurøkið, sum umfatar
Norðoyggjar og Eysturoy,
Miðøkið,
ið
umfatar
Streymoy, Vágoy og Sandoy
og Suðurøkið, ið er Suð
uroy.
Økini eru býtt soleiðis,
sambært Jón Klein Olsen,
fyri at fáa meira burturúr
hvørjum politisti, og fyri at
dekka eitt so breitt øki sum
gjørligt.
Somuleiðis er ein mið
savning gjørd, ið merkir, at
øll viðurskifti, fólk hava at
avgreiða við løgregluna
kunnu gerast á politistøð
unum.
Vit høvdu fleiri avgreiðsl
ur í Havn, men nú kann alt
gerast á politistøðini, sum
aðrastaðni í landinum, sigur
Jón Klein Olsen.
Hann greiðir somuleiðis
frá, at ávísir trupulleikar
altíð stinga seg upp í eini
broytingartíð, men at borg
arin fær eina betri tænastu,
tá broytingarnar eru framd
ar.
Albania vil upp í ES
Kroatia fær ætlandi limaskap í ES í næstum, Serbia og
Montenegro liggja framvið at sleppa uppí, og nú bankar
Albania eisini á dyrnar í Bruxelles. Tann formliga umsóknin
varð handað í gjár, tá albanski forsætisráðharrin, Sali Berisha,
hitti kekkiska forsætisráðharran, Mirek Topolánek, sum í
løtuni er formaður í ES. Sali Berisha vísti á tíðindafundi á, at
fyrr í hesum mánaðinum fekk Albania innbjóðing frá NATO,
og at limaskapur í ES er tað næsta málið, sum landið hevur sett
sær. Albania, sum er eitt tað fátækasta landið í Evropa, fær tó
neyvan limaskap í ES í bræði, skrivar Reuters.
Senatorur skifti flokk
Í USA hevur senatorurin Arlen Specter kunngjørt, at hann hevur tikið seg
úr republikanska flokkinum og er farin upp í demokratiska flokkin ístaðin
fyri. Tað ber í sær, at nú hava demokratarnir 59 av teimum 100 sessunum
í Senatinum, skrivar AP úr Washington. Fáa teir ein senator afturat,
kunnu demokratarnir forða republikanarunum at steðga lógaruppskotum.
Arlen Specter, ið verður mettur sum ein hóvligur republikanari, sigur, at
tann republikanski flokkurin er farin langt til høgru, síðani hann fór upp í
flokkin í 1980. Í dag kennir hann seg nógv nærri sjónarmiðunum hjá
demokratunum, og tí hevur hann gjørt av at skifta flokk, sigur hann.
Kann taka yvir ein tíma
til Selatraðar
Nú felagstilbúgving er fyri alt meginøkið, kann tað taka løgregluni yvir ein tíma at koma til Selatraðar, men tað er ikki ein gong longsta strekkið